Hesa praktfullu, rokaðu og rockmiklu myndina tók Sunrid í Gong til dupultfløguna "Lívsins tunga vetrarmyrkur" hjá Øssur Johannesen, sum Tutl gav út í 2009 og sum Rasmus Rasmussen sáli tók upp og ljóðblandaði. Fyri kortum gav Tutl út vakra verkið "Vindurin blæsur ígjøgnum markið millum tey livandi og tey deyðu", sum inniheldur tvær fløgur og eitt yrkingarsavn við m.a. hesari fantastisku yrkingini:
TÁ EG SÍGGI MÍNAR 5 FINGRAR
Á MÍNARI HOND HUGSI EG
ELDUR VATN JØRÐ LUFT OG ANDI
OG VENDI HONDINA ÍMÓTI EYSTRI
SÓLIN RÍSUR UPP VÆLKOMIN TIL
LÍVIÐ TIL ENN EIN NÝGGJAN DAG
TÁ EG SÍGGI MÍNAR 5 FINGRAR
ÁHINI HONDINI OG HUGSI
ELDUR VATN JØRÐ LUFT OG ANDI
OG SÍGGI SÓLINA FARA NIÐUR
REYÐLITTA Í VESTRI
NÚ KEMUR MYRKRIÐ FRAM
OG VÓNANDI AFTUR EIN LÍVGEVANDI
DAGUR Í MORGIN
TÁ EG SÍGGI MÍNAR 5 TÆR Á MÍNUM FÓTI HUGSI EG
ELDUR VATN JØRÐ LUFT OG ANDI
OG VENDI FÓTIN SUÐUREFTIR
HEILSI SÓLINI OG SIGI
SÓLIN ER HEIT OG GEVUR LÍVIÐ
SÓLIN ER HEIT OG OYÐIR LÍVIÐ
MEÐAN EG VÁLI ÍGJØGNUM SANDIN
OG LEITI EFTIR EINARI VATNKELDU
TÁ EG SÍGGI MÍNAR 5 TÆR Á
HINUM FÓTINUM HUGSI EG
ELDUR VATN JØRÐ LUFT OG ANDI
HEILSI DRAMATISKA ATLANTSHAVINUM
Í NORÐI HEILSA KALDA KAVANUM
OG TUNGA VETRARMYRKRINUM
HUGSI DJÚPT MEÐAN MÁNIN SKÍNUR
Í ERVA TÁ EG HUGSI UM MÍN KROPP
OG SAMANBERI HANN VIÐ NÁTTÚRUNA
SÓLIN ER ELDURIN
BLÓÐIÐ SUM STREYMAR Í MÍNUM ÆÐRUM
BEINAGRINDIN ER JØRÐIN
OG HEILIN LÍKIST EINUM
MÁNALANDSLAGI
HAVIÐ ER VÆTAN Í MÍNUM KROPPI
OG EG BLÁSI MÍN ANDADRÁTT
ÚR MÍNUM MUNNI
ÚT Í VINDIN
TANKARNIR FARA ÚR OYRUNUM
ÚT Í VINDIN
EINS OG ORÐINI OG LJÓÐINI
SÍÐANI KEMUR MJØRKIN
OG FJALIR MEG
OG MINNIR MEG Á
AT EG VEIT IKKI ALT
ALLÍKAVÆL
SÍÐAN KEMUR MYRKRIÐ
OG MÍN LÍVLEYSI KROPPUR
SLÓKNAR OG FELLUR
NIÐUR Í MÓÐIR JØRÐ
HVAT SO JA HVAT SO
HVÍTAR KAVAFLYKRUR KOMA VAKRAR
NIÐUR AV HIMNI OG MÁNIN KASTAR
SÍTT VAKRA NÁTTARLJÓS
ÚTYVIR HAVIÐ.