“We read to know that we are not alone” segði CS Lewis.
Tað rann mær til hugs, tá eg í gjár las Hinumegin er mars eftir Sólrun Michelsen. Langt síðani eg havi havt eina so heilskapta, vælskrivaða, vakra og – á sín stillisliga hátt – djarva føroyska bók í hondunum.
Hetta er ein so poetisk lýsing av gerandisviðurskiftum, at mann fer at hugsa um Móðir Sjeystjørnu hjá William Heinesen.
Dramatiskar krimisøgur sum morð og blóð hava farnu árini næstan yvirtikið bókmentirnar.
Hetta fer beint ímóti rákinum. Hinumegin er mars er ein hugfangandi forteljing um nakað, ið at síggja til als ikki er dramatiskt. Sólrun letur seg ikki einaferð freista til at brúka klisjéir fyri at skapa drama og framdrift.
Í fyrraárið fekk Merethe Lindstrøm bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri bókina Dagar í kvirrunnar søgu. Hon fekk nógv rós fyri at duga at fortelja um lívið í einum húsum, har lítið hendi og lítið var sagt millum hjúnini. Men hon lat eina útlendska kvinnu koma inn í tann støðuhylin, sum hjúnarbandið var, fyri at kunna lýsa hetta.
Tað er ringt at samanbera bøkur, men eftir mínum tykki ger Sólrun tað betur enn Merethe. Hinumegin er mars leiðir lesaran sjálvan niður í støðuhylin og vísir honum, hvussu djúpur hann er.
Bókin er um sambandið millum eina eldri kvinnu og mammu hennara, sum verður veikari og veikari, fer í barndømi – og doyr.
Henda gongd kann viðhvørt vera tung – men øll skulu vit ígjøgnum hana. Vit skulu ið hvussu er ígjøgnum okkurt, sum líkist. Hetta er um støðuhylin, sum lívið hjá okkum øllum einaferð verður til.
Tað at síggja til fábroytta lívi, sum verður lýst í bókini, kann tykjast tungt og virðislítið – men Sólrun Michelsen dregur fram poesiina í júst hesum monotona gerandislívi. Hesi poesi eiga øll lut í – men vit síggja hana ikki, fyrr enn onkur letur okkum eyguni upp fyri henni.
Skaldskapur skal leiða okkum burtur í aðrar heimar og ævintýr, vit aldrin kunnu gerast partur av. Men skaldskapur skal harumframt læra okkum at síggja litirnar í tí lívi, sum vit sjálv mugu liva – eisini, tá vit ikki hava valt tað sjálv.
Henda bókin ger tað seinna – og tað ger hon væl.
We read to know, that we are not alone. Hinumegin er mars er um teg og meg og minnir okkum á, at vit eru ikki einsamøll.