Útvarpið visti at siga á døgurað, at nýggjasti stuttfilmurin hjá Sakarisi Stórá, Vetrarmorgun (2013) skal við á Berlinaluna, ta háttvirda filmsfestivalin í Berlin, har filmurin skal kappast um tvær virðislønir. Leikstjórin, Sakaris Stórá er boðin til Berlin, eg rokni við, at hann í skrivandi stund er nokkso málleysur av gleði, og tað hevur hann alla orsøk til. Hetta er stórt! Til lukku, Sakaris! Tað er Fish and Film við Ingun í Skrivarastovu, sum hevur framleitt Vetrarmorgun, sum er ein ungdómsfilmur um vinarlag, kynsligan samleika og leitan. Høvuðsleikarar eru Armgarð G. Mortensen og Armgarð G.Mortensen og Helena Heðinsdóttir Jørgensen.
(KP)