Svar upp á fyrispurning frá Gunvør Balle, løgtingskvinnu, nr. 29/2013, eftir Tingskipanini § 52a. Fyrispurningurin um Mentanargrunn Landsins, er settur Bjørn Kalsø, landsstýrismanni.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at endurskoða skipanina fyri Mentanargrunnin?
2. Um ja, hvørjar eru ætlaðu broytingarnar?
3. Hvussu skal nýggja játtanin til filmslistina umsitast?
4. Eru listaráð fyri ávísar listagreinar sett, sum Mentanargrunnurin kann søkja sær sakkøna ráðgeving hjá?
5. Hevur landsstýrismaðurin umhugsað at broyta ásetingarnar í lógini um krøv til fakligu førleikarnar hjá nevndarlimunum?
6. Er ætlanin at broyta grein 4 í kunngerðini um starvslønir?
7. Er tað rætt, at Mentanargrunnurin sum nakað nýtt nú krevur, at verkætlanin skal vera liðug, áðrenn játtaður stuðul verður útgoldin?
8. Um svarið til spurning 7 er játtandi, er hetta so lóglig umsiting, tí kunngerðin, ið liggur á heimasíðuni hjá Mentanargrunninum, er ikki broytt?
9. Hvussu nógv av tí, sum Mentanargrunnurin játtar til stuðulsumsøkjarar árini 2011, 2012 og 2013, var ongantíð útgoldið til fólk - og tí ikki gagnnýtt?
10. Ger grunnurin nakað fyri at tryggja, at tað er eitt realistiskt lutfall millum upphæddirnar, søkt verður um, og tað, sum verður játtað, soleiðis at játtaðu upphæddirnar kunnu verða útgoldnar?
11. Hvat hendir við tí peningi, sum ikki verður útgoldin?
12. Er tað rætt, at grunnurin noktar umsøkjarum stuðul til somu verkætlan árið eftir?
13. Um svarið til spurning 12 er játtandi, hvar finst heimildin fyri hesi grundgeving?
Svar
Til 1-2: Arbeitt verður í løtuni við lógaruppskoti, sum hevur til endamáls at styrkja Mentanargrunn Landsins, soleiðis at hann í størri mun kann ráðgeva landsstýrinum í yvirskipaða mentanarpolitikkinum. Harumframt er ætlanin, at nevndin í grunninum í ávísum førum í størri mun skal hava møguleika at søkja sær serkøna hjálp á sonevndum fakligum listafundum, sum verða skipaðir við serkønum innan ávísar mentanar- og listagreinar, og sum kunnu veita nevndini í grunninum fakliga ráðgeving í stuðulsspurningum. Ætlanin er eisini at geva Mentanargrunninum heimild at umsita aðrar stuðulsjáttanir, sum landsstýrismaðurin hevur ræðisrættin yvir. Í hesum partinum av umsitingini av stuðulsjáttanum er ætlanin, at nevndin í Mentanargrunninum ger tilmæli til landsstýrismannin at avgreiða umsóknirnar eftir.
Til 3: Ætlanin er, at játtanin til filmslist verður løgd til Mentanargrunnin at umsita. Serkøn innan filmsøki verða við í viðgerðini av stuðulsveitingunum í sonevndum fakligum listafundum, sum eru umrøddir í svarinum til 1-2.
Til 4: Í starvsskipanini fyri Mentanargrunnin er tilskilað, at Listaráð fyri ymsar listagreinar kunnu verða sett. Hetta hevur ikki verið brúkt, hóast Mentanargrunnurin kann hava leitað sær serkøna hjálp eftir tørvi.
Í lógaruppskotinum, sum er nevnt undir spurningi 1-2, verður lagt uppfyri, at sokallaðir ”listafundir” kunnu verða skipaðir eftir tørvi, og m.a. filmslistin kann verða viðgjørd á einum slíkum listafundi við serkønum innan filmslist.
