- Mentanarnevnd Løgtingsins hevur í sambandi við fíggjarlógaruppskotið 2012 sent landsstýrismanninum í mentamálum; Bjørn Kalsø, 13 spurningar. Bæði spurningar og svør eru at síggja her: http://www.logting.fo/files/casestate/12005/101.11%20Skjal%20K.pdf
Hóast allir spurningar óivað eru relevantir, loyva vit okkum at taka nakrar framum, nevniliga spurningarnar 5, 9 og 10, sum allir snúgva seg um mentanarøkið. Vit seta teir inn her. Her ber eisini til at lesa svarið frá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum viðvíkjandi verkætlanini SALT, umframt viðmerkingar frá minnilutanum í mentanarnevnd løgtingsins:
5. Eingin ætlan sær út til at vera at byggja Tjóðpall í komandi árum, men kortini sær út til, at 5. mió. kr. eru fluttar til prosjektering í 2012. Hvat er orsøkin til, atíløguætlanin er broytt í mun til fíggjarkarmin í vár, har man setti 5 mió. kr. avhvørt ár. Og hvussu ítøkilig er ætlanin, at Tjóðpallurin skal byggjast á Skálatrøð?
Peningur (5 mió. kr.) varð játtaður á fíggjarlógini fyri 2011 til Tjóðpall. Játtanin er ikki nýtt, og verður tí við C-átekning flutt til 2012. Saman við óbrúktu játtanini og 1 mió. kr., sum skotið er upp at játta afturat, verða 6 mió. kr. tøkar til íløguna í 2012. Fyri hesa játtan er ætlanin at gera fyrireikingarnar lidnar og fara undir at byggja Tjóðpallin.
Fyrsta stigið í ætlanini er at seta bygginevnd, hvørs fyrsta uppgáva verður at lýsa hølistørvin og at gera eina byggiskrá. Verklagslóg verður síðan løgd fyri Løgtingið.Hóast peningur hevur verið tøkur á fíggjarlógini, eru fyrireikingarnar ikki komnar serliga langt. Samskifti hevur verið millum Tórshavnar Býráð og Mentamálaráðið um ætlaðu byggingina, og hevur býráðið í hesum sambandi víst á møguligt byggilendi á Skálatrøð. Av tí at fyrireikingarnar ikki eru komnar serliga langt, og at óbrúkt játtan verður flutt til 2012, varð ikki mett neyðugt at skjóta upp at játta meira enn 1 mió. kr. afturat til endamálið í 2012.
Samgongan hevur sett sær fyri at gera langtíðaríløgukarm fyri næstu 12 árini. Í samband við ta viðgerðina er ætlanin at áseta, hvussu játtanin til at byggja Tjóðpall verður býtt á komandi fíggjarár.
9. Hvør er orsøkin til, at Norðurlandahúsið og játtanin til tónleik og sang eru skornar?Játtanin til Norðurlandahúsið varð í fíggjarlógini fyri 2011 hækkað svarandi til ta upphædd, ið Norðurlandahúsið misti í mvg-afturbering, tá ið Taks broytti MVG-avrokningarháttin 1. januar2011. Nýtslan í 2011 hevur tó víst, at játtanin varð hækkað í meira lagi. Tað er orsøkin til, at játtanin er tillagað.
Játtanin til tónleik og sangOrsøkin til, at skotið er upp at lækka játtanina til tónleik og sang, er, at avtala um eina 3-áraverkætlan í samband við eina føroyska skúlasangbók gekk út við ársskiftið 2011/12.
10. Frágeiðing um, hvat status er viðvíkjandi projekti SALTLandsstýrismaðurin í fíggjarmálum umsitur viðurskifti viðvíkjandi prosjektinum SALT á Drelnesi, og landstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur somuleiðis tær fyristingarheimildir, sum Ll.nr. 60 frá 26. mai 2011 um stuðul til Saltsilogrunnin gevur. Tí hevur Mentamálaráðið beint hendan spurning víðari til Fíggjarmálaráðið, og fær Mentanarnevndin vónandi svar haðani.
Bjørn Kalsølandsstýrismaður
Og svarið ljóðar:
Mentanarnevndin hevur biðið landsstýrismannin í mentamálum greiða frá, hvat statuser viðvíkjandi projekti SALT. Tá projekt SALT er málsøki hjá landsstýrismanninum ífíggjarmálum hevur Mentamálaráðið biðið Fíggjarmálaráðið geva mentanarnevndinihesa frágreiðing.
