Wednesday, January 15, 2014

Mentanarvirðislønirnar 2013






Á hátíðarhaldi í Stóra Pakkhúsi suðuri í Vági fekk Tróndur Patursson handaða ta stóru Mentanarvirðisløn Landsins fyri útint listarligt arbeiði á høgum støði. Vit ynskja honum hjartaliga til lukku við væl uppibornu heiðurslønini. Somuleiðis ynskja vit Árna Dahl, sum fekk heiðursgávu fyri tað stórfingna mentanaravrik, hann hevur framt innan bókmentir og mál, hjartaliga til lukku. Eisini ynskja vit Trygva Danielsen hjartaliga til lukku, hann fekk Virðislønina til ung listafólk. Trygvi Danielsen er evnaríkur yrkjari/tónleikari/sangari, sum herfyri gav út plátuna og savnið The Absent Silver King. Bjørn Kalsø handaði heiðurslønirnar, heiðursrøður vórðu hildnar og tónleikurin fevndi breitt frá tjóðskaparligum sangum, sum Kirkjukórið Ljómur framførdi til syruta yrkingarperformance hjá Trygva Danielsen og The Absent Silver King og seinni fara sumbingar uppá gólv.




úr The Absent Silver King
Nei,
eg eri einki serliga gamal
 men tað tekur í veruleikanum
bert eitt einstakt sekund
at geva tær ein frammaná
við ísakøldum neva
serliga
tá tú letur
verjugarðin falla
og vendir tær
beint ímoti veruleikanum
alla somlu tíðina