Saturday, January 18, 2014

Ein góð mynd hjá Claus Carstensen


Á heimasíðuni kopenhagen.dk datt eg um hesa myndina hjá Claus Carstensen. Ein kollasja, ið er átøk einari upphangstalvu við myndum, m.a. prentum og prentrestum úr Steinprenti m.a. av plakatini til framsýningarnar Klaksvikaffærer og tveimum prentum, sum listamaðurin gjørdi við íblástri í ræðuleikunum hjá Khmer Rouge. Lesarin kennir kanska vøkru damuna aftur frá myndini. Tað er Brigitte Mohnhaupt, sum var limur í yvirgangsfelagsskapinum Rote armee fraktion. Claus Carstensen tekur støði í radikalismu, hann oyðileggur myndirnar, deface´ar tær og ger tær á tann hátt til egin listaverk eitt sindur á sama hátt sum tá Bono á einari U2 konsert presenteraði sangin Helter Skelter við orðunum "This is a song Charles Manson stole from TheBeatles. We're stealing it back."





http://kopenhagen.dk/artguide/single/article/pavilion-of-the-naked/