Tuesday, January 10, 2012

TVAZZ við nýggjum leiki.


Sjónleikabólkurin TVAZZ er farin undir 4. leikverk sítt, síðani bólkurin varð stovnaður í 2006.

Hesu ferð fer TVAZZ inn í eina rannsókn av, hvat óndskapur er. Eitt óunniligt evni, sum ikki verður tosað serliga nógv um. Eitt evni, vit helst skáka okkum undan.

Nú vil Tvazz bróta ísin. Uttan at koma við morali, greiðum boðskapi, peikifingri, loysn ella svari, men heldur við at seta einfaldar spurningar so sum: Er óndskapur ein viðføddur eginleiki? Um ikki? Hvat fremur so óndskap og óndar gerðir? Undir hvørjum umstøðum kann óndskapur nørast? Leikurin er eftir svian Niklas Rådström og kallast Tey óndu.

Við eini rammu-søgu úr eini skakandi hending úr Onglandi fara vit inn í Tey óndu.

Formurin er sum klassiskur grikskur sorgarleikur við kóri, sum viðmerkir, undrar, spyr, hugleiðir um hendingarnar, sum fara fram. Tey óndu er sum ein grikskur sorgarleikur við einum nútímans twisti.

Tvazz hevur við leikum so sum Køksdrotningarnar (2006), Fundamentalisturin (2007-08) og 4.48 Psykosa (2009) sett sær fyri at taka “tung” evni upp til viðgerðar og harvið skapa eitt kjakrúm fyri nútímans leiklist. Tvazz hevur flutt mørk, bæði hvat viðvíkur evnisvali, áskoðarafjøld og formi.

Útlendsk og føroysk leiklistafólk.

Ein aðalsetningur hjá TVAZZ er at blæsa frískar streymar inn í føroyska leiklist. Tí leggur Tvazz dent á at samstarva við listafólk uttaneftir. Tað verið seg útlendingar ella føroyskir listaútisetar, sum hava útbúgving og drúgvar royndir uttanlanda.

Tvazz hevur m.a. havt leikstórar og pallsniðgevar úr Íslandi, Svøríki, Danmark og Týsklandi. Tað hevur víst seg at rigga væl. Útlendsku gestirnir dáma sera væl at koma hendanvegin og lata væl at tí serliga og tætta sambandinum, sum eitt lítið samfelag gevur. Fleiri vilja koma aftur hendanvegin

Við í verkætlanini Tey óndu eru hesa ferð svenska Petra Berg Holbek, leikstjóri. Petra leikstjórnaði eisini leikin Fundamentalisturin. Harumframt eru danska Tine Gotthelf, sjónleikari við, føroysku Egil Barclay Høgenni Hansen, ljós - og rúmsniðgevi, umframt Kjartan Hansen, sjónleikara, sum saman við Gunnvá Zachariasen, herbúgvandi sjónleikara fara at fortelja hesa søgu í januar 2012.

Dokumentarfilmur um listarligu tilgongdina.

Umframt sjálva leikuppsetanina av Tey óndu, er Tvazz farið í samstarv við Kringvarp Føroya, sum ger ein film um teirru listarligu tilgongdini av hesum leikverki. Fylgt verður tætt við undir venjing frá tí allar fyrstu lesiroyndini til farið verður út á gólv fyrstu ferð og heilt fram til frumsýningin verður. Filmurin verður vístur, tá sýningar eru liðnar sýndar í februar.

Leikurin Tey óndu verður framførdur á Tjóðpalli Føroya frá 14. Januar 2012.

Sí meira á http://www.tvazz.com/

Um TVAZZ:

Uppsetingar:
2006: Køksdrotningarnar eftir punkdramatikaran Werner Schwab
2007: Fundamentalisturin eftir finska Jhøvundan uha Jokela
2008: Tvazz framførur Fundamentalistin á Tampere Theatre Festival, Finlandi
Juha Jokela vinnur norðurlendsku dramatikarar virðislønina fyri Fundamentalistin.
2009: 4.48 Psykosa eftir Sarah Kane
2011: Tey óndu eftir Niklas Rådström

Visjónin:
TVAZZ er eitt felag har listafólk innan visuella list hittast, t.e. sjónleikur, dansur, video, myndlist, sniðgeving (pallur, ljós, ljóð, grafikkur, búnar o.a), foto, installasjón, performance, tónleikur – ja, snøgt sagt alt, sum kann síggjast á palli.

TVAZZ er eitt netverk og eitt forum, har listafólk hittast til sparring, verkætlanir og viðmerkingar, kjak og íblástur, til spæl og leik, til stuðul og stimbur hjá hvørjum øðrum og øðrum og ørum.

TVAZZ er sprottið úr sjónleikaumhvørvinum, tí verður tað fyrst og fremst sjónleikur, sum verður vørumerkið hjá TVAZZ.

TVAZZ er ein livandi eind, sum er í støðugari menning og tí verður merkt og mýkt av teimum einstøku listafólkunum, sum eru við.

Endamálið er at gera verkætlanir - leikir, framførslur, framsýningar, konsertir – á høgum listarligum støði.

Heimstaðið er Føroyar, men samstarvið verður við allan heimin. At knýta bond og skapa møguleika fyri millumtjóða samstarvið. At bjóða listafólki uttaneftir higar og at fáa føroyskar “lista-útisetar” aftur hendanvegin og sjálvsagt at spæla saman við teimum , sum eru her frammanundan.

TVAZZ er átrúnaðarliga og politiskt óheft.