Thursday, January 9, 2014

Mpiri við í operaini Alverden godnat



Myndin er av trimum kórsangarindum, Sissal Clemmensen, Jóhanna av Steinum og Katrin Næs Hansen, sum syngja í føroyska kórinum í Keypmannahavn, Mpiri. Í næstu viku er kórið við í operuni "Alverden god Nat." Hetta verður í Operahúsinum í Keypmannahavn. Tað er ensemblið, Figura, ið hevur tikið stig til operaina, Alverden God Nat.Tónasmiðurin í FIGURA, Peter Bruun er hann, sum hevur skrivað tónleikin. Rithøvundurin Ursula Andkjær Olsen hevur skrivað tekstin. Operain snýr seg um Jens Munk. Hann var kanningarfari hjá Christiani IV kongi, sum sendi hann kanningarferðir. Men Jens Munk fann ikki út av tí, sum hann skuldi, hóast hann gjørdi tríggjar royndir, ið altso allar miseydnaðust. Fyri hetta setti kongur hann í fongsul. Jens Munk skrivaði dagbók, og librettoin er grundað á hesa dagbókina.

http://www.snyk.dk/nyheder/ny-opera-om-den-noble-fiasko

http://da.wikipedia.org/wiki/Jens_Munk







(KP)