Wednesday, February 13, 2013

Verjurøða listabartrogsins



Tá eg var barn hevði eg ein sera góðan vinmann, sum eg spældi við hvønn dag. Onkuntíð var eg við honum í sunnudagsskúla ella á møti - tað var annars ikki nakað, vit niðri hjá okkum gjørdu nógv við. Uppi hjá teimum vóru tey gudilig og eg minnist, at borðbøn varð biðin hvønn tann einasta dag áðrenn tey fóru til borðs. Umframt at tey vóru gudilig, vóru tey eisini ómetaliga fitt og blíð fólk og har var gott at vera hjá teimum. Men inni í kamarinum hjá vinmanninum vóru vit bæði ikki altíð gudilig, lat meg bara siga sum er, at eitt av okkara yndisspølum var at spæla lækna. Hann var lækni, eg var sjúklingur, og ofta var tað niðanvert beltið, at ymiskt bagdi, ikki sjálvdan var eg komin á fallandi fót. Tað var neyvan skikkiligt heldur, at vit onkuntíð plagdu at bannast. Vit tordu ikki at banna í kamarinum hjá honum, men fóru inn í eitt skáp í kamarinum og har stóðu vit bangin og spent við skínandi eygum og leitaðu fram tey allarljótastu orðini. Hetta vóru nakrar av mínum fyrstu royndum, ið kundu leiða meg fram til staðfestingina, at trýst elvir móttrýst og eg eri enn nokkso hopleys at banna illa, tá eg tosi við prestar ella prædikumenn og at brellast eftir sigarettum, grillmati og grind, tá tey skilagóðu siga mær hvussu eg eigi at liva mítt lív.  

Men hetta lyndið í mær er kanska heldur gamaldags. Í øllum førum fer nútíðarrákið ítøkiliga tann vegin, at politiska korrektheitin støðugt leggur land undir seg, so at tað í dag ikki ber til at leypa serliga nógv framá áðrenn tað gerst ovboðið hjá summum ella hjá nógvum, og tað er gott og eitt lítið sindur strævið viðhvørt. Hugtakið Political Correctness kemur sjálvsagt úr USA, tað kyknaði í universitetsumhvørvinum over there í 1980-90´unum, tá serliga lesandi kvinnur og umboð fyri ymsar etniskar, kynsligar og mentanarligar minnilutar vaknaðu við og kravdu javnrættindi og við javnrættiskravinum fylgdi eisini eitt krav um, at mann ikki fann seg í, at vera umrøddur á ekskluderandi hátt. Støðið undir politisku korrektheitini er sostatt skilagott og snýr seg um størri tilvit í mun til hvat vit siga og um javnbjóðis virðing fyri hvørjum øðrum. Men økti politiski korrektleikin hevur saman við sterku nýpuritanismuni, sum eisini kemur úr USA og støðugt vaksandi tørvinum hjá fólki flest fyri almennari eksponering, elvt til hugburðsbroytingar í almenna rúminum. Vit eru alla tíðina online og gera konstant vart við okkara hugsan á internetinum. Vit eru neyvan tilvitaði um tær hugburðsbroytingar, sum henda, men tað er greitt, at okkara toleransumørk verða flutt, og hetta kann í summum førum vera gott og fyri neyðini, men í øðrum førum er úrslitið ein rúgva av sjálvhátiðarligum forargilsi, har politiski korrektleikin verður brúktur sum eitt rættiliga aggressivt vápn, ið tykist hvassast júst har sum tað skinheilaga hampasmílið er breiðast. Politiski korrektleikin gerst hervið amboðið hjá tí æviga forargaða innara svínhundinum.

