Tað er á so mangan hátt ein serstøk framsýning, sum letur upp í dag fríggjadagin 22.februar klokkan 16. Framsýndar vera fotomyndir hjá Ásmundi Poulsen (1931-2007), sum hevði fyllt 82 ár henda sama dagin. Dóttir hansara, Kinna Poulsen hevur í nógv ár hugsað um at gera hesa framsýningina í eini trúgv uppá, at myndirnar umframt tað eyðsædda siðsøguliga virði, eisini hava myndalig virði, sum gera tær áhugaverdar at hyggja at sjálvt í dag eini hálvtrýss-trýss ár eftir, at tær eru tiknar. Á framsýningini verða svarthvítar myndir framsýndar, sum eru unikkar, tí fotografurin sjálvur hevur framkallað tær. Ásmundur Poulsen byrjaði at fotografera í 1950´unum og av tí, at hann helt á í útivið fimti ár, liggja fleiri túsund myndir eftir hann.
Ásmundur Poulsen var Eiðismaður, men búði meginpartin av lívi sínum í Havn, har hann bygdi hús uppi á Lützenstrøð saman við konuni, Esther. Hann fotograferaði í góð hálvtrýss ár, fyrst sum áhugafotograf, men síðani gjørdist foto hansara yrki. Hann gav út postkort við myndum av føroyskari náttúru og gav eisini út eina røð av myndabókum “Føroyar í myndum”. Myndevnisliga fevnir framsýningin um landsløg, býarløg og um portrettmyndir, sum avmynda ymisk kend fólk, bæði livandi og deyð; t.d. listafólk sum Hans Hansen og William Heinesen, Frimod Joensen, men eisini aðrar persónligheitir sum t.d. John Dam, Lisa Heinesen, Oskar Hermansen, Olaf í Garði og Sonne Smith. Eisini tey kongaligu eru sloppin upp í part í nøkrum óvanligum, til tíðir humoristiskum lýsingum.
Ásmundur Poulsen hevur dokumenterað sína samtíð og hevur gjørt sær sera stóran ómak við fotomyndunum, sum í fleiri førum eru merktar av óvanligum nærlagni í kompositión og skuggaárini og stílsliga. Teirra fagurfrøðiliga mál kundi mint um Hollywood filmar frá fýrati- og fimtiárunum, fokuserað verður á ein ella fáar figurar í atmosferiska myndarúminum, har smálutir og heild í myndini samskifta og mynda eina samanhangandi heild. Myndin av AUTO hevur júst hetta serstaka film noir huglagið av eini einsligari býarnátt. Summar av portrettmyndunum tulka persónsmenskuna hjá teimum portretteraðu, hetta sæst t.d. í einari vakrari mynd av Eiðismanninum Olivar á Mýruni, har linjurnar í húsunum í bakgrundini ganga á skák av linjunum í tí portretteraða andlitinum við tí úrsliti, at portrettmyndin tykist óvanliga dynamisk. Andlitið er gjørt eitt sindur kámt og hetta hevur við sær, at eyguni tykjast enn meira klár og gløggskygd sum skoða tey framvið og síggja okkurt, sum áskoðarin ikki sær. Dupultportrettið av Lisu og Williami Heinesen er óvanligt við tað, at tað er profilurin á frúuni, sum er í fokus, meðan stjørnuskaldið næstan kámast burt í einum fittligum brosi. Stjørnuklár er stillebenkenda drekkamunsuppstillingin høgrumegin í forgrundini, við teimum báðum paraligu seruttpakkunum, ið tykjast staðfesta okkara varhuga av einum góðum og harmoniskum parlagi.
Framsýningin fevnir um 38 fotomyndir og øll eru hjartans vælkomin. Til høvið er framleitt eitt vakurt katalog við framsýningarmyndunum umframt einum stuttum teksti um Ásmund Poulsen á føroyskum donskum og enskum. Tað er forlagið í Støplum við John Dalsgarð, sum gevur út og Føroyaprent prentar. Framsýningin Ásmundur Poulsen Photo verður at síggja í Steinprenti á Skálatrøð í Havn frá 22.februar til 22.mars og eftir hetta er ætlanin at fáa framsýningina til Eiðis. Stuðlar: Mentanargrunnur Føroya, Tórshavnar Kommuna, Eiðis Kommuna, Eik Banki og Okkara.
(KP)