Sunday, February 10, 2013

Fotoframsýning hjá myndafelagnum FOKUS




Tekstur og myndir: Jóin Sigurðsson

Framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík er opin mána- og týsdagin afturat kl. 14 – 18 báðar dagarnar. Opið hevur verið í tveir dagar og fyriskipararnir eru sera væl nøgdir við uppmøtingina. Nú um føstulávintstíð er nógv at fara til hjá fólki. Nakað av spenningi var um hesa framsýning, tí tað er jú eitt frambrot. Tá fotoframsýningar hava verið áður, hava tær haft samband við okkurt serligt – bygdir, gamlar myndir, skip, børn, kríggj o.a. Her eru tað nøkur fólk, sum hava til ítriv - at taka fotomyndir nú - og leggja tey nakrar fram til almenningin. Øll kunnu gerast limir í felagnum Fokus. Felagið skipar fyri fototúrum og limatiltøkum, har limirnir kunnu hittast til hugnaligt fotoprát, vísa / síggja myndir hjá hvørjum øðrum, læra um myndatøku, myndaviðgerð o.m.a. Felagið heldur til í gamla skúlanum á Argjum, har tey hava studioútgerð, sum tað stendur limunum frítt at brúka. Vanliga er ein fototúrur ella eitt limakvøld á skránni hvønn mánaða.



Næsti fototúrur verður 3. mars, og nýggir limir eru vælkomnir við. Tú fært samskift við bólkin á Facebook " Myndafelagið Fokus! Tað eru tólv av limunum, sum framsýna hesuferð: Óli Lindenskov, Finn Larsen, Jenny Weihe Poulsen, Jón Kragesteen Joensen, Jóannis Sørensen, Jóin Sigurðsson, Susanna Nielsen, Mortan Mortensen, Rúni B. Larsen, Terji B. Larsen, Bergur I. Johansen og Jógvan Horn.



Fólk hava havt jaligar viðmerkingar og tað eru tey fegin um. Fotomyndir eru eisini á einum vegamóti. Tólini gerast alsamt betur og viðgerðin av myndunum sýnist endaleys. Tað er sjálvandi sera spennandi, men tað skal merkjast, at tað er eitt fólk aftanfyri. Her er so møguleiki at síggja, hvat er uppi í tíðini beint nú. Fotomyndirnar á framsýningini eru sera fjøllbroyttar og eg ivist ikki í, at tær dámar onkrar. Ein góð framsýning, og ein góð blanding, sum hevur tað mesta! Um tey hava tílíka framsýning aftur næsta ár, verður spennandi at fylgja við í listarligu menningini innan fotomyndir.