Í § 1 í verklagslógini fyri stuðul til Saltsilogrunnin verður sagt:“ Løgtingið heimilar landsstýrinum at veita stuðul uppá 20 mió kr.í 2011 at útgjaldasamsvarandi byggigongdini til Saltsilogrunnin til at umbyggja og innrætta Saltsiloinaá Drelnesi.Avgerðin um at umbyggja Saltsiloina til mentunarhús var grundað á eitt skitsuprojekt,ið stigtakarnir høvdu gjørt. Tað var eisini hetta skitsuprojekt, ið Løgtingið hevði athalda seg til, tá verklagslógin var til viðgerðar og var samtykt.Fíggjarmálaráðið hevur biðið Grannskoðaravirkið INPACT um at ganga ígjøgnumfyritreytirnar fyri rakstrar og byggiætlanini og Landsverk at meta um byggitekniskukanningarnar, ið gjørdar eru av saltsilobygninginum.Gjøgnumgongdin hjá Landsverk reisti ymiskar spurningar, ið ikki bar til at svara soleingi tað einans fyrilá eitt skitsuprojekt. Avgjørt var tí, at bíða við at gera endaligaavtalu um stuðulsgjaldingarnar til til eitt forprojekt var gjørt granskað av eksternumserfrøðingi.Saltsilogrunnurin upplýsir, at arbeitt verður í løtuni við forprojektinum, og eittgranskað forprojekt verður liðugt í januar í ár.Landsstýrismaðurin hevur boðað Saltsilogrunninum frá, at í fyrsta umfari verður 1mió. kr. goldin grunninum til at gjalda útreiðslur fram til og við gransking avforprojektinum, og at landsstýrið hevur sum fyritreyt, at A.P.Møller grunnurin ogdanski staturin útgjalda tilsvarandi upphæddir.Fíggjarmálaráðið hevur havt samskifti við við A.P.Møllerfonden og hevur avtalað, atpartarnir skulu møtast fyri at avtala hvussu útgjaldingarnar frá stuðulsveitarunumskulu samskipast, og hvussu eftirlitið skal verða við verkætlanini.
Jørgen Niclasen , landsstýrismaður/Petur Alberg Lamhauge
Tjóðpallurin konta 7.24.2.09. Tjóðleikahús (Íløgujáttan)Minnilutin (Høgni Hoydal og Gunvør Balle) mælir staðiliga til, at tann íløguætlan á undirvísingar- og mentanarøkinum, ið varð samtykt, tá fíggjarkarmarnir vórðu lagdir í vár, verður hildin.Á samlaðu íløguætlanini vórðu atlit tikin til at skapa virksemi kring alt landið, og samstundis at gera íløgur, ið kunnu savna tjóðina og skapa umstøður fyri undirvísing og mentan, ið alt ov leingi hava verið forsømdar.Harímillum varð samtykt, at Tjóðpallur Føroya skuldi hava eina játtan upp á 5 mió. krónur tey komandi 5 árini, og at pengarnir kundu støðlast – altso savnast saman, um teir ikki verða nýttir hvørt árið.Tað hevur alstóran týdning, at langtíðarsemjur um fíggjarkarmar verða hildnar. Fyri at nakað álit kann vera á politisku skipanini, má minsta krav vera, at slíkar langtíðarsemjur verða hildnar.Tjóðpallurin hevur ómetaliga trongar og óvirðiligar karmar, og eftir drúgva viðgerð var semja fingin í lag í 2010 um at seta bygging av nýggjum Tjóðpalli á langtíðar íløgukarmin.Hetta eiga vit at halda fast við, og tí verður Fíggjarnevndin biðin um at setaupprunaligu upphæddirnar til bygging av Tjóðpalli á fíggjarlógina aftur.Víst verður á, at tá íslendski búskapurin kom í djúpa kreppu, valdu íslendingar at seta íløgur í mentan og útbúgving fremst. Tey hava megnað at bygt eitt framúr mentanarhús í ringastu krepputíðum, og hetta er týdningarmikil liður í at menna sjálvsálitið og tjóðarbyggingina, sum lyftir alt samfelagið upp aftur.
Tónleikur og sangur (konta 7.24.2.01.) og Mentanargrunnurin (konta 7.24.2.04.)Minnilutin (Høgni Hoydal og Gunvør Balle) mælir harafturat til, at játtanin til tónleik og sang ikki verður skerd, sum landsstýrismaðurin skjýtur upp.Hendan játtan styðjar upp undir tað ómetaliga stóra virksemið innan tónleik og sang kring landið, og peningurin kastar ferfalt av sær. Eisini mælir minnilutin Fíggjarnevndini til, at játtanin til Mentanargrunnin verður hækkað.Fígging til hesi bæði átøk á mentanarøkinum kunnu finnast undir kontu nr. 7.24.1.13. Ymiskir studningar.
Mentanarnevndin, 5. januar 2012
N. v.Bjarni Djurholm, formaður
Friday, January 20, 2012
Spurningar og svør
Labels:
IS