Politiski korrektleikin trívist væl alment í lítla føroyska samfelagnum, og eg veit ikki um tað hevur við avmarkaðu støddina á landinum at gera, at okkum dámar so væl at illneitast inn á hvønn annan. Kanska er politiski korrektleikin og tørvurin á at fáa ilt í reyvina av øllum møguligum, sum onnur fólk “summi fólk....” takast við, ein natúrligur avloysari fyri ta “gudiligu” fordømandi hampiligheitina. Ikki veit eg, men tá eitt virðislønarheiðrað listafólk, sum ikki bara eina, men fleiri ferð stoytir sínar provokerandi lortaspannir út yvir alt og øll, ja so er fanin leysur og sjálvandi er hann tað. Og er mann lopin framav, má mann sjálvandi tola kritikkin, sum hetta hevur við sær. Men eftir at hava lisið tann annars skilagóða bloggin hjá Dorit Hansen, har hon ger vart við eitt ússaligt og mannchauvinistisk miðlavikuskifti og hesum hevur hon rætt í, at tað var, og so greinirnar hjá Heina Gaard í Dimmalætting týskvøldið hugsaði eg við mær sjálvari, at tað nú eingin grund er til, at hetta endar við eini listafólkahetz sum á sinni tá Lars Von Trier skemtaði um jødar og nazistar og varð tveittur heim úr filmsfestivalinum í Cannes. Tá vóru beinan vegin røddir frammi um at tippa listamannin og at taka filmsstuðul og virðislønir frá honum. Nógv østu seg upp, og atfinningarnar vístu týðiliga ein undirbrottligan innara svínhund, sum frøddi seg yvir, at ein elitulistamaður fekk av koyrlinum, men meira var so ikki gjørt við tað tíbetur. Tað var verri hjá yrkjaranum og filmsleikstjóranum Jørgen Leth, sum misti arbeiðsuppgávur og stuðul av tí, at hann í bókini “Det uperfekte menneske” lýsir eitt sosialt og psykologiskt ójavnt sexuelt samband millum seg og dóttur kokkin hjá honum í Tahiti. Trupulleikin er kanska ikki so nógv, at sambandið er har, tí øll vita vit av, at henda misnýtslan, tvs. Handilssambandið: sex fyri pengar gongur fyri seg alla tíðina millum múgvandi vesturlendingar og fátækari fólk. Nei, tað var sjálv lýsingin av tí í eini bók, sum østi fólk og í hetzini var Ekstrablaðið fremst sjálvandi, moralsins skinheilaga undangongublað, sum eina løtu púrasta gloymdi ta sannroynd, at blaðið hvønn tann einasta dag fær góða inntøku frá hundrað prostitueraðum og teirra menniskjakúgandi sextilboðum. Tað kann væl vera, at Jørgen Leth í veruleikanum er eitt fúlt apparat og ein gamal grísur, tað veit eg ikki og tað rakar ikki meg, men tað hoyrir altso eisini til grundleggjandi lesiførleikar at vita, at ein eg-persónur í einum teksti ikki av sær sjálvum er tann sami sum biografiski rithøvundapersónurin. Royndir lesarar vita somuleiðis av, at nógvir høvundar kunnu spæla sær við ymsum røddum í teirra tekstum. Bøkurnar hjá Jørgen Leth eru ikki rein, skrásetandi sjálvsævisøga. Tað sama kundi verið sagt um tað, sum Tóroddur Poulsen skrivar, har eru fleiri sløg av eg-persónum og so hevur hann fleiri ymisk høvundaheiti og dulnevni, summi grovari og óstortligari enn onnur.

Fyrsta almenna lortaspanninhjá Tóroddi Poulsen kom í heldur óvanligum formi sum eitt yrkingarsavn, Heimvitisferðin, har sjálvt tann annars so positiva Beate L.Samuelsen í Dimmalætting mutaði í móti bókini, sum hon ikki metti vera borðbæra. Ummælarin í Dimmalætting, Bergur Djurhuus Hansen var kanska ikki heilt ósamdur í kritikkinum, í øllum førum metti hann, at yrkjarin var so beiskur, at hann hevði gloymt at yrkja. Næsta spannin varð oyst í Degi og Viku oman yvir Bjørn Kalsø mentamálaráðharra, sum framdi ta óneyðuga ógvusligu skerjingina av mentanarstuðlinum herfyri. Í hesum førinum var tað sjálv orðingin, tann verbala kastraktiónin, ið summi vóru forfard um, tað var ikki gamalt at brúka sjómansmál av hasum slagnum í Degi og Viku. Triðja spannin var tann ljótasta og so avgjørt eisini tann, sum forbreyt seg ógvusligast móti øllum politiskum korrektleika. Tað var ein bloggur, ið tó at hann kom oljudálkaður úr maskinrúminum hjá Bloggoddi, ið er ein av persona´unum hjá Tóroddi Poulsen, sum er tiltikin fyri at vera bondskur og illavorðin í orðum, fór langt út um øll sømiligheitsmørk. Hetta var absurd útspilling av grovasta og mest kynsdiskriminerandi slagi og høvundurin hevur sanniliga uppiborið nakrar illneitandi glósur fyri ljótablogg, sum tíbetur er tikin burtur aftur. Tóroddur Poulsen er politiskt ókorrektur, hann hevur kent seg kroystan og hevur tessvegna borið seg sera klossut at. Trýst elvir móttrýst. Í staðin fyri at fara inn í skápið at bannast er hann farin út á netið við eiðunum og útspillingin gongur jú í grundini ringast út yvir hann sjálvan.

