Thursday, February 7, 2013

Janus á Húsagarði og Bárður Reinert Poulsen fingu ársins gávugóðs




Ársins val av listafólkum, sum fáa fíggjarligan styrk frá Thorvaldi Poulsen av Steinum, kann síggjast sum ein cadeau til rútmiska tónleikin, tí báðir móttakararnir eru rútmiskir tónleikarar, tó at Janus á Húsagarði allarhelst fær heiðurin fyri sítt tekni- og rithøvundayrki, sum m.a. hava úrslitað í barnabókunum um Mosalisu og Mosamollis. Eg veit ikki so nógv um Bárð Reinert Poulsen, men eg fann eitt gamalt klipp á youtube, har hann spælir bass og sum sigur mær, at eg helst fari at vita meira um hann í framtíðini. Hjartaliga til lukku tit báðir!


Gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum

Fróðskaparsetur Føroya skipar fyri hátíðarhaldi í sambandi við, at gávugóðs skal handast úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum.
Gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum
Gávugóðsið verður givið ungum listafólki, sum hevur víst hegni og hug at útbúgva seg. Í ár hevur nevndin valt at heiðra Janus á Húsagarði og Bárði Reinert Poulsen.

Tiltakið, sum er alment, verður á Østrøm fríggjadagin 8. februar kl. 16.
Skrá í sambandi við handan av heiðursgóðsi frá grunni Thorvalds Poulsen á Steinum
  1. Vælkomin
  2. Malan Marnersdóttir hugleiðir um list og útbúgving
  3. Sigurð í Jákupsstovu handar gávugóðs
  4. Janus og Bárður greiða frá og framføra

Aftan á er eitt lítið ábit

Fróðskaparsetur Føroya