Wednesday, January 29, 2014

LISTASTUÐUL - Ein spurningur um at taka listina í álvara


 

Ikki kann sigast annað enn, at Inger Smærup Sørensen fekk aftursvar, tá hon fyri kortum sóknaðist eftir nýggjum kjaki um listastuðulin frá Mentanargrunni Landsins. Tíverri haldi eg ikki, at kjakið higartil hevur víst seg at vera serliga nýhugsað, tí vit hava hoyrt tað mesta fyrr. Í nógvum førum verður argumenterað út frá einum ella øðrum dreymascenario um markleysar resursir. Tað eru tær ikki og tær eiga heldur ikki at vera markleysar, sjálvt um tær kundu verið heldur størri enn tær eru beint nú. Veitingin kann væl hækkast. Sum nú er verða 2,9 mió krónur árliga brúktar til starvsløn, tað er umleið 110 mánaðar. 1 stk trý ára starvsløn vigar tungt, tí tað snýr seg um ein triðing av samlaðu veitingini. Eg havi sjálv argumenterað fyri færri og størri starvslønum, men eitt er vist og tað er, at ein triðingur av samlaðu starvslønarveitingini bert kann latast serstakliga dugnaligum listafólkum. Í dag í Radaranum í Kringvarpsútvarpinum verður kjak um Mentanargrunnin og vónandi hoyrist okkurt nýtt. Her er nøkur uppáhald í kjakinum sett upp grein fyri grein við svarum, og vit byrja við einum gomlum travara.


UPPÁHALD: Lat falla hvat ikki kann standa sjálvt - hví skulu vit yvirhøvur hava listastuðul?

SVAR: Tí at listastuðulin er (ella eigur at vera) ein samfelagsíløga, sum er prógvað at hava alstórt gagn uppá sikt í øllum nútíðar samfelagum.

UPPÁHALD: Starvslønirnar eru ein katastrofa í ár, tí játtanin er pettað sundur í tíðarskeið, sum eru alt ov stutt til at fáa nakað munagott burturúr.

SVAR: Í so fall er talan um eina langtíðargølu. Talið av starvslønarmóttakarum var í 2013 38. Talið svingar eitt sindur, í 2008 fingu 42 starvsløn og fyri tíggju árum síðani í 2014 fingu 23 starvsløn. Tey árini, tá fá hava fingið starvsøn, sæst eitt lyndi til at latið verður longri starvslønir.

UPPÁHALD: Starvslønirnar eru uppetnar av kórum, sum standa og gapa.

SVAR: Nei! Ikki ein starvsløn er mær vitandi farin til nakað kór. Kórini standa og sita í skúlastovum og kirkjum kring alt landið og syngja hvørja viku, tey venja, taka lut í Nýggjárskonsertini og í Ólavsøkusangi t.d. uttan at nakar kórsangari nakrantíð fær eitt oyra burturúr, tað gera tey, tí tey elska at syngja. Onkuntíð fara kór uttanlandsferðir, tá fáa tey til tíðir stuðul eins og tey eiga at fáa, men tað er úr tí partinum av mentanargrunninum, sum ikki fer til starvslønir, og sum verður latin til tiltøk osfr.

UPPÁHALD: Inntøkujavning av mentanarstarvslønum er at snobba niðureftir og tryggja, at hálønt ongantíð fara at søkja starvsløn

SVAR: Hetta er møguliga rætt, undirritaða hevur sjálv fingið starvsløn í 1 mánaða og 2 mánaða og hevur tá tikið frí frá arbeiði fyri at skriva. Var starvslønin inntøkujavnað í mun til árslønina, hevði eg ikki fingið starvsløn. Hinvegin mugu tílík undantøk kunnu lata seg gera í eini neyðugari umskipan, t.d. kunnu sovorðin sum eg fáa honorar úr áðurnevnda "tiltakskassanum".
  
UPPÁHALD: Mentanarstarvslønirnar skulu ikki inntøkujavnast ella administrerast meira enn tær eru frammanundan. At fáast við list og mentan er undirskotsvirkemi, ið ofta inniber frívilligt arbeiði, sum verður gjørt í ferium og vikuskiftum og tí má bera til at fáa starvsløn samstundis sum mann fær sína egnu løn.

SVAR: Eitt sera óprofessionelt sjónarmið, sum heldur fast í, at lista- og mentanararbeiði er á áhugastøði. Frívilligt arbeiði kanst tú onga løtu roknað við at fáa lønt, tí tað er sjálvboðið.

UPPÁHALD: Nevndin í Mentanargrunni Føroya er ikki før fyri at meta um umsóknirnar, tí meginparturin av nevndarlimunum ikki hevur serfrøðiliga vitan um list.

SVAR: Í løtuni er formaðurin løgfrøðingur og harumframt er ein samfelagsfrøðingur í nevndini, umframt listfrøðing, tónleikafrøðing og tónleikara. Serfrøðin kann optimerast í einum listaráði, so at øll listasløgini eru umboðað. Sjálvandi skal nevndin vera mannað við listafakfólkum, tað sigur seg sjálvt. Hevði nakar funnið uppá at sett ein listfrøðing at leiða eina løgfrøðiliga nevnd?

UPPÁHALD:  Starvslønir skulu vera opnar sum nú at søkja hjá øllum. At brúka eitt smalari listahugtak viðvíkjandi starvslønum er ódemokratiskt og drepandi fyri áhugalistina.

SVAR: Áhugalistin verður stuðlað á hvørjum ári í Mentanargrunninum, á trimum fundum í fjør varð samtykt at lata ymiskum tiltøkum/útgávum 453.000 + 513.000 + 644.000 krónur. Tað kann ikki vera nøkur meining í at lata starvsløn fyri áhugavirksemi. 


PS: Eri væl greið yvir, at vit í Føroyum mugu leggja upp fyri og operera við einum serligum og útvíðkaðum professionalismuhugtaki, men rúm og stuðul til semiprofessionela praksis má ikki forða fyri heilprofessionellum hugburði innan stuðulsskipanina.






(KP)