- Ætlar landsstýrismaðyrin at endurskoða skipanina fyri Mentanargrunnin?
- Um ja, hvørjar eru ætlaðu broytingarnar?
- Hvussu skal nýggja játtanin til filmslistina umsitast?
- Eru listaráð fyri ávísar listagreinar sett, sum Mentanargrunnurin kann søkja sær sakkøna ráðgeving hjá?
- Hevur landsstýrismaðurin umhugsa, at broyta ásetingarnar í lógini um krøv til fakligu førleikarnir hjá nevndarlimunum?
- Er ætlanin at broyta grein 4 í kunngerðini um starvslønir?
- Er tað rætt, at Mentanargrunnurin sum nakað nýtt nú krevur, at verkætlanin skal verða liðug, áðrenn játtaður stuðul verður útgoldin?
- Um svarið til sp 7 er játtandi, er hetta so lóglig umsiting, tí kunngerðin, ið liggur á heimasíðuni hjá Mentanargrunninum er ikki broytt.
- Hvussu nógv av tí, sum Mentanargrunnurin játtar til stuðulsumsøkjarar árini 2011, 2012 og 2013, var ongantíð útgoldið til fólk - og tí ikki gagnnýtt?
- Ger grunnurin nakað fyri at tryggja, at tað er eitt realistiskt lutfall millum upphæddirnar, søkt verður um, og tað, sum verður játtað, soleiðis at játtaðu upphæddirnar kunnu verða útgoldnar?
- Hvat hendir við tí peningi, sum ikki verður útgoldin?
- Er tað rætt, at grunnurin noktar umsøkjarum stuðul til somu verkætlan árið eftir?
- Um svarið til sp 12 er játtandi, hvar finst heimildin fyri hesi grundgeving?
Viðmerkingar:
Tað er gleðiligt, at játtanin til Mentanargrunnin hækkaði nakað aftur fyri 2014 og at filmslistin loksins er komin á fíggjarlógina. Sum vera man, tá játtanirnar eru smáar og ynskini hjá lista- og mentafólki stórar, er kjakið um, hvussu játtanin verður umsitin heldur smáligt og óvirðiligt. Tað tykist stundum sum hvør listagrein sær vil kradda sum mest til sín sjálvs, í staðin fyri at hava eitt sakligt og virðiligt kjak um dygd.
Tað hoyrast ofta atfinningar um arbeiðsháttin hjá Mentanargrunninum. Tær mest vanligu eru, at nevndin átti at haft størri vitan og innlit um list, og at avgerðir um umsøkjarar skulu fáa stuðul ella ikki, verða tiknar tilvildarliga. Eisini verður ofta sagt, at reglur, ella atlit verða broytt, alt eftir ráki, gitingum um viðurskifti hjá umsøkjara og øðrum tilvildarligum her og nú kenslum. Starvslønirnar og stuðulsupphæddir sum heild, verða uppfataðar sum fólkalig útlutan av pengum, heldur enn ein íløga í dygdargott listaligt arbeiði, ið møguliga kann geva samfelagnum góðar og áhugaverdar listaligar upplivingar. Í árunum 2010, 2011 og 2012 fingu ml 30 og 40 fólk starvsløn, flestu í 1-3 mð. Her kundi verið lagt á annan bógv, soleiðis at man gjørdi sær ómak við at velja út (eftir listaligum o.ø kriterium) og tordi at satsa uppá at færri fólk fingu starvsløn í 6mðr ella longri og hesi so veruliga høvdu møguleika at útinna eitt veruligt avrik.
