Tað eru ikki meira enn tvey ár síðani, at Sissal Kampmann gav út sítt fyrsta yrkingarsavn Ravnar á ljóðleysum flogi - Yrkingar úr uppgongdini. Eg haldi ikki, at eg hevði lisið stórt meira enn tríggjar reglur, tá eg hugsaði við mær sjálvari, at henda nýggja, føroyska yrkjararøddin var eins sterk og hon var egin. Tað haldi eg enn og varhugin er longu váttaður fleiri ferðir síðani. Tá eg las restina av frálíka heilstoypta debutsavninum, tá eg las eftirfylgjandi savnið Endurtøkur, sum er løgnari, meira abstrakt, minni homogent, meira áhugavert enn tað fyrra, og nú tá eg lesi nýggja savnið 4D og hugsi um samlaða verkið higartil, haldi eg tað sama, at Sissal Kampmann av sonnum hevur uppiborið ta týdningarmiklu Klaus Rifbjerg heiðurslønina, sum hon fekk í fjør.
Forlagið Eksil við Kim Simonsen hevur givið út yrkingarsavnið 4D, og Ludvík á Brekku stendur aftur hesa ferð fyri permumyndini, sum í stíli og litavali minnir um hinar báðar bøkurnar. Hann hevur hesa ferð málað eina reyðhærda kvinnu, sum minnir eitt sindur um Madonnamyndina hjá Munch. Kvinnan, sum um somu tíð er halgimenni, erotiskur og lívfrøðiligur skapningur ella fabrikk, ber uppá eitt heldur óhugnaligt fostur. 4D er býtt upp í fýra partar, sum allir byrja við bókstavinum D, og sum snúgva seg um deyðan og kærleikan, tvs. tann problematiska, altoyðandi og eftir øllum at døma øskukalda kærleikan. Talan er um heilar 143 síður av teksti, sum í støðum er settur upp sum yrkingar og sum aðrastaðni er prosakendur. Yrkingarnar eru óregluligar og órímaðar, og málsliga koma nógvar endurtøkur fyri. Á sama hátt sum í hinum bókunum hjá Sissal Kampmann er heimstaðurin og heimið týdningarmikil undirstøði hjá yrkjaraegnum í trilvanini mótvegis eini fleirtáttaðari fatan av tilveruni. 4D snýr seg sostatt um persónliga samleikan hjá einum kvinnuligum egpersóni, um dreymir, um tað at skriva og at lesa, greina og tulka, og so sæst summa staðni eisini ein feministisk uppgerð við ta føroysku maskulinu siðmentanina. Heilt ítøkiliga verða fleiri orðatøk, sum vanliga bert fata um menn, broytt til bert at umfata kvinnur, t.d.: "Kvinna kemur í kvinnu stað". Hetta er ein drúgv, ambitiøs útgáva, sum spælir uppá fleiri streingir, sum eru flættaðir saman, so at hon hongur saman bæði uttan og innan. Hugsast kann, at heitið 4D sipar til eina dimensión, kanska er tað tíðin, tí hon hevur stóran týdning fyri yrkjaraegið, sum flytir seg í tíð.
- Tíðin er knekkprosaisk - svá skrivaði Lars Bukdal herfyri í einum ummæli í Weekendavisen og hesum kunnu vit taka undir við samstundis sum vit skunda okkum at leggja aftrat, at tíðin heilt vist eisini er krimisøgulig og matuppskriftlig, umframt siðsøgulig, men siðsøguligir eru føroyingar næstan pr definitión. Óansæð um vit hyggja at yrkingum hjá danska debutantinum Yahya Hassan ella teimum hjá føroyska debutantinum Katrini Ottarsdóttir, so eru tær prosakendar og sjálvsævisøguligar og heilt ómetaliga vælumtóktar. Bæði tað danska og tað føroyska savnið eru uppafturprentað og hetta er als ikki vanligt, tá talan er um yrkingarsøvn, men populariteturin verður í báðum førum mettur í ein vissan mun at hanga saman við, at yrkjararnir bróta tabu í sínum yrkingunum. Einki er at ivast um, at bæði hesi nevndu søvnini eru góð, tey eru eitt nú bæði málsliga neyv og autentisk. Mær dámar væl søvnini, eins og mær dámar hálvfjersarayrkingar, bæði tær politisku mótmælisyrkingarnar og sonevndar kvinnubókmentir, ikki minst fyri teirra erligheit og autenticitet - og nú hevur lesarin kanska fangað, at leiðin gongur móti einum nokk so massivum MEN, og tað ger hon eisini. Tí fyri meg eru tær bestu yrkingarnar ikki hetta slagið av mimetiskari, samfelagsligari djarvari prosa, sum er løtt at fata. Eg skal ikki býta tingini ov fýrakantað upp, men til spísskompetansurnar hjá poesiini hoyrir myndatala og ótingsliggjørdar poesireglur, sum á abstraktan hátt siga nakað, sum ikki kundi verið sagt á nakran annan hátt. Poetiskt økonomiseraðar reglur, sum júst í teirri løtu, tær eru lisnar, tendra spildurnýggjar tankar, sum ikki kundu verið hugsaðir uttan við støði í júst teimum skrivaðu reglunum. Og jú, hetta hendi fleiri ferðiri, tá eg las nýggja yrkingarsavnið hjá Sissal Kampmann, ið inniheldur fleiri vitskuvíðkandi, surrelistiskar yrkingar sum hesa:

Vaknaði,
sum so ofta fyrr
á miðjari nátt.
