Randi Ward hevur skrivað eina sera áhugaverda grein í online-tíðarritinum The Island Review um skerjingarnar av føroyska mentanarstuðlinum. Hon staðfestir millum annað, at tað er syrgiligt at síggja ta vantandi virðingina av føroyskari list og mentan, sum skerjingarnar umboða. Randi Ward skrivar m.a: "Yes, it is sad to see the value of Faroese art and culture misappropriated to provide strategically convenient ways to galvanize constituencies and subvert constructive dialogue on a number of issues. All of the polarizing rhetoric often overshadows the fact that it has only been 74 years since educators in the Faroe Islands, many of whom were great writers, scholars and nation builders, finally secured the legal right to use Faroese as the language of instruction in public schools.[1] In light of this, and countless other struggles for increased autonomy and improved educational opportunities in Faroese society throughout the years, how can Faroese artists and their endeavoring work be treated as anything but an integral part of the tiny nation’s economy and growth".
Eg bleiv nakað so ónatúrliga glað, tá eg las hesa greinina, at eg fór at undrast hví. Og nú veit eg hví tað kennist so fantastiskt at lesa eitt innlegg, har tað týðiliga sæst, at greinahøvundurin hevur stóra virðing og sympati í mun til listafólkini og teirra søk. Tað er tí eg í seinastuni havi upplivað ov nógv av tí øvugta. Sum heild hava net-viðmerkjarar og fjølmiðlar ikki sýnt serliga gott forstáilsi fyri listaboykottinum, sum meira hevur verið brúkt eins og eitt vápn móti listafólkunum. Aftur og aftur eru tey brigslaði fyri eitt boykott, sum var sett í gongd fyri at vísa á ein lamenterandi órætt, sum hevur skelkað mentanaraktørar í øllum norðurlondum.
Tá Tóroddur Poulsen herfyri fekk mentanarvirðislønina vóru fleiri røddir frammi um, at hann átti at boykotta virðislønarhandanina, at hann hevði sagt nei takk til pengarnar um tað vóru nøkur nossir í honum og so framvegis í denn dur. Gud forbarmi seg sum tað er toppasmalt og sum tað luktar langan veg av, at mann ikki unnir listafólkum stuðul og virðislønir fyri at ganga og hugna sær við síni list.
Tá so listafólkini til dømis veita okkum virðismikla positiva umrøðu í Washington Post, ja so eru øll so fegin og errin av listafólkunum sum vit síggja á myndini hjá Anniku Olsen frá Nordic Cool í erva og Tróndur Patursson er forrestin ikki millum boykottararnar og vissi hann var, var tað eingin trupulleiki, Nordic Cool er mær vitandi ikki fyriskipað av føroyska mentamálaráðharranum.
Enn er eingin fjølmiðil av álvara farin inn í málið at kanna t.d. hví í Guðs garði tað skuldi vera neyðugt at skera so ógvusligaog so brádliga av mentanarstuðlinum, spurningarnir, sum listafólkini fáa eru fyri tað mesta fornermað brigsl: "Nåh?? Eg helt tú vart í listaboykottinum, hvussu kanst tú so framføra/sýna fram osfr..". Aftur og aftur hava tað verið listafólkini, sum skulu forklára seg, har tað jú átti at vera maktin, sum skuldi forklára seg. Oftast hava fólk ikki sett seg inn í hvat boykottið snýr seg um ella hvat boykottið fevnir um.
Lesið greinina hjá Randi Ward og síggið hennara framúrskarandi portrett av lista- og mentafólkum her: http://www.theislandreview.com/randiward-faroe/