Í gjár var fernisering í Stephanssons Hús, tá dyrnar vóru latnar upp til framsýningina Appilsingult hjá Hansinu Iversen. Nógv fólk høvdu leitað sær innar í hitan av teimum orangegløðandi myndunum, sum vóru sera væl disponeraðar í framsýningarhølinum. Myndirnar eru lekrar, juicy, heitar og strálandi, men tær eru av sonnum meira enn tað hugsaði eg við mær sjálvum, tá eg hevði sitið eina løtu og hugt eftir einari stórari appilsingulari mynd við eini bláari rípu, ið at byrja við gav mær tær sælastu Beach Boys og Surfin USA assosiatiónir (- og Guð skal vita, at tær komu í tøkum tíma, tí tað var púrasta ljósablátt av kulda uttanfyri). Appilsingult valdast, og hyggur tú eina løtu at myndini sæst, at talan als ikki er um eina einlitta appilsingula bakgrund við himmalbláum gloppi og sólgulari glæmu, tí í grundini er stórur munur millum litirnar í ovara og niðara parti av myndini. Miðskeiðis í appilsingula ovara flatanum hóma vit eitt veimandi rundleitt skap, sum gongur niður í ein runding og upp í ein spíss høgrumegin ovarlaga á myndini og sum gevur antropomorfar assosiatiónir. Men orsakað av spenninginum í ymislittu appilsingulu flatunum, fært tú ikki hildið einari ávísari fatan fastari, okkurt skap otar seg fram í myndarúminum meðan okkurt annað glíður undan í eini bylgjandi rørslu, ið støðugt bjóðar fatan áskoðarans av.
Øll tey feitu 0-árini, tá eitt nú danski listamarknaðurin bólgnaði av fittari figuratión, sum seldi og sum seldi væl, var Hansina Iversen trúgv móti sær sjálvari og sínum ómodernaða nofigurativa úttrykki við organiskum, kompleksum skapum, sum hon granskaði og sum hon granskar enn. List er varandi har móti er farandi kunnu vit siga, men nógv list er sjálvandi eisini farandi. Vit vita enn ikki hvat er varandi, - tað fer tíðin at vísa. Fyribils kunnu vit fegnast um eina framsýning, sum glógvar av yvirskoti hjá eini listakvinnu, sum dugir síni ting nóg væl til at tora at fara av fetanum viðhvørt og seta seg sjálvan í veð. Hjartaliga til lukku tit tríggjar, Hansina, Inger og Ingvør við eini flottari framsýning. Eg seti nakrar myndir inn her, sum eru tiknar við mínari telefon. Nakrar nógv betri myndir eru á blogginum hjá Birgir Kruse og allarbest man vera at fara oman í Gallarí Stephanssons Hús at hyggja, málningarnir skulu síggjast og merkjast live beinleiðis í rúminum har tær hanga.
Nógv fólk á fernisering
Listakvinnan og dóttirin
Fólk hyggja og práta
Ein av teimum fínu myndunum
Ólavur Jakobsen spældi við yvirskoti - eisini til at flætta eitt spontant Nokia-tema inn í teir
sólglógvandi suðuramerikonsku tónarnar. Han spældi Danza del Altiplano + improvisatiónir yvir Kirkjubøreyn.
Fólk lýða á tónleikin
Tað var næstan ikki til at síggja myndir fyri fólki í løtum
Sonni og Tróndur
Ein mynd
Framsýningin var væl disponerað
Gallaríeigarin Ingvør Nolsøe bjóðar vælkomin
Hansina lurtar
Inger prátar
Signaturmyndin var næstan óhugnalig, so sterka útstráling hevði hon
Eiler skoðar list
Barbara og Eiler
Jenny fortelur eina góða
og hon er eftir øllum at døma øgiliga stuttlig, sjálvt fotografurin er um at kódna
Randi og Aggi
Ein fantastisk mynd
Hildur og ein onnur fantastisk mynd hjá Hansinu
(KP)