Thursday, January 30, 2014

NÝGGJ FRAMSÝNING Á LISTASAVINUM



Í morgin, fríggjadagin tann 31. januar kl. 16 letur Listasavn Føroya dyrnar upp fyri framsýningini Bárður Jákupsson. Fjallasjónir.

Til hetta stórbæra heitið svarar ein fanfara av málningum við teirra litum og ljósi, teirra kraft og poesi, abstraktión og náttúruíblástri. Flestøll verk á framsýningini eru nýggj, tó eru eisini eldri verk við.

Bárður Jákupsson fylti 70 ár í desember, og framsýningin er sostatt ein heilsan ikki bara til listamannin, men eisini til tann køna og ótroyttiliga listamiðlaran og ikki minst, til leiðaran av listasavninum í mong ár: Mr. Faroese Art.

Uttan mun til runda dagin, er kortini góð orsøk til at hava framsýning við Bárði Jákupssyni. Hann hevur longu í mong ár arbeitt við lodrætta landslagnum í berginum sum støði fyri abstraktum sjónum við dámi av lodrøttum rútmum, ógvisligum penslastrokum, rennandi máling við lýriskum ella dramatiskum litklangum. Málaður tónleikur.

Tey seinastu árini hevur hevur Bárður Jákupsson ment sítt musikalska málarí til tað virtuosa, samstundis sum hann hevur gingið nýggjar leiðir við nýggjum litsterkum og prýðiligum myndum við dámi av emaljuarbeiði. Samstundis koma listaligi lættleikin, kunnleikin og poesiin at nýggjum hæddum í vatnlitamyndunum hjá Bárði Jákupssyni. Sæð úr hesum ljósi eru 70 ár eingin aldur!

Tá framsýningin letur upp fríggjadagin 31. januar kl. 16 spæla Kristian og Mikael Blak eitt verk skrivað til eina av myndunum hjá Bárði Jákupssyni. Tað er í allar mátar ein musikalskur listamaður ið verður fagnaður.

Saman við framsýningini er ein bók á donskum útgivin av forlagnum Atlantia við greinum eftir Anne Lie Stokbro og Nils Ohrt. Bókin kostar 250 kr., á upplatingardegnum fæst hon fyri kr. 200.

Framsýningin er opin til sunnudagin 30. mars.

Mikudagin 26. februar og mikudagin 26. mars verður samrøða við Bárð Jákupsson um hansara list.

Blíðar heilsanir
LISTASAVN FØROYA