Saturday, January 11, 2014

Nýggjárskonsertin 2014

Eg gleði meg til í kvøld at uppliva ta árligu nýggjárskonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri, solisti og kóri. Hon verður framførd tvær ferðir, og er útseld í kvøld, men sambært heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum eru atgongumerki eftir til konsertina klokkan 15. Nýggjárskonsertin er savnandi og ítøkiligt dømi um ein sera sterkan vilja og dugnaskap, so at vit against all odds kunnu hava eitt symfoniorkestur. Sunleif Rasmussen samanbar í gjár í sjónvarpinum Symfoniorkestur Føroya við eina humlubi og tað er av sonnum lívsjáttandi og gleðiligt, at tað skal kunna bera til. Skráin er eitt satt marglætishorn, sum skuldi borga fyri eini sera fjølbroyttari og festligari konsert, sum fer at gleða tey flestu. Mær dámar sjálv so væl Nýggjárskonsertina, tí hon er eitt ítøkiligt dømi um at skúli loysir seg, og í hesum førinum hugsi eg sjálvandi um Musikkskúlan. 


Á odda fyri Symfoniorkestri Føroya stendur Bernarður Wilkinson. Í vangamyndini í Degi og Viku í gjár varð hann spurdur um hvussu tað ber til, at tað yvirhøvur er grundarlag fyri at hava eitt tílíkt orkestur í einum so lítlum landi sum Føroyum. Bernarður Wilkinson tosar um ein brennandi áhuga fyri tónleiki og list, sum ger tað møguligt. Tað er imponerandi, heldur Benni. - Mentanin er tjóðarsálin, heldur hann og tí er týdningarmikið at investera í mentan. Framman fyri sjónvarpið í kvøld fari eg at fegnast um, at vit í síni tíð fingu eitt musikkskúla og at stødd eingin forðing er fyri at fara listarliga á flog, um rætt verður investerað.



Skrá:
Føroya Symfoniorkestur og Kór 
Dirigentur: Bernharður Wilkinson 
Solistur: Ekaterina Morozova – sopran
Hjálparvenjari til kórið: Bjarni Restorff

Dimitri Shostakovich Festive Overture

J.S.Bach Wir singen dir in deinem Heer, Herrscher des Himmels úr Christmas Oratorio

Antonin Dvorak Sangur til mánan úr Rusalka (solistur Ekaterina Morozova )

Ástor Piazzolla Primavera Portena ( Anna Hüdepohl, Accordion )

Pietro Mascagni Intermezzo úr Cavalleria Rusticana

Vincenzo Bellini Qui la voce sua soave úr I Puritani (solistur Ekaterina Morozova )

Johann Strauss Perpetuum Mobile

Giuseppe Verdi Triumphal March úr Aida


Steðgur

Giuseppe Verdi Overture úr La Forza del Destino

Giuseppe Verdi Pace, Pace, mio Dio úr La Forza del Destino (soprano soloist Ekaterina Morozova ) 

C.Hubert H.Parry I was glad 

John Williams Jurassic Park

John Gardner Tomorrow shall be my dancing day

Carlos Gardel Por una Cabeza ( Anna Hüdepohl, Accordion )

Frederick Loewe I could have danced all night úr My fair lady (soloistur Ekaterina Morozova )

Johann Strauss Radetzky March




(KP)