Næmingarnir lýddu áhugaðir á og eg haldi, at áhugin sæst aftur í teirra egnu myndum. Tað eru vatnlitamyndir, sum tey hava gjørt í Hoydølum í dag við støði í yrkingini Invitation au voyage hjá Charles Baudelaire. Allir næmingar í 12Ø hava franskt í Hoydølum, og tessvegna fingu tey smá brot av eini franskari yrking, sum tey tulkaðu hvør sær og sum ætlandi blívur eitt stórt kollektivt verk við allari yrkingini, ið verður framsýnt niðri í skúlanum í næstum. Her eru myndir frá einum góðum skapandi degi.
Thursday, February 21, 2013
Ein góður dagur saman við Baudelaire og 12Ø
Við temanum Mynd & Orð fóru næmingarnir í 12Ø hugagóðir til verka í Hoydølum í dag. Blokkdagur var á skránni og vit byrjaðu niðri í Steinprenti, har næmingarnir fyrst vórðu presenteraðir fyri nøkrum verkum hjá listafólkum, sum brúka orð í teirra myndum. Vit hugdu til dømis at myndum hjá Svend-Allan Sørensen, Claus Carstensen og Knud Odde, og so hugdu vit at myndum hjá Tóroddi Poulsen, sum næmingarnir kenna eitt sindur til frammanundan. Eg greiddi frá eyka møguleikunum, ið koma í millumrúminum millum tað teknaða og tað skrivaða á myndaflatanum og Fríða og Jan greiddu áhugavert frá siðbundna steinprentstøknini og hvussu listafólkini í heilum bjóða hesari tøknini av.
Næmingarnir lýddu áhugaðir á og eg haldi, at áhugin sæst aftur í teirra egnu myndum. Tað eru vatnlitamyndir, sum tey hava gjørt í Hoydølum í dag við støði í yrkingini Invitation au voyage hjá Charles Baudelaire. Allir næmingar í 12Ø hava franskt í Hoydølum, og tessvegna fingu tey smá brot av eini franskari yrking, sum tey tulkaðu hvør sær og sum ætlandi blívur eitt stórt kollektivt verk við allari yrkingini, ið verður framsýnt niðri í skúlanum í næstum. Her eru myndir frá einum góðum skapandi degi.
(KP)