Ad 1, 2 og 3: Tað hevur ljóðað frá landsstýrismanninum, at hann arbeiðir við at fremja broytingar í mentanargrunninum, tí hevur tað áhuga hví hann heldur tað er neyðugt við broytingum og hvørjar hesar eru. Mong ynski eru frá ymsum áhugabólkum um broytingar í grunninum. Td verður ofta ført fram, at yrkislistin átti at havt ávísan markaðan part av játtanini og tað meir “kommerciella” átti at havt sín part, so tað ikki er orsøk til klandur millum ymsu áhugabólkarnar. Og nú er filmslistin komin inn sum nýggj serstøk játtan undir Mentanargrunninum, tí hevur tað týdning at vita hvussu pengarnir til hesa nýggju listagrein skulu umsitast.
Ad 4: Í starvsskipanini stendur, at “Ætlanin er at skipa listaráð fyri ávísar listagreinar. Til hesi ráð kann nevndin søkja sær sakkøna ráðgeving hjá avvarandi felagsskapum ella hjá stovni ella einstaklingi, sum nevndin metir hevur neyðturviligan førleika í málinum, sum umsóknin snýr seg um.” Tað er áhugavert at fáa at vita, um hesi listaráð eru skipað og um ja, hvussu mong tey eru og hvussu tey virka.
Ad 5: Í grein 3 í lógini um Mentanargrunn Landsins stendur, at “Nevndin skal hava breiða samfelagsliga og mentanarliga umboðan.” Tað kann undra, at lógin sum tað fyrsta nevnir samfelagsligar førleikar og als ikki nevnir listaligar førleikar. Í somu grein stendur, at landsstýrismaðurin tilnevnir formann og næstformann og í løtuni hava bæði umboðini hjá landsstýrismanninum førleikar innan tað samfelagsliga økið. Tey, ið arbeiða við list burturav, hava aftur og aftur eftirlýst, at nevndarlimirnir í Mentanargrunninum hava størri innliti í listina.
Ad 6: Javnan hoyrist stór ónøgd við, at játtanin verður pettað í so mong, smá pettir, ístaðin fyri at lata færri umsøkjarum hægri stuðul ella starvsløní eitt longri tíðarskeið.
Ofta eru játtaðu stuðulsupphæddirnar so smáar, at ógjørligt er at gjøgnumføra verkætlanina, - serliga nú nýggj siðvenja tykist vera um, at peningurin ikki verður útgoldin fyrr enn verkætlanin er liðug. Hetta ger, at hóast umsøkjari hevur fingið játtað eitt sindur av stuðli, so er ógjørligt at gjøgnumføra verkætlanina og stuðulin fellur tí ofta aftur til Mentanargrunnin.
Eisini er ónøgd við, at tað skal vera ein ávís verkætlan, fyri at játtan kann latast. Yrkislistafólk, td. myndlistafólk, hava ofta torført við at vísa á eina ávísa verkætlan, tá søkt verður. Júst hesin bólkur hevur tó serliga stóran tørv á at fáa arbeiðsfrið og tá er 1, 2 ella 3mðr starvsløn ov lítið.
Ad 7 og 8: Tað frættist, at Mentanargrunnurin nú krevur, at verkætlanin skal vera liðug, áðrenn stuðulin verður útgoldin. Hetta samsvarar ikki grein 7 í kunngerðini um Mentanargrunnin, “stuðulsmóttakari skal lata nevndini fyri Mentanargrunni roknskap og frágreiðing, eftir at tiltakið er av, tó í seinasta lagi 1. mars árið eftir játtanarárið”. Hvussu hongur hetta saman?
Ad 9-13: Av tí, at játtaðu upphæddirnar eru so smáar er ofta ógjørligt hjá stuðulsmóttakaranum at gjøgnumføra verkætlanina, og tí eru dømir um at játtanin fellur aftur til Mentanargrunnin. Um sami umsøkjari søkir aftur árið eftir, fær hann noktandi svar, tí við tí grundgeving, at umsøkjarin longu hevði søkt um pengar til somu verkætlanir árið frammanundan. Hóast umsøkjarin reelt ongantíð fekk peningin útgoldnan. Spurningurin er, hvar heimildin er til at brúka hesa grundgeving.
9. januar 2014
Gunvør Balle
tingkvinna