Wednesday, February 20, 2013

Stórt og smátt


Her í Washington havi eg dagliga møtt føroyingum alla møguliga staðni í gøtum og strætum. Tá siga vit við hvønn annan, at tað sanniliga er ein lítil verð og at tað er stórt, at Tróndur Patursson framsýnir í einum av heimsins størstu hølum í einum av heimsins størstu londum. Tað er tað eisini. Tað er av sonnum stórt og Tróndur hevur loyst ta næstan ómøguligu uppgávuna heilt fantastiskt.
Nakað annað sum er stórt her yviri eru søvnini. Washington hevur eina perlurøð av stórum spennandi listasøvnum og tað hóast USA brúkar næstan líka lítlan part av teirra almennu fíggjarætlan uppá list, sum vit gera heima. Á teirra ovurstóra tjóðsavni er ikki ein tann einasta mynd, ei heldur ein tann einasti múrsteinur, sum er goldin við almennum pengum, tað er alt samalt gávur. Teir ríkmenn og konur, sum hava keypt allar hesar Manetarnar, Rembrandtarnar, Pollockarnar og Vermeerarnar og givið almenninginum teir, hava heilt víst ikki liðið nakra neyð og tey hava ikki verið noydd til at taka lán í einum tí einasta av teirra stórmanshúsum, tí tey eru so ófatiliga rík, at tað ikki er til at skilja. Og tey gerast ríkari tí her í einum av heimsins størstu londum er tað júst sum heima í okkara lítla landi. Tey ríku gerast ríkari, tey fátøku gerast fátækari. Munurin er so kanska bara tann, at vit enn ikki hava sæð eina tí einastu krónu, sum mentanin hevur latið til flatskattalættan, ella sum landið hevur latið í fiskiloyvum og makrelkvotum, koma listini til góðar. Stórsinni og smáligheit.

Ein av mínum størstu listaupplivingum her yviri var at síggja eina framsýning við kinesiska listamanninum Ai Weiwei. Eg havi sæð smærri framsýningar við honum í Europa, sum eg eisini helt vera góðar, men má ásanna, at støddin hevur týdning og at listin hjá Ai Weiwei breiðir seg út, tá hon hevur gott pláss. Tí tað er júst í sameiningini millum videolist, standmyndir, installatiónir, foto og mangt annað, at mann skilir hvussu alt talar til hvørt annað.

Í Kina gera tey tað øvugta av tí, sum vit gera heima og tí, sum tey gera í USA. Tey brúka alsamt meira av peningi uppá mentan og list, men forfylgja harafturímóti teirra listafólk og ein listamaður sum Ai Weiwei er fíggindi hjá statinum og verður sjikaneraður og forfylgdur á ein hvønn hugsandi hátt. Tað gera vit hóast alt ikki heima, men vit kundu nú allíkavæl umhugsað at fara betri við listini og listafólkunum. Í kvøld er veitsla fyri Tróndi Patursson, tí her verður listin feirað. Mann merkir alt fyri eitt hvussu stór virðingin er fyri listafólkunum og tað er deilitt. Eg skal ikki sjálv við, tí tá mann arbeiðir við list er peningurin ov lítil til stórar kjólar og so kann mann ikki koma við í ball, men tað ger einki, tí er peningurin lítil, er innihaldið stórt og tað av sonnum innihaldsríkt at arbeiða við list.



(IS)