Monday, February 4, 2013

Seturskjak - "Bókmentir og politikkur"




Skulu skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingar hava politiskan boðskap? Er ov lítið ella ov nógv av politikki í føroyskum bókmentum? Seturskjakið 7. februar fer at snúgva seg um bókmentir og politikk

Skulu skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingar hava politiskan boðskap? Økir politiskur boðskapur um dygdina og týdningin í einum bókmentaligum verki? Ella er tað tvørturímóti? Slepst yvirhøvur undan politiskum boðskapi?

Allastaðni gera rithøvundar vart við seg politiskt. Í mongum førum er tað við beinleiðis politiskum sjónarmiðum í miðlunum, men nógvir bera eisini politiskan boðskap fram í t.d. skaldsøgum, leikritum ella yrkingum.

Søguliga hava ávís bókmentalig tíðarskeið kravt politiskan boðskap í bókmentunum, onnur tíðarskeið hava mett ov týðiligan politiskan boðskap sum tekin um ódygd. Hvussu er sambandið millum politikk og bókmentir? Hava bókmentir eina politiska uppgávu í samfelagnum? Er ov lítið ella ov nógv av politikki í føroyskum bókmentum?

Hesaferð er tað Føroyamálsdeildin, sum skipar fyri Seturskjakinum. Byrjað verður kl. 19 hóskvøldið 7. februar á Østrøm á Skálatrøð

Á skránni er fyrst pallborð, har fýra stutt upplegg verða frá: Turið Sigurðardóttir, Bergi Djurhuus Hansen, Jóanes Nielsen og Hanusi Kamban.  Eftir hetta verður lagt upp til kjak, har eisini áhoyrarar fara at luttaka. Malan Marnersdóttir verður orðstýrari.

Seturskjakið byrjar sum nevnt klokkan 19 og er sett at vara til kl. 20.30, tá vit bjóða kaffi og smákøkur og har fólk fáa høvi til at práta víðari.

Øll eru vælkomin

Fróðskaparsetur Føroya