Tann finski festivalurin, Heja Suomi, í Norðurlandahúsinum, bjóðar heili tríggjar listaframsýningar. Í forhøllini framsýnir Steinprent verk eftir finsk listafólk, sum hava arbeitt á verkstaðnum. Tita Vinther sýnir eisini fram í forhøllini, og í Skálanum ber til at uppliva ljós- og ljóðinstallasjónina Community" eftir Terike Haapoja.
Finsk verk úr Steinprenti
Steinprent, Grafiski Verkstaður Føroya, hevur risa stóran týdning fyri føroyskt listalív. Hvørt ár vitja nógv norðurlendsk listafólk at skapa teirra list á verkstaðnum, men umframt list, verða eisini nógv
nýggj sambond skapað og arbeiðið á verkstaðnum er inspirasjón fyri føroysk listafólk. Millum tey norðurlendsku listafólk, sum seinastu árini hava arbeitt á verkstaðnum, eru trý finsk: Outi Heiskanen, Anna Seppälä og Ilona Raipala, sum øll - hvør á sín hátt - hava givið sítt virðismikla íkast til føroyska listapallin.
Tita Vinther
Tita Vinther, sum er ættað úr Finnlandi, sýnir fram verkið ”Mítt segl”, sum er vovið úr mannahári. Seglið er eitt myndevni, sum hevur hugtikið Titu Vinther í nógv ár. Tað er eitt myndevni, sum eigur nógvar søgur í sær og eitt myndevni við einum klárum og spennandi skapi, sum Tita Vinther megnar at formbroyta á ein fantastiska lyriskan hátt. Saman við nógvu søgunum vevast óendalig hugasambond og týdningar inn í verkið - gjøgnnum tilfarið, strukturin og einastandi fína brúkið av rúmi, tómleika og fyllu.
COMMUNITY
Finska listakvinnan Terike Haapoja framsýnir fantastiska verkið Community.
Entropi, onnur alisfrøðiliga lógin um varmalæru, er eitt mát fyri, hvussu ein verandi skipan hevur lyndið til spontanar broytingar. Entropi lýsir gongdina til alsamt størri ólag í alheiminum. Allar skipanir hava kós móti øktum entropi; munurin millum verandi støður og eindir hvørvur so líðandi. Í entropisku gongdini vendist ikki aftur.
Tá vit doyggja, hvørvur munurin millum okkum og okkara umhvørvi. Vit geva burtur ta orku, sum er neyðug fyri at uppihalda lívinum, vit missa greiða skapið á kroppinum, og til seinast verða vit dust. Vit síggja, hvussu hetta hendir fyri onnur, men ikki okkum sjálvi; deyðin rakar altíð onkran annan. Í eini tíð við veðurlagsbroytingum og hópframleiddum íðnaðarvørum burtur úr djórum og øðrum handilsvørum, síggja vit, hvussu entropi og deyði verða sameind við kapitalistiska búskapin. Tess skjótari vørurnar rotna, tess effektivari verður kapitalumfarið. Men hóast villingarsjónina um endaleyst avkast frá vørunum, vendist gongdin ikki, sum lógin um entropi spáar. Einstaklingar og
djórasløg hvørva.
Installasjónin COMMUNITY er fimm video projeksjónir og ljóð. Í hvørjum video, sum er tikið upp við hitaleitandi infrareyðum kamera, sæst hvussu eitt djór kølnar eftir deyðan. Í prossessini hvørvur myndin av djórinum spakuliga, sum kroppurin gevur frá sær hitan. Áskoðarnir, sum savnast kring installasjónirnar, gerast partur av gongdina, sum varir millum tveir og fimm tímar.
(IS)