Eg eri fullvæl greið yvir, at Tóroddur Poulsen dugir at forsvara seg sjálvan og eg havi heilt erligt ikki havt nakran hug til at blanda meg uppí málið, hvørki tá eg las upprunaliga bloggin hjá Marnu Jacobsen, har hon ger gjøldur burtur úr føroysku listafólkunum og serliga Tóroddi Poulsen, tí hann dittar sær at taka í móti mentanarvirðislønini. Upprunaliga tá eg las henda bloggin hjá Marnu Jacobsen, umhugsaði eg at koma við eini viðmerking ella rættleiðing og greiða frá, at boykottið gekk út uppá ikki at stilla upp “sum bringuprýði”, tá tað almenna hevði tiltøk av ymsum slag til tess at mótmæla eina órættvísa og ógvusliga skerjing av listastuðlinum. Tá so listafólkavirðislønir vóru latnar listafólkum frá tí almenna, úrslitaði hetta í eini andsøgn, tá handanin jú samstundis er eitt "alment tiltak", men hetta almenna tiltakið var at geva listafólkum heiðurslønir, tvs. at listarfólkini vóru har fyri at verða heiðraði, og ikki at undirhalda fyri tað almenna.

Tá eg hevði hugsað meg um, kom eg til ta niðurstøðu, at mítt egna útgangspunkt var ov óseriøst. Eg var kanska eitt sindur særd av, at Marna Jacobsen eftir øllum at døma helt tað vera stuttligt, at eg kom ov seint til virðislønarhandanina, tá hon skrivar: “Men gakk, tá ið dagurin upprann, og heiðurin skuldi býtast út, tá var alt gloymt. Ja, enntá var tað so galið, at onnur (kanska báðar) á Listinblogginum stóðu í oysandi regni uttan fyri perluportrið, øh, eg meini Spaniustovu, og bukaðu uppá og bønaðu um at sleppa inn. Tær skuldu heldur hava sagt sum Snar á sinni, tá ið gamla Anna (í Klaksvík: tann illi duravørðurin) kom út: at aldri aldri á ævini skal Snar vera illur og gera fortreð … so høvdu tær kanska sloppið inn!”. Hartil kann sigast, at ikki eitt kis kom frá lítla Snar, ið als ikki var óður, men meira kedd og bilsin yvir, at eg og hini Havnarfólkini og Klaksvíkskonan, sum stóðu uttanfyri ikki sloppu inn í ta rúmligu gongina at hita okkum fyrr enn ikki annað (eg var forrestin einsamallur listabloggari uttan fyri dyrnar, hin listabloggaredaktørinnan møtti til tíðina og ikki fimm minuttir yvir). Eg gjørdist satt at siga rættiliga hørm av blogginum hjá Marnu Jakobsen vegna øll listafólkini, sum hava skrivað seg á boykottlistan, at Marna Jacobsen heilt órímiliga krevur av teimum, at tey skulu gera sum Sartre á sinni og siga nei takk til virðislønir.

Tóroddur Poulsen hevur ikki uppiborið, at bøkur hansara verða koyrdar í skrell og at bókaburturbeiningin verður almannakunngjørd, hann hevur ikki uppiborið, at verða hildin fyri gjøldur fyri at taka í móti eini væl uppibornari mentanarvirðisløn, sum Føroya fólk við hollum ráðum frá listafólkum og listaserfrøðingum hevur valt at geva honum. Hann hevur als ikki uppiborið at vera vigaður og funnin ov lættur moralskt sæð, tí hann tók í móti hesi heiðursløn, ið hevur við sær, at ein av okkara mest originalu og dygdargóðu yrkjarum og listafólkum fyri fyrstu ferð í mong ár kann miðsavna seg eina tíð um júst listina. Og fyrst og fremst hevur hann ikki uppiborið at verða kallaður mannsjauvinist, tí tað hevur hann ongantíð verið. Eg havi allarstørstu virðing fyri feminismuni og fyri teimum siðbrótandi djørvu kvinnum, sum brutu okkum slóð, men okkurt er burtur úr vón og viti galið, um Tóroddur Poulsen skal berast saman við ein religiónsforstýraðan og kvinnuóttandi homofob sum Sjúrði Højgaard soleiðis sum eg síggi tað vera gjørt á facebook í løtuni. Tað er ov langt úti og tænir ongum.




(KP)