Monday, January 20, 2014

Listaummælarin í Information sagt upp



- Nei, ummælarar hanga ikki á trøunum nakra staðni og serliga ikki í Føroyum. Føroyingar eru fullgreiðir yvir, at hvørki trø ella bløð er nøkur sjálvfylgja. So ummælararnir, teir fáu, sum eru, mugu bara hanga í ella hanga uppi í listafólkunum ella tónleikarunum ella rithøvundunum ella í mikrofonunum, vín- og ølgløsunum á ferniseringunum, tí arbeiðið er so mikið ólønt heilt erligt, at okkurt má mann fáa fyri ómakin, sum so kanska ikki verður so ómaksfullur, tá mann jú ikki fær eitt reytt oyra fyri útint arbeiði. Reyð oyru fær mann hinvegin av vánaummælum og sum ummælari kanst tú lætt fáa tann tankan, at mentanin er groft undirraðfest sjálvt um ØLL eru ræðuliga áhugað og serliga politikarar elska at reypa av list og mentan, hoyr bara hasa løgnu nýggjársrøðuna hjá løgmanni, ja, altso røðan var ikki heilt við síðuna av (sæð burtur frá faktuellum feilum sum at teir tríggir bókmentavarðarnir komu upp úr útisetu sum útbúnir menn at tæna heimlandinum, tað var ikki heilt soleiðis tað gekk fyri seg), men at leggja Kaj Leo Holm Johannesen eina mentanarliga, ja eina bókmentaliga røðu í munnin, tað tóktist fullkomiliga absurd... - hvønn autoritet hevði undirritaða t.d. havt, um eg helt eina røðu, sum var full av sjómetaforum? Tað hevði ljóðað skítbýtt. Uttan raðfesting nakra serliga hava ummælarar nær og fjar í fleiri ár arbeitt freelance fyri tað mesta, og beint nú hevur fastsetti ummælarin á Information sagt seg úr starvi. Tað er Michael Jeppesen, ið frekur sum ein frítt assosierandi slaktarahundur uttan útbúgving nú í fimm ár hevur verið umdiskuteraður smakkdómari í danska listaumhvørvinum. Brennandi spurningurin er sjálvandi um nakar verður settur í hansara stað...

http://www.kunstkritikk.no/nyheter/en-kritiker-takker-af/




(KP)