Mánin stóð rundur
høgruvert vindeygað.
Sendi mánagøtu
inn á alt tað hvíta.
Lá miðskeiðis í henni,
eins og hina náttina,
eg koyrdi út úr heimsins minsta stórbýi,
ið segði mær løgnast søgurnar.
Rótatjóvurin situr á mánanum.
Hendurnar bakbundnar
um einasta træið
á ósløttu, turru fløtuni.
Eyguni stara út í fjarstøðuna,
sum skilir hann frá samanhaldinum.
Út í myrkrið,
blettað við smáum stjørnubørnum
eisini til gongu.
Mettað av skilnaði.
Skilnaðurin,
hann var altíð hin harðasti.
Eins kaldu og keturnar
úm føturnar á honum.
Hoyr tær glinta, tá hann flytir teir.
Eins og klokkur tær ringja,
tá tær skava grótið.
Stál nertur grót.
Bíða eftir at verða loystar...
s.68 í 4D
Stílurin er eitt sindur blandaður í savninum í yrkingum, sum partvíst taka støði í tí ítøkiliga, tingsliga gerandisdegnum, og í óítøkiligum minnum, dreymum og visiónum. Á sama hátt sum í yrkingunum hjá Tóroddi Poulsen ert tú sum lesari stødd onkrastaðni millum tað ítøkiligt sansaða, millum gras, vatn, steinar, asfalt, kølidisk og so hann sjálvan rótatjóvin á mánanum, sum er alt annað enn konkretur. Meðan eg lesi, komi eg til tíðir í tankar um Róa Patursson og Jóanes Nielsen í ávikavist tilveru- og kroppsfokuseraðu yrkingunum: "Hvíta húðin er spent út á krókar/ til lívfrøðingin at skera í,/ leita í og kanna/ við vaksnum, kønum fingrum,/ ið reka fløkta píkatráðsnoðað upp,/ spæla ókendar sangir á streingirnar,/ hann heldur seg síggja/ hava eitt beinleiðis samband/ við hvíta hválvið undir skallanum,/ har hann heldur seg hoyra/ ekkóið/ frá veikum røddum,/ ið siga: Vakna!// Afturlatna renslið letur seg upp". Men mest av øllum komi eg í tankar um Sissal Kampmann sjálva, tí eg kenni aftur hennara poetisku rødd, køksgardirnurnar, tær originalu, krystallkláru sansaskrásetingarnar og rørandi óundansleppandi longsulin, sum merkir lýsingarnar av aldarinnar kærleikssøgu. Endurtiknar reglur skapa smáar forskjótingar, sum eru áhugaverdar, men sum til tíðir gerast møðsamar at fylgja, eg troyttist í hvussu so er eitt sindur av at fylgja hesum mongu ymisku royndunum at dissikera tankar og kenslur og teirra leið úr heilakyknunum og yvir á telduknøttarnar. Sjálvt um teksturin greidliga er skrivaður og settur saman við nærlagni, hevði bókin fungerað betri sum yrkingarsavn, var hon strammað upp og stytt.
Sissal Kampmann er kanska allarbest í teimum ørastu yrkingunum og her hava endurtøkurnar jú sítt kravda pláss sum stílfigurur, ið akkumulerar kensluna av uppøstari, trávillari vónloysisøði. Í mínum ummæli av Endurtøkum fanst eg á sinni at trivialbókmentaligum orðingum, okkurt við saltsmakkinum á varrinum, sum var óberligur, men salta kritikkin eti eg í meg aftur, tí eg haldi, at Sissal Kampmann dugir serliga væl við tí salta erotikkinum og teimum Barbara Cartlandsku undirtónunum: Afturvendandi/ myndin av tínum eygum,/ sum áhaldandi/ og enn líka/ undrandi hyggja inn í meg.// Inn í katedralin undir hvíta hválvinum. Inn ígjøgnum rimarnar í bringuni./ Inn ígjøgnum kanalirnar./ Inn í afturlatna/ renslið.// Húðin er framvegis hvít, bleyt og skelvandi/ í gjóstrinum og í saltrákanum frá havinum,/ sum slapp inn milum rivurnar í vegginum,/ inn millum skurðirnar í húðini, inn um kjøtið.// Legði seg á varrarnar, seig inn undir hvíta hválvið,/ gleði inn í innvølirnar.// Eg minnist alt.// Góði lat eyguni aftur." Men romantikkurin er sjálvandi sum heild djúpari og meira undirgangsmerktur enn hann plagar at vera í trivialbókmentum við støði í t.d. yrkingini hjá Dylan Thomas, sum Sissal Kampmann parafraserar í yrking á síðu 36, og sum byrjar soleiðis: "Nei, eg fari ikki/ stillisliga,/ róliga,,/ ótarnað/ inn í náttina,/ tú kallar góða...". Tann yrkingin skal eins og hinar lesast í síni heild á síðu 36-37í yrkingarsavninum 4D, ein kompleks kaleidoskopisk heild av afturvendandi kærleikssøgum, sum savnast og spjaðast og sum fleiri staðni glógvar av poetiskum ríkidømi.
(KP)