Thursday, January 19, 2012

Tóroddur framsýnir træprent í Steinprenti

Leygardagin klokkan fimm letur Tóroddur Poulsen upp framsýning við ávikavist nýggjum træprentum og træprentum, sum ikki eru framsýnd áður. Træprentstøknið er elsta háprentslagið vit kenna til; tey elstu dagfestu træprentini í Europa eru frá umleið 1400. Albrecht Dürer var eitt nú framúr dugnaligur innan hetta tøknið og gjørdi m.a. eina rúgvu av træskornum bókaumsløgum. Síðan 1900 er træprentstøknið einamest brúkt sum myndlistarligur miðil. Eitt træprent byrjar heilt einfalt við eini træplátu, sum eitt listafólk sker sítt myndevnið í. Tá træplátan er liðug, verður prentlitur smurdur á hana við eini gummirullu, so at hon verður t.d. svørt allastaðni uttan har, sum skorið er - hetta verður hvítt ella pappírslitt - og tá so plátan við einum pappíri omaná verður førd í gjøgnum eina pressu, kemur myndin til sjóndar, speglvend á pappírinum.


Myndlistamannin Tórodd Poulsen kenna vit kanska best frá steinprentunum, men træprentstøknið er av sonnum eisini hóskandi til hansara ráa úttrykk, sum er fjart frá forfínaða og detaljuríku renesansumyndunum hjá Dürer. Meðan síðstnevndi skar rættiliga nógv burtur av træplátuni, tykjast pláturnar hjá Tóroddi nakað væl meira kompaktar og einfaldar. Men sjálvt um tær tykjast kolasvartar -ja, svartari enn bæði botnfall, asfalt og kirkjugarðsmold tilsamans, er myndaúrvalið minst líka raffinerað og fleirtættað, sum verkini hjá hesum listamanninum plaga at vera, antin talan er um yrkingar, myndlist ella performance. Boðskapurin er stundum filosofiskur og djúpur og onkuntíð meira skemtiligur ella absurdur, men aloftast er talan um eina typiska tóroddska sameining av fleiri rásum, ið binda saman sjálvsagdar eygleiðingar við tilveruligar grundanir.

Tagnarmaskinan, ið framleiðir kvirru, gongur aftur sum myndevni í fleiri myndum og tann kendi lítli súkklarin hómast eisini onkrastaðni, men listamaðurin er eisini komin inn á nýggjar myndevnisligar leiðir, ið snúgva seg um tilfar, um træbretti, trækassar og svávuldósir og um tilfarið, vit eru gjørd av og sum vit eru felags um, sett yvir fyri einstaklinginum í heildini. Kumpassnálin er sett yvir á æviga spurningin: Hvør eri eg? Á einari av myndunum síggja vit fleiri byggiroyndir av kassum og øðrum, sum eru laðaðar ella settar upp onkursvegna, men sum allar tykjast vera steðgaðar í hálvum gekki. Hetta man vera sum tað eigur at vera. Vónbrotna og býttisliga viðmerkingin ALDRIN BLEIV HANN LIÐUGUR VIÐ NAKAÐ stendur skrivað á myndina sum eitt ekkó frá einum vælmeinandi, men stokksettum samfelagi uttan nakra hóming fyri list ella listarligum verkætlanum.

Tóroddur Poulsen býr niðri, men kemur heim nakrar dagar áðrenn upplatingina fyri at gera nýggj prent, sum eftir ætlan eisini verða framsýnd. Listamaðurin verður sjálvur til staðar til upplatingina leygardagin 21.jan klokkan 17 og øll eru hjartaliga vælkomin oman í Steinprent, Skálatrøð 16 í Havn. Hesi myndabrotini eru rættiliga vánalig  í fotogóðsku, verkini síggjast nógv betri í síni heild á framsýningini leygardagin og komandi tíðina.