Friday, February 8, 2013

Ásmundur Poulsen – PHOTO


Tað er so mangan hátt ein serstøk framsýning, sum letur upp fríggjadagin 22.februar klokkan 16. Framsýndar verða forkunnugar fotomyndir hjá Ásmundi Poulsen, sum hevði fyllt 82 ár henda sama dagin. Ásmundur Poulsen doyði fyri fimm árum síðani og líka síðani hevur dóttir hansara, Kinna Poulsen hugsað um at gera hesa framsýning, sum nú verður veruleiki í eini trúgv uppá, at myndirnar umframt ta eyðsædda siðsøguliga virði, eisini hava myndalig virði, sum gera tær áhugaverdar at líta at sjálvt í dag eini hálvtrýss-trýss ár eftir, at tær eru tiknar.
Á framsýningini verða svarthvítar myndir framsýndar, sum eru unikkar, tí fotografurin sjálvur hevur framkallað tær. Ásmundur Poulsen byrjaði sjálvur at fotografera í 1950´unum og av tí, at hann helt á í útivið fimti ár, liggja fleiri túsund myndir eftir hann, sum vit mugu royna at varveita og at skipa, kanska ein partur av hesum verður savnaður seinni í eini størri bók.

Ásmundur Poulsen (1931-2007) var Eiðismaður, men búði meginpartin av lívi sínum í Havn, har hann bygdi hús uppi á Lützenstrøð saman við konuni, Esther. Hann fotograferaði í góð hálvtrýss ár, fyrst sum áhugafotograf, men hetta vant uppá seg, inntil foto gjørdist hansara yrki. Hann fór at geva út postkort við myndum av føroyskari náttúru og síðani gav hann eisini út eina røð av myndabókum “Føroyar í myndum”.

Umframt Føroyamyndirnar, sum kanska serliga ferðafólk í Føroyum munu kenna, tók Ásmundur Poulsen eisini áhugaverdar myndir av býar og bygdaløgum, av fólkum og landslagi, ið sýnast eksperimenterandi og formtilvitaðar. Tað eru serliga hesar myndirnar, sum framsýningin snýr seg um, og sum eg haldi hava dygdir, sum røkka yvir um tíð og stað. Myndevnisliga fevnir framsýningin um landsløg, býarløg og um portrettmyndir, sum avmynda ymisk kend fólk, bæði livandi og deyð; t.d. listafólk sum Hans Hansen og William Heinesen, Frimod Joensen, men eisini aðrar persónligheitir sum t.d. John Dam, Lisa Heinesen, Oskar Hermansen, Olaf í Garði. Eisini tey kongaligu eru sloppin upp í part í nøkrum óvanligum, humoristiskum lýsingum. Framsýningin verður í Steinprenti á Skálatrøð og fevnir um 38 fotomyndir.

Til framsýningina er framleitt eitt vakurt katalog við øllum myndunum á framsýningini umframt einum stuttum teksti um Ásmund Poulsen á føroyskum donskum og enskum. Tað er forlagið í Støplum við John Dalsgarð, sum gevur út og Føroyaprent prentar. Framsýningin Ásmundur Poulsen Photo verður at síggja í Steinprenti frá 22.februar til 22.mars og eftir hetta er ætlanin at framsýningin fer til Eiðis. Stuðlar: Mentanargrunnur Føroya, Tórshavnar Kommuna, Eiðis Kommuna, Eik Banki og Okkara.










(KP)