"KRAPP" Í SJÓNLEIKARHÚSINUM.
Tað eru fimmogtretivu ár síðan leikbólkurin Gríma setti sín fyrsta leik upp í Sjónleikarhúsinum í Havn, og nú kemur Gríma aftur á gamla pallin. Kári Øster, ein av upprunaligu Grímu-manningini, hevur fyrstu sýning av einmansleiki eftir Samuel Beckett um eina viku í Sjónleikarhúsinum.
Írski rithøvundin Samuel Beckett hevur verið, og er, óvanliga væl dámdur í
Føroyum. Fýra ferðir hevur Beckett verði settur á pall í Føroyum: "Bíða eftir
Godot" í 1961, "Góðir Dagar" í 2002, "Bíða eftir
Godot" aftur í 2011, og nú hevur so "Seinasta bandið hjá Krapp"
premieru um eina viku. Eingin høvundur føddur eftir 1900 hevur verið spældur so
ofta í Føroyum, so løgið tað ljóðar. Og tað er kanska løgið, at ein so absurdur
høvundur skal vera so væl dámdur her heima, men kanska eru vit sjálvi so absurd
av lyndi at vit skilja og góðtaka skrivingina hjá Beckett uttan nakað fjas ella
uttanumtos. Kanska vit skilja júst tað sum Beckett ætlaði við meginpartinum av
sínum leikum - at hetta er ikki sjónleikur, hetta er ikki
"teatur", men bara eitt lítið petti av veruleika sum verður tveitt á
pallin til okkum at flenna ella gráta at.
'Seinasta bandið hjá Krapp' er ein mynd av menniskjanum og tøknini. Gamli Krapp situr í sínari holu við sínum gamla spolabandupptakara, tekur seg sjálvan uppá band, og lurtar eftir gomlum upptøkum av sær sjálvum, og tað hevur hann gjørt í eini fjøruti ár. Hann livir í eini ringrás um seg sjálvan, sína egnu rødd og síni gomlu minnir. Sum altíð hjá Beckett, so fáa vit lítið og einki at vita um "nakað annað lív", nakran annan veruleika enn hendan við bandupptakaranum, eskjunum við bondum, høvuðsbókini, fløskuni sum liggur onkustaðni harúti í myrkrinum, og so hasum forbrendu bananunum.
Líka síðan hjólið varð uppfunnið hevur menniskjað verið púra burtur í
tøkni. "Seinasta bandið hjá Krapp" er skrivaður í 1958,men longu tá
var tað púra klárt fyri Beckett hvussu nógv tað hevur at siga fyri okkum at vit
kunnu goyma okkara minnir, goyma okkum sjálvi á einum tóli, kanska enntá krógva
okkum aftanfyri tøknina. Og ongantíð so nógv sum í dag, har internetið er hálvt
lívið, facebook-vinir eru meira veruligir enn veruligir vinir, og tú kanst
fornerma fólk verri við at blogga um tey enn at siga nakað beinleiðis við tey. "Seinasta bandið hjá Krapp" er eisini um at tað at blíva gamal,
merkja hvussu lívið endurtekur seg hvønn dag, skilja hvussu absurdur
gerandisdagurin er, dag eftir dag. Tað er grátuligt, men tað er eisini minst
líka láturligt.
Kári Øster hevur leiklutin sum Krapp, ein 'Tandberg' spolabandupptakari hevur hin høvuðsleiklutin. Hans Tórgarð leikstjórnar, og fyrsta sýning verður í Sjónleikarhúsinum 23. februar klokkan 19.00
Kári Øster hevur leiklutin sum Krapp, ein 'Tandberg' spolabandupptakari hevur hin høvuðsleiklutin. Hans Tórgarð leikstjórnar, og fyrsta sýning verður í Sjónleikarhúsinum 23. februar klokkan 19.00