Monday, February 11, 2013

Tey fyrstu orðini




tey fyrstu orðini vóru:
"skip" "pápi" og "grønland"
og so fór eg sjálvur at siga:
"mold" "sandur" og "steinar"
sum evnaðu verðina
hjá mínum smáu bilum
sum eg ein dagn
ikki slapp at spæla við
tí eg skuldi hoyra um
"guð" "einglar" og "helviti"
síðani var tómleikin
tann sangurin eg oftast hoyrdi
og eg royndi at geva honum eitt ørindi aftrat
sum eg fylti vð mold sandi og steinum
og so kundi eg aftur
droyma um skip og spæla við bilar
meðan pápi og guð fiskaðu einglar í grønlandi
og so var helviti líkasum ikki til meir


Mynd: Steinprent hjá Tóroddi Poulsen
Yrkingin stendur á síðu 70 í: Steinsetingar hjá Tóroddi Poulsen
Editon After Hand (2008)




(KP)