2011 var eitt ríkt listaár við framúr framsýningum, frálíkum konsertum, leikum og bókaútgávum. Tað eru fyrst og fremst hesar listaupplivingarnar, sum standa klárar í minninum, men eitt sindur av mentanarpolitiskum forargilsi bleiv tað sjálvandi eisini til. Vit líta aftur á farna ár og her kemur síðsti partur.
Oktober
Oktober var merktur av valstríði uppá gott og ónt, men tíbetur var alt ikki bert politikkur. Í oktober lat Heystframsýningin upp, tað var jazzfestivalur og Aldubáran hevði heystkonsert. Stórar umráðandi listarligar markeringar, sum eru umráðandi at minnast mitt í politisku elendigheitini.
http://listinblog.blogspot.com/2011/10/heystlist.html
Nils Ohrt helt røðu, tá Heystframsýningin læt upp
http://listinblog.blogspot.com/2011/10/heystframsyningin-upplatingarran-hja.html
Ein glotti var tað, at Tóroddur Poulsen gav út sít 30. yrkingarsavn. Kinna fegnaðist um bókina og skrivaði m.a: ”Fyri tann matliga lesaran ljóðar "Bræddur firvaldur" sum ein modernaður og sera lættur døgurarættur, ið her verður borðreiddur fyri lesaranum. Men orðið bræddur kann bæði brúkast um at snerkja ella at hita og verður somuleiðis brúkt um tað, sum bráðnar ella verður tjørað og tá fari eg brádliga at hugsa um Damien Hirst og hansara óvandaligu og hjartaleysu viðferð av summarfuglum. Óansæð associatiónir og hvørja merking av orðingini, vit velja, tykist tað onkursvegna snúgva seg um fullkomnan og stokkutan vakurleika, sum er við at forfarast. Antin tað snýr seg um at kóka hann ella konservera hann til eftirtíðina er úrslitið tað sama, firvaldurin doyr. Á sama hátt sum í undanfarnu bókum er tað deyðin sum altavgerandi treyt, ið yrkingarnar snúgva seg um, men eg havi ikki áður verið so sinnisrørd av at lesa Tórodd Poulsen sum av hesum yrkingunum, ið bera fram eitt óendaligt takksemi frá einum yrkjaraegi, sum við sorgblídni ásannar hvussu stutt lívið er og hvussu lítið og hvussu nógv vit formáa okkum. Tað er helst at gera ov lítið av at pástanda, at evni sum deyði og skapan eru klassisk, men fá duga at orða tað á so originalan hátt sum Tóroddur Poulsen: ..kjøtið spelar/ avstað/ inn í/ eina kjøtleysa framtíð...(s.49)”
http://listinblog.blogspot.com/2011/10/inn-i-eina-kjtleysa-framti.html
Í Frankfurt var bókamessa. Ársins heiðursland, Ísland hevði boðið føroyingum við, men her heima høvdu vit okkara stúringar um hvussu tað nú gekk í Frankfurt.
http://listinblog.blogspot.com/2011/10/bokmentalig-storhending-upp-i-royk.html
November
November byrjaði við mentanarpolitiskum svartskygni og soleiðis helt tað fram.
http://listinblog.blogspot.com/2011/11/hvat-nu-vi-mentanini.html
Vit fingu ein nýggjan mentamálaráðharra, sum varð presenteraður í Kringvarp Føroya:
http://listinblog.blogspot.com/2011/11/vit-um-vrp-hvat-er-mentan.html
Tjóðpallur Føroya leveraði eisini svartskygni, men mótsett politisku evjuni var hetta svartskygnið list á høgum støði. Inger skrivaði m.a. um Reinsan: ”Í hesum rúminum við tektoniska bygnaðinum og stereotoma, at kalla organiska, innara gongur ein reinsan fyri seg. Ein reinsan, sum fevnir um okkara stevnu við listina, eitt møti, tá sinnið verður kenslunomið í so stóran mun, at tað ikki rúmar nøkrum øðrum enn listini. Sinnið verður tømt, reinsað. Men tað snýr seg eisini um eina aðrar reinsan, nevniliga reinsanina frá tí ónda. Tann evindaliga súltanin hjá konunum og teirra stríð móti flugum og spillu er eitt sterkt leiðimotiv, sum inniheldur sera nógvar umráðandi týdningar, men sum eisini speglar júst bardagan móti tí ónda, antin tað eru kulakkar, fólkafíggindar, svikarar, blóðtystir røvarar, horur ella kommunistar. Tey óynsktu. Í einum samfelagi, har einki pláss er til systemkritikk, har menniskjað verður tvingað at vera ómenniskjaligt, til morð og til svik, har skal tað reinsast út. Tað er tann einfaldi dreymurin um LEGO®World, eitt stað, har tað ikki er nakað, sum minnir okkum á spillingina. Alt skal burtur: ”Læknar reinsa alt út, allar sjúkur. Búldir, parasittar, kreft. Teir skera alt vekk, soleiðis”, siger Zara. Alt má vera reint: ”Eg havi brúk fyri hansara hondum, hansara reinu hondum, at tær nerta við meg, tí tað er bara Hans, bara hann sum kann, bara hann sum hevur eitt reint hjarta, tað reinasta hjartað í verðini og hann fer at lova mær inn í sítt reina hjarta og bjarga mær”, sigur tann unga Aliide. Men veruleikin er ein annar, misbrúkið verður endurtikið og tað ber ikki til at reka tað ónda burt, tað er kyknað og vaksur víðari í tær sjálvum: ”Tí tá man er í parti við tí sum hevur maktina, so er man tryggur. Og so skal eg ongantíð aftur sita eina nátt í kjallaranum á býráðshúsinum”.”
http://listinblog.blogspot.com/2011/11/vimli-reinsan-tjopallinum.html

