Friday, January 3, 2014

Tú kallar meg lívstjóv


Sissal Kampmann gav áðrenn jól út sítt fjórða yrkingarsavn. Her er ein yrking úr savninum. Ummælið kemur í morgin. 



Tú kallar meg
lívstjóv.

Eg kenni meg meira
sum eina grøna glasfløsku
fulla av marmorkúlum.

Tær eru kaldar. Rundar. Bleytar.
Um eg haldi nóg leingi um tær,
hitna tær.

Tá eg leggi tær á borðið
rulla tær
móti kantinum 
á runda borðinum.

Eg minnist.

Megni at steðga fallinum
við hvíta fingrinum, sum hevur lært,
hvat hann eisini kann brúkast til.
Flyti meg á stólinum,
telji kúlurnar á borðinum.

Seinastu dagarnir hava verið
fullir av
krøvum.

Av áhaldandi ringlandi perlum
á snórum, í fløskum,
á borðum
og í afturlatna 
renslinum.

Øll árini, ið eru gingin.
Øll orðini, ið eru søgd.
Roknskapurin er um at 
vera liðugur.

Krevja meg. Áhaldandi.
Afturlatna.

Eg havi eina kúlu í hjarta
chakranum.
Í dunnubringukuldanum
situr hon
føst.

Ynskini um at eiga alt.
Aldri at lata nakað fara
letur meg enn einaferð einsamalla
meðan eg fylli marmorkúlur
í 
grønar
glas
fløskur.
Seti proppin á,
áðrenn tær 
leggja skógirnar í oyði.


s.126-127 í 4D