Integratiónskjakið í Danmark gjørdist í mínum lestrarárum eitt veruligt helviti, har tað var í lagi at siga alt, fordómarnir fingu frítt spæl og málið gjørdist perverst. Alt til onga nyttu, tí kjakið førdi onga leið. Høgravongurin hevði ræðisátøk, fann upp á ræðsluorð og arbeiddi við kulda, meðan vinstravongurin arbeiddi við hita, við eksotiskum ímyndum og bara helt, at vit øll somul skuldu elska hvønn annan. Men tað gera vit jú ikki, vit elska ikki øll hvørt annað. Eins lítið sum nøkur orsøk er til ræðast alt tað, sum virkar ókunnugt, fer tað at bera til, at vit øll elska hvønn annan í almenna rúminum. Kjakið fann ongantíð eitt lunkað støði, har mann í staðin fyri at fokusera upp á køld ella heit virði heilt einfalt fokuseraði upp á tann globala veruleikan.
Nú haldi eg, at eg kenni hetta hataða kjakið aftur í føroyska mentanarkjakinum. Antin er tað mótstøða, ússaligar áheitaninar á tann innara svínahundin og hatur móti tí elitera, móti sonevndu smakksdómarum og nassarareyvslistafólkunum ella er tað søtsuppa, kær barndómsminnir um megina í listini og hennara reinlyntu náttúru. Men vit kunnu sjálvandi ikki brúka nakað av hesum, hvørki tað kalda ella tað heita, okkum tørvar tað lunkaða, at taka støði í veruleikanum og til ta sannroynd, at listin hevur ein týdningarmiklan leiklut í samfelagnum. Tá fer okkurt at henda.
Nakað sum sjálvandi altíð sníkir seg inn, tá mann skal líta at kjakinum uttanífrá, er útisetaskynsemið. Eitt løgið fyribrigdi, sum kemst av at ferðast úr einum landi til eitt annað. Umframt at mann kanska gerst meira tjóðskaparlig, blívur mann eisini so forbannað klók, og gloymir, at tað í grundini búgva hugsandi menniskju í landinum, mann fór frá, sum hvønn dag stríðast fyri at gera samfelagið betri. Mær nýtist persónliga ikki at vera meira enn eina góða viku uttanlands áðrenn eg veit nágreiniliga, hvat átti at verið gjørt og hvussu idiotiskt tað er, at hetta ikki verður gjørt – serliga í einum so lítlum landi, har tað hevði kostað so lítið, og har tað hevði verið so lætt at gjørt veruligan mun. Men so skjótt eg eri komin heimaftur gerist eg aftur greið yvir, hvussu torført tað er. Eg minnist hvussu eg og mong onnur hava stríðst til onga nyttu fyri at fáa nakað skilagott burtur úr mentanarpolitikkinum, og eg fái hug at gevast og bara skriva okkurt positivt. Tí tað er jú lættasti vegur úr vónloysinum.
Soleiðis er støðan beint nú. Tólv tímar aftaná, at eg eri komin heim úr USA havi eg hug at skriva, at tað verður herligt at fara til framsýningar, konsertir og leikir í várinum, sum stundar til. Men eg geri tað ikki, tí vit mugu til at taka okkum saman, um fáir dagar er freist at lata inn nýggj lógaruppskot í løgtinginum og nú má tað pínadoyð vera slutt við vinstrahondsarbeiðinum. Nú mugu koma nøkur uppskot, sum kunnu menna hetta landið til at gerast heimsins besta land fyri listina. Møguleikarnir eru har heilt vist, og tað er ikki so ringt um allir flokkar, bæði teir kaldu og teir heitu ganga saman um at skapa eina mentanarstovu sum hesa http://listinblog.blogspot.dk/2012/03/mentanarstovan.html
So fáa vit ein møguleika fyri einum ordiligum kjaki, møguleika fyri umlegging og menning, møguleika fyri at nýggj initiativ kunnu blóma, og at samfelagið fær nyttu burtur úr mentanini, møguleikan fyri at brúka peningin á rættan hátt í framtíðini. Tað snýr seg ikki um høgravent ella vinstravent, men um at taka støðu til veruleikan.