Fyrr í tíðini, eg veit ikki nær – tað veit Tróndur. Fyrr
í tíðini vórðu sjómenn, ið doyðu umborð sveipaðir í einum av seglunum og síðani
tveittir fyri borð. Hildið varð, at teir risu upp aftur sum súlukongar.
Tessvegna vórðu súlukongar ongantíð fyribeindir. Tróndur hevur heldur ikki
nakrantíð kipt ein súlukong, sjálvt um hann hevur fangað fleiri á drúgvum
sjóferðum, tá manningin var gorhungrað.
Mytan um súlukongin hevur týdning, eins og tað hevur
týdning hvussu kinverjar ríva litpigmentir. Gamlar veðurvaringar hava týdning,
evnisfrøðiliga samansetingin á steininum hevur týdning, anatomigranskingin hjá
Leonardo og náttúruhugmyndir Platons hava týdning, á sama hátt sum tað hevur
týdning hvørjum djóri hárini á penslinum koma frá og hvussu ein LED pera
virkar. Men tað
hevur ongan týdning.
Tí
samstundis er tað bert formurin, sum hevur týdning. Formsins megi og veikleiki,
hansara tyngd og lættleiki. Í listini hjá Tróndi Patursson savnast ein djúp
vitan um heimin, um upprunan hjá øllum tilfeingi, um filosofisøguna og
listasøguna. Um alt millum himmal og jørð. Í hvørjum einasta verki er
einastandandi vitanin hjá listamanninum til staðar og týdningarmikil samstundis
um hon er týdningarleys.
Hon
ger mun, tí hon er neyðug hjá honum fyri yvirhøvur at kunna skapa. Neyðugt er
at fata glasið, málingina, pensilin, og tað er neyðugt at fata listina,
náttúruna, alheimin. Hon er týdningarleys, tí tað at skapa fyri hann er
kroppsins verk, ein djúp, instinktiv fatan av forminum. Hon er týdningarleys,
tí hon fyri hann ikki er áhugaverd at illustrera ella vísa til.
Sum
ávirkað av Hegelskum skilvísi verður tað týdningarmikla og tað týdningarleysa
sameind í listini hjá Tróndi Patursson. Tað týdningarmikla er treytað av tí
týdningarleysa, og tað týdningarleysa er treytað av tí týdningarmikla, tey eru
treytað av hvørjum øðrum. Sostatt er einki uttan týdning, einki týdningarleyst
í listini. Hvørki vitanin, vit hava ella tað, sum vit ikki vita, tað sum liggur
uttan fyri okkara fatanarramma, tað Tróndur kallar tað kosmika ella tað
ósjónliga, sum bæði er týdningarmikið og týdningarleyst í hansara list og
tessvegna týdningarmikið.
Tað er
týdningarmikið og týdningarleyst og tessvegna týdningarmikið at kenna til
sjómansmytuna um súlukongin, og óteljandi aðrar sagnir um súlukongin, at kenna
teir nógvu týdningar, hansara navn hevur, flúgvimynstrini og beinbygnaðin fyri
at kunna skapa ein súlukong í glasi, sum ikki er ein súlukongur, men ein
formur, sum hevur eina serliga megi og eina serliga skroypiligheit, eina
serliga tyngd og ein serligan lættleika. Soleiðis er tað kanska. Eg veit tað
ikki. Tað ger Tróndur.
Góði
Tróndur Bara tú veitst hvat er týdningarmikið í skapanini av listini. Men eg
veit at tú í dag fært heiðurslønina, tí at tíni listaverk eru týdningarmikil.
Tey eru sublim og stórsligin og upplivingin av teimum er altíð vøkur og taka
ein á bóli.
Eg eri
djúpt takksom fyri at hava lært teg at kenna og eg eri djúpt takksom fyri at
kenna tína list.
Hjartaliga
til lukku, Tróndur.