Thursday, February 7, 2013

ALT er politikkur - uttan føroyskur mentanarpolitikkur




Útvarpið var fyrst við gleðiboðunum klokkan seks í gjárkvøldið frá Edmundi Joensen um, at Fólkatingið hevur í hyggju at lata upp fyri fígging til føroyska mentan. Boðað var frá, at mentanarnevndin hjá Fólkatinginum arbeiðir fyri, at føroysk lista- og mentafólk fáa nýggjar møguleikar at søkja um fíggjarligan stuðul til mentanarligt arbeiði og verkætlanir. 

Eg visti longu av hesum tíðindunum, av tí at útvarpið hálvan tíma áðrenn bað meg koma við eini viðmerking til tey. Men eg helt meg ikki til, m.a. tí eg helt, at orðingarnar í skrivinum vóru merkiliga óneyvar. Hugsaði við mær sjálvum, at danska stuðulsskipanin jú longu í rímiligan mun er tøk hjá føroyingum. Og skulu føroysk listafólk sum Edmund Joensen segði í útvarpinum, vera javnbjóðis við donsk listafólk um donsku listakrónurnar, vildi eg hildið tað verið ómoralskt, at føroyingar fyrst spara ein fimtapart av teirra egna mentanarstuðli fyri síðan at fara til Danmarkar at troyta tann danska mentanarkassan. Samstundis hevði eg ongan hug at vera rutinukritisk, bara tí tíðindini komu frá einum, sum er í sama flokki, sum Bjørn Kalsø, minst avhildni persónur yvirhøvur millum listafólk flest. 

Tíðindaskrivið hjá Edmundi Joensen leggur serligan dent á leiklutin hjá Sambandsflokkinum og Vinstra við hesi heldur luftigu formuleringini: “Sambandsflokkurin og Vinstriflokkurin hava, saman við øðrum flokkum, arbeitt miðvíst við hesum máli, og nú er felags vilji til at sláa eitt slag fyri mentanini í øllum Ríkisfelagsskapinum. Hetta fegnast vit øll um, tvørtur um floksmørk, sigur Edmund Joensen”. 

Rættleiðingin, sum kom í dag frá Sjúrði Skaale, setti tingini í perspektiv. Hann greiðir frá, at uppskotið upprunaliga kemur frá sosialdemokratinum Flemming Møller Mortensen, sum er formaður í Fólkatingsins Mentanarnevnd, ið hevur skotið upp, at ein skipan fæst í lag, sum kann stimbra mentanarliga samstarvi innanfyri ríkisfelagsskapin. Mentanarnevndin hevur í dag sent danska mentamálaráðharranum Marianne Jelved eitt bræv, har nevndin heitir á hana at taka upp samband við mentamálaráðharrarnar í Føroyum og Grønlandi og royna at fáa í lag eina skipan, sum m.a. skal gera tað lættari hjá fólki at søkja um stuðul til mentan í bæði Danmark, Grønlandi og Føroyum. Sjúrður Skaale staðfestir í síni rættleiðing, at mentan er føroysk ábyrgd og at mentan er yvirtikið málsøki.


Uppskotið er fyri so vítt minst líka sympatiskt sum hann, ið hugskotið kemur frá. Flemming Møller Mortensen er ómetaliga eldhugaður og áhugaður maður kundi eg staðfesta, tá eg greiddi honum og øðrum í Fólkatingsins Føroyanevnd frá føroyskari list í fjør heyst. Eg havi einki í móti ætlanum um eitt meira formaliserað mentanarsamstarv innan fyri ríkisfelagsskapin, tað hevur neyvan tann stóra týdningin og als ikki tann týdning  fyri føroyska list og mentan sum Edmund Joensen róði framundir í útvarpinum. Týdning hevur hinvegin skerjingin av føroysku mentanarstuðlinum hjá partamanni hansara Bjørn Kalsø. 

Norðurlendska listasambandið hevur longu í opnum brævi til Bjørn Kalsø og Kaj Leo Holm Johannesen gjørt vart við, at stuðul uttanífrá er treytaður av innanhýsis stuðli. Tá nú Mentanargrunnurin í einum verður skerdur við einum fimtaparti og stuðulin til tónleik verður skerdur við einum triðingi, fer hetta av sær sjálvum at minka um stuðulsmøguleikar hjá føroyskum menta- og listaaktørum uttanlands. Jú, tann sambandski mentanarpolitikkurin fer heilt vist at muna, men tíverri fer hann ikki at muna tann rætta vegin. Og moralurin í hesum? Jú hann er, at ALT, eisini heit luft frá føroyska fólkatingmanninum Edmund Joensen, er politikkur - ALT er politikkur- uttan føroyskur mentanarpolitikkur.



(KP)