Wednesday, January 1, 2014

Ein útspilt nýggjárssending og ein vala listaheiðursløn


Ein nýggjársdag sum hendan er ikki tespiligt at tendra fjasibókina og síggja øll óflýggjaorðini um nýggjárssendingina í sjónvarpinum. Eg var sjálv við, og helt tað ganga ókey, sjálvt um tað var eitt sindur torført at konsentrera seg í øllum larminum í rúminum. Eg eri í grundini eitt sindur troytt av hasari ævigu samanblandingini av café- og ballstemningi og seriøsum práti, sum tey festligu allíkavæl ikki tíma at lurta eftir. Innsløgini kundu líka væl verið framleidd frammanundan, haldi eg. Restina av sendingini havi eg ikki sæð og tað skal eg opinbart heldur ikki, skal eg trúgva øllum teimum mongu á gronbókini, men eg lurtaði eftir løgmansrøðuni, sum tekur støði í listini í teimum trimum bókmentavarðunum: William Heinesen, Christian Matras og Heðin Brú og tað velji eg at taka sum eitt tekin um, at tað eisini í politisku skipanini onkrastaðni finst forstáilsi fyri stóra týdninginum, sum listin og listafólkini hava fyri samfelagið. 

Annars, so var tað, sum eg hoyrdi, meðan eg bíðaði uppi á hotellinum, gott. Teitur Lassen spældi og sang væl og inniliga sum altíð og Byrta spældi við smittandi gleði, so at tað var ringt at standa still, og sjálvt um brotið úr Klaksvík er eitt sindur for upplagt tilfar hjá Føroyaportalinum, ger tað einki, tað sá hugnaligt út og har var format yvir teirra listaheiðursløn, tað má eg siga. Hanus G.Johansen hevur av sonnum uppiborið tað flotta herðaklappið og 75.000 krónur frá Klaksvíkar Kommunu og Vinnuni. Vit ynskja øllum okkara lesarum gott nýggjár, og Hanusi hjartaliga til lukku við heiðurslønini. Her er røðan hjá Jógvani Skorheim, borgarstjóra í Klaksvík, sum hann helt í gjárkvøldið. 


Gott kvøld, øll somul – bæði tit, ið eru savnað her á Posthúshorninum í Klaksvík, og tit kring landið, sum eru við til hesa løtu umvegis sjónvarpið. Hiðani ynskja vit okkara bygdafólki og landsmonnum eitt av Harranum signað nýggjár. Okkara tankar leita eisini til tykkara, sum í hesum døgum upplivað eina tunga og krevjandi tíð.

Vit eru í kvøld stødd mitt í Klaksvík. Her í Vági krossaðust gøturnar til teir gomlu býlingarnar – norður á Biskupstø, út í Klaksvík, niðan í Gerðar og niðan í Uppsalar. Krossvegurin hevur verið eitt knútapunkt í býnum, og við krossvegir kunnu vit uppliva, hvussu tíðin broytir, bjóðar av og skapar nýggjar møguleikar. Krossvegir noyða okkum eisini at velja, og tá ið tíðin hevur bjóðað okkum føroyingum av, hevur valið altíð verið møguleikarnir fram um forðingarnar. Her á tí føroyska gøtuhorninum – Posthúsjørninum – hava vit upplivað, hvussu vit fóru frá feudalum bóndasamfelag til fiskivinnusamfelag, og hvussu vit nú – tá ið krossvegurin gjørdist rundkoyring – taka nýggjar tættir við tøkni og upplivingum til okkum.

Posthúsið skal endurskapast til modernaðan mentanardepil, bøirnir um hornið verða nú eisini brúktir til stóran tónleikafestival, og sum vit standa her við gamla krossvegin, kunnu vit hava allan heimin í lummanum.

Vit vita eisini, at fyri 70 árum síðani var ein bumba tveitt yvir hendan býlingin, og í Gamla kirkjugarði, sum liggur her í Vági, minnast vit tey mongu, ið vit hava mist – eisini á sjónum. Tað er við virðing fyri fortíðini og farnum ættarliðum, at vit líta frameftir og møta nýggju tíðini sum einstaklingar og samfelag – eitt føroyskt samfelag.
Ein av teimum, sum hevur sett dám á hetta umhvørvið, er ein tónleikari, sum nú er blivin føroysk fólkaogn. Fólkakærur fólkasangari, sum hevur spælt til gaman og álvara. Fyri meira enn fjøruti árum síðani sat hann her á posthúsjørninum og spældi og sang fyri fólki. Ungur og framfýsin við sínum trúgva fylgisneyta, gittarini, og við eini rødd, sum vaks seg stóra og sterka. Hann ferðaðist her í lokaløkinum, fór á flog – og fór á ferð úr býnum.

Í vaksnum aldri, tá ið hann fór at geva tónleik út, tóku føroyingar hann av álvara til sín, og síðani miðskeiðis í áttatiárunum, hava vit øll verið trúgvir fylgisneytar hjá honum og hansara tónleiki. Hann hevur tulkað stórar yrkjarar og skapt tónleik, sum eingin annar kann – ikki minst eftir at hann fór í ferðalag við samsintan yrkjara sunnan úr Sumba. Røddin er eitt eyðkenni, men treystar tulkingar, framúr framførslur og eitt tíðarleyst trúfesti ímóti tónleikinum og tekstunum gera, at hann telist millum okkara stóru listarfólk.

Hann livir listina – hann er sín heilt egni – og hann er framvegis viðkomandi og aktuellur. Tey ungu flokkast framvegis um hann, og hann er boðin innar í fínastu mentanardeplar at spæla. Í kvøld bjóða vit honum vælkomnum heimaftur. Heim á Posthúsjørnið, her tað onkursvegna byrjaði. Og her vit kunnu vissa hann um, at tá ið hann um eina løtu fer at spæla nakrar sangir, fer eingin at reka hann burtur hiðani.

Vit lata í kvøld á fyrsta sinni nýggja listavirðisløn til listafólk úr lokaløkinum, ið hevur avrikið nakað serstakt. Og nú vit lata hesa virðisløn, kunnu vit bara staðfest, at á fold er bert ein Hanus G. Johansen!

Listavirðisløn Nólsoyar Páls 2013 verður latin Hanusi Gerdum Johansen.




(KP)