Wednesday, February 6, 2013

Fólkatingið vil lata upp fyri fígging til føroyska mentan og listafólk

Kelda: www.edmundjoensen.fo
Edmund Joensen

SAMBANDSFLOKKURIN Á CHRISTIANSBORG: Mentanarnevndin hjá Fólkatinginum arbeiðir fyri, at føroysk lista- og mentafólk fáa nýggjar møguleikar at søkja um fíggjarligan stuðul til mentanarligt arbeiði og verkætlanir


- Hetta sær spennandi út og kann vónandi gerast ein styrki fyri føroysk listafólk, list og mentan sum heild.

Tað sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður Sambandsfloksins, nú mentanarnevndin hjá Fólkatinginum vil lata upp fyri, at lista- og mentafólk í øllum Ríkisfelagsskapinum á javnbjóðis grundarlagi kunna søkja fíggjarligan stuðul til mentanarligar verkætlanir.

- Sambandsflokkurin og Vinstriflokkurin hava, saman við øðrum flokkum, arbeitt miðvíst við hesum máli, og nú er felags vilji til at sláa eitt slag fyri mentanini í øllum Ríkisfelagsskapinum. Hetta fegnast vit øll um, tvørtur um floksmørk, sigur Edmund Joensen.

- Uppleggið er, at danski mentamálaráðharrin, Marianne Jelved, fer at seta seg í samband við landsstýrismenninar í mentamálum í Føroyum og Grønlandi, ávíkavist Bjørn Kalsø og Mimi Karlsen. Saman skulu tey leggja leistin fyri nýggju stuðulsmøguleikunum, sigur fólkatingsmaðurin.

Hann vónar, at fólk í lista- og mentanarumhvørvinum í Føroyum taka væl ímóti hesum nýggja táttinum í samstarvinum innan Ríkisfelagsskapin.

- Vónandi kann komandi leisturin fyri stuðul vera við ti at styrkja alt mentanarøkið - eisini ta stóru menning, ið t.d. er innan films- og tónleikalistina, ið fleiri vænta sær nógv av frameftir, sigur Edmund Joensen.