Monday, January 20, 2014

Kendi dirigenturin Claudio Abbado er deyður




Hann verður av mongum hildin av vera ein tann týdningarmesti orkesturleiðarin í sínum ættarliði, italski dirigenturin Claudio Abbado, fyrrverandi leiðarin í Scala-operuni, sum er deyður 80 ára gamal. Hann fekk óteljandi heiðurslønir og hevði mangar tignarligar arbeiðsuppgávur, m.a. stjórnaði hann London Symphony Orchestra millum 1979 og 1988 og hann arbeiddi eisini saman við Berlinfilharmonikarunum, Chicago Symphony Orchestra og við operuni í Wien. Claudio Abbado var kendur fyri sín stóra áhuga fyri ungum tónleikarum, sum hann stuðlaði og Í 1986 stovnaði hann Gustav Mahler Jugendorchester við ungum tónleikarum úr øllum Europa, m.a. føroyska bratsjspælaranum, Jákup Lützen. Eg seti inn leinkju til eina framførslu við Claudio Abbado, har hann dirigerar 6.symfoniina hjá yndistónaskaldi sínum, Gustav Mahler.





(KP)