Tuesday, February 12, 2013

Tíðindaskriv frá Kollafjarðar kirkju: Einmansleikurin ”Salóme”

 

Týskvøldið 12. februar kl. 20 framførir Gunnvá Zachariasen einmansleikin "Salóme" í Kollafjarðar kirkju. Marjun Bæk skrivaði. Eisini spæla "Sirenerne" nýskrivaðan klassiskan tónleik.

Hetta er fyrsti einmansleikurin ella monologurin av trimum, har vit líta at líðingarsøgnuni hjá Jesusi úr trimum sjónarhornum: Frá Salóme, Sebedeusi og Jákupi.
Hinir báðir einmansleikirni, ”Jákup” og ”Sebedeus”, verða framførdir ávikavist týskvøldið 19. februar og týskvøldið 19. mars.

Salóme er ein av teimum galileisku konunum, sum langafríggjadag eygleiddi Jesu krossdeyða, og sum páskamorgun vóru við grøv Jesusar. Onkrar upplýsingar í Nýggja testamenti kundu bent á, at hon var mostir Jesusar.
Í leikinum er Salóme á veg heim til Kapernaum tann dagin, vit nú kalla annan páskadag.
Leikirnir eru partur av 175 ára hátíðarhaldinum hjá Kollafjarðar kirkju og eru við í tí stóru føstuskránni, sum í løtuni er í Norðstreymoyar prestagjaldi