Í Steinprenti var nógv virksemi alt árið. Grafiski verkstaðurin á Skálatrøð fær á hvørjum ári nógv góð útlendsk listafólk higar og hevur avgerandi stóran týdning fyri hvørt tað yvirhøvur finst eitt umhvørvi fyri myndlist her á landi. Í november var Svend-Allan Sørensen og vitjaði.
http://listinblog.blogspot.com/2011/11/svendsk-skalkabros-i-steinprenti.html
Forlagið Torgarð gav út fína yrkingarsavnið Útsýni hjá Tóroddi Poulsen á donskum. Í ummælinum av føroysku upprunaútgávuni skrivaði Kinna m.a. "Málið í yrkingunum tykist tíðum sera foreinklað, nærum primitivt, meðan tað í øðrum yrkingum er meira samansett og torgreitt. Heldur enn at vera fráboðandi, er málið í yrkingunum suggestivt og krevur av lesaranum, at hann er við uppá at lata seg hugtøla. Onkrastaðni fremur yrkjarin eina serliga forskjóting av perspektivinum, ið tekur lesaran á bóli, t.d. í fantastisku yrkingini SUNNUDAGUR við tí løgna og originalt snaraða Gulliver-temanum..."
http://listinblog.blogspot.com/2010/06/utsyni-til-summarfri.html

Men hóast fína leikin Reinsan og onnur ljóspunkt mugu vit helst nominera november til ársins keðiligasta. Vit máttu veruliga gera okkum ómak fyri at síggja ljóst uppá tað heila.
http://listinblog.blogspot.com/2011/11/mentanarnevnd-lgtingsins-manna-og.html

Desember
1.desember varð Gullgentan hjá Hanusi Kamban innstillað til heiðursløn: Stuttsøgusavnið “Gullgentan” eftir Hanus Kamban er føroyska uppskotið til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina í 2012. Í savninum endurnýggjar Hanus Kamban sítt frásøgukynstur við at lata tað trúliga og tað ótrúliga renna saman í tíggju hugfangandi søgur um vald og máttloysi, kærleika og harðskap. Orðavalið er sjáldsama neyvt og fjølbroytt, og søgurnar eru grundaðar á ein greiða, kritiska støðu til ráðandi politisk og mentanarlig rák í okkara tíð.
Mitt í mánaðinum var filmskvøld í Norðurlandahúsinum og í november var føroyskt filmskvøld á Norðuratlantsbryggjuni http://listinblog.blogspot.com/2011/11/skyming-froyskar-stuttfilmsperlur.html
Síðst í desember boðaði fiskivinnumálaráðharrin frá, at játtanin hjá Sjósavninum á Argjum skuldi minkast: http://www.listinblog.blogspot.com/2011/12/sparingar-savnskinum.html
Og nú eru vit komin inn í eitt nýtt ár, sum vónandi verður spennandi mentanarliga. Vit á listablogginum fara so í øllum førum at fylgja við og vilja hervið takka okkara lesarum fyri 2011 og samstundis ynskja eitt gott og solidariskt nýggjár fyri okkum øll.