Okkara umhvørvi hevur ongantíð í søguni verið so myndríkt sum tað er beint
í løtuni. Vit verða javnt og samt díkt undir við myndum í telduspølum, reklamum,
tíðindum, undirhaldi og infortainment, sum verður veitt okkum í einum støðugum
myndastreymi gjøgnum sjónvørp, teldur, bløð, smartfonir osfr. Eg hoyri til
ættarliðið, sum er tað seinasta føroyska ættarliðið, ið náddi at uppliva ein
barndóm meira ella minni uttan sjónvarp. Vit sóu film, tá tað var føðingardagur
hjá børnum í húsum, har tey áttu filmsapparat og annars í Havnar Bio og tá tað
var jólafest í Frelsunarherinum ella Mimir, har vit sóu ávikavist undurvøkur
Jesubíløt og stuttligar Skipper Skrekk teknifilmar. Nú eg hugsi meg um, hevði eg
kanska ein óvanliga myndríkan barndóm. Í stovuni í barndómsheiminum hingu
málningar, serliga nógv var gjørt burtur úr einari kubistiskari kompositión hjá
Hans í Mikladali. Henda myndin átti sítt sjálvsagda heiðurspláss uppi yvir
sofuni, men eisini hingu málningar og tekningar hjá Amariel Norðoy, Zacharias
Heinesen, Janus Kamban og fleiri hjá Óla Egilstrøð í barnaheiminum uppi á Lützenstrøð.
Eg helt altíð, at pápi mín var øgiliga
roksutur, tá hann tók myndir. Óansæð hvussu einføld uppgávan tóktist, tók tað
altíð drúgva tíð at taka ta røttu myndina og ofta var eg við. Í Listasavninum
skuldi Jarðarferðin fotograferast og tað var ikki so lætt, tí hon var so myrk
og blits skygdi ov illa, so tá stóð eg har í tímansvís við eini hvítari paraply
fyri blitsið. Í myrkakamarinum tók tað aftur ein ævinleika at velja út og at
viðgera myndirnar og aftaná var tilskering eisini neyðug til tíðir. Allíkavæl
eri eg vís í, at hann hevði verið heldur hámur, hevði hann vitað av framsýningini,
sum nú verður fyriskipað við hansara myndum. Settuppið minnir misteinkiliga nógv um eina listaframsýning
og Ásmundur Poulsen tók als ikki lættliga uppá listina.
Hann málaði gamaní sum ungur, legði seg eftir nøkulunda sama stíli sum bygdamaðurin Niels Kruse, og málningurin av Eiðis bygd, sum Sigfried Skaale keypti á Ólavsøkuframsýningini í 1955 er slettis ikki so galin, ikki minst tá hugsað verður um, at hann, ið málað hevði, als onga útbúgving hevði. Eg fekk málningin fyri nøkrum árum síðani frá vinmanni mínum, Annfinni í Skála úr barndómsheiminum, har Jógvan Asbjørn Skaale býr. - Tað sindrið av listarligum sjálvsálitið, sum Ásmundur Poulsen einaferð hevur havt, hvarv eftir øllum at døma Hans Hansen í Mikladali fyri at takka. Hans hevði biðið hann um at gevast, plagdi fotografurin at greiða frá við einum sorgblíðum brosi, men hann hevði so mikið stórt álit á Hans í Mikladali, at hann ongantíð ivaðist í, at listamaðurin hevði rætt í síni meting.
Hann málaði gamaní sum ungur, legði seg eftir nøkulunda sama stíli sum bygdamaðurin Niels Kruse, og málningurin av Eiðis bygd, sum Sigfried Skaale keypti á Ólavsøkuframsýningini í 1955 er slettis ikki so galin, ikki minst tá hugsað verður um, at hann, ið málað hevði, als onga útbúgving hevði. Eg fekk málningin fyri nøkrum árum síðani frá vinmanni mínum, Annfinni í Skála úr barndómsheiminum, har Jógvan Asbjørn Skaale býr. - Tað sindrið av listarligum sjálvsálitið, sum Ásmundur Poulsen einaferð hevur havt, hvarv eftir øllum at døma Hans Hansen í Mikladali fyri at takka. Hans hevði biðið hann um at gevast, plagdi fotografurin at greiða frá við einum sorgblíðum brosi, men hann hevði so mikið stórt álit á Hans í Mikladali, at hann ongantíð ivaðist í, at listamaðurin hevði rætt í síni meting.
Men Ásmundur Poulsen var ikki tann einasti, sum setti eitt
greitt skott í millum foto og list. Tí foto hevur í mong ár og ikki bara í
Føroyum verið mett sum rein mekanisk reproduktión og einki annað. Á einum fundi
í Photographic Society í London í 1850´unum helt ein av limunum, at hetta
nýggja tøknið var ov turrisligt í mum til málningalistina, tí tað ikki megnaði
at lyfta hugflogið. Sjálvt um listaframsýningar hava verið við fotomyndum,
hevur gamla fatanin av fototøkninum sum eitt mekaniskt skrásetingartól hevur
havt fastatøkur inntil fyri tveimum árum síðani, tá fotomyndin hjá Andreas
Gursky av Rínánni varð seld fyri 24 milliónir krónur og sum staðfesti, at foto
er eitt listarligt tøkni eins og øll onnur listarlig tøkni.
Ásmundur Poulsen slepti ongantíð myndunum. Hann hevur heilt vist
tikið myndir, sum eru dokumentaristiskar og av handahógvi merktar fotomyndir
hvørs høvuðsendamál er at skráseta fólk, hendingar, støð osfr., og allar hansara
myndir eru ikki líka áhugaverdar, men summar teirra tykjast hava varandi virði.
Tí hyggur tú at teimum í dag, er okkurt serligt við teimum. Eitt nú tykjast tær
merktar av óvanligum nærlagni í kompositión og skuggaárini og stílsliga eru tær
eisini serstakar. Fagurfrøðiliga kundu tær mint um Hollywood filmar frá fýrati-
og fimtiárunum. Myndin av AUTO hevur júst hetta serstaka film noir huglagið av eini
einsligari býarnátt, sum vit kenna frá filmunum. Men fotografinum líkaði
serstakliga væl at ganga í biograf, og í summum av hansara svarthvítu myndum
sæst sama lyndi til at fokusera uppá ein ella fáar figurar í einum atmosferiskum
myndarúmi, har smálutir og heild í myndini samskifta og mynda eina
samanhangandi heild.
Portrettmyndirnar innihalda í fleiri førum eina tulking av
persónsmenskuni hjá teimum, sum hann fotograferar, t.d. í eini mynd av
Eiðismanninum Olivar á Mýruni, har linjurnar í húsunum í bakgrundini ganga á
skák av linjunum í tí portretteraða andlitinum við tí úrsliti, at
portrettmyndin gerst óvanliga dynamisk. Andlitið er gjørt eitt sindur kámt og
hetta hevur við sær, at eyguni tykjast enn meira klár og gløggskygd sum skoða tey
framvið og síggja okkurt, sum áskoðarin ikki sær.
Dupultportrettið av Lisu og
Williami Heinesen er óvanligt við tað, at tað er profilurin á frúuni, sum er í
fokus, meðan sjálvt stjørnuskaldið næstan kámast burt í einum fittligum brosi.
Stjørnuklár er stilleben-kenda drekkamuðsuppstillingin høgrumegin í
forgrundini, við teimum báðum paraligu seruttpakkunum, ið tykjast staðfesta
okkara varhuga av einum harmoniskum parlagi.
(KP)