Til 5: Lógin um Mentanargrunn Landsins sigur, at nevndin skal hava breiða mentanarliga og samfelagsliga umboðan, og tað ætli eg framhaldandi, at hon skal. Harumframt fara sum fyrr nevnt fakligir listafundir at verða skipaðir eftir tørvi, fyri framhaldandi at tryggja fakliga støði.
Mentanargrunnur Landsins hevur sum endamál at veita stuðul innan mentan og list til bæði leik og lærd, og tað skal grunnurin eftir ætlan framhaldandi gera.
Til 6: Flestu umsóknir til grunnin snúgva seg um starvsløn í styttri tíðarskeið - vanliga millum 1 og 6 mánaðir. Grunnurin fær javnan at vita, at játtaða starvslønin - tó at hon í summum førum er styttri enn tað tíðarskeið, ið søkt var um - er komin sera væl við, og at starvslønin hevur ein týðandi leiklut í at tryggja, at verkætlanin veruliga verður framd í verki.
Ætlanin er tí ikki at broyta § 4 í kunngerðini um starvslønir.
Vert er tó at geva gætur, at starvslønin, ið verður útgoldin sum vanlig løn sambært Kunngerð um Mentanargrunn Landsins, nr. 109 – 21. september 2000, § 4, er ein føst upphædd mánaðarliga, og vanligi stuðulin, ið verður útgoldin í einum, kann vera ymiskur, alt eftir ítøkiligu umsóknini. Vanligi stuðulin verður latin eftir § 6 í nevndu kunngerð.
Til 7-8: Mentanargrunnurin hevur upplýst, at tá ið umsókn verður gingin á møti, verður samstundis boðað umsøkjaranum frá, at peningurin verður goldin so skjótt grunnurin fær vissu fyri, at verkætlanin verður framd í verki. Somuleiðis verður umsøkjarin kunnaður um, at játtaði stuðulin sum meginregla skal verða nýttur innan fyri eitt ár, tó at undantøk kunnu verða. Henda mannagongd er grundað á, at grunnurin ikki – í óavmarkaða tíð – kann støðla játtaðan stuðul. Grunninum kunnugt hevur hetta verið mannagondin í meira enn 30 ár. Hetta merkir, at tað er ikki krav, at verkætlanin skal vera liðug, áðrenn stuðulin verður útgoldin.
Til 9: Samlaða játtanin til Mentanargrunn Landsins og Týðaragrunnin var bæði í 2011 og 2012 6,412 mió. kr. Játtaður, men ikki útgoldin stuðul, var sambært Mentanargrunninum í 2011 290.000 kr., og játtaður, men ikki útgoldin stuðul, var í 2012 143.000 kr.
Av tí at 2013 júst er farið aftur um bak, ber ikki til enn at staðfesta, hvussu nógvur játtaður stuðul ikki verður útgoldin. Hetta kann í fyrsta lagi gerast upp við árslok 2014, hevur Mentanargrunnur Landsins upplýst fyri Mentamálaráðnum.
Til 10: Mentanargrunnurin upplýsir, at stuðul verður játtaður við støði í einstøku umsóknini, og mett verður í hvørjum einstøkum føri um upphæddina, sum latin verður. Atlit verður í ávísan mun tikið til kostnaðarætlanina, men játtan grunsins er avmarkað. Sí eisini viðmerkingarnar til spurning 12-13.
Til 11: Játtaður stuðul, sum ikki verður nýttur, fellur aftur til Mentanargrunnin og hvørvur tískil ikki úr skipanini.
Til 12-13: Avgerð grunsins um annaðhvørt at ganga eini umsókn á møti ella ikki tekur støði í meting nevndarinnar av teirri ítøkiligu umsóknini. Í ávísum førum verða verkætlanir stuðlaðar í fleiri umførum, í øðrum førum ikki. Játtan grunsins er avmarkað, og tað er tí tíverri ikki gjørligt hjá Mentanargrunninum at geva øllum dygdargóðum umsóknum játtandi svar.
(KP)