Í góðu sendingini um føroyska filmslist, segði Jan Berg Jørgensen, ið  hevur verið við til at sett filmsverkstaðið hjá Tórshavnar kommunu,  Klippfisk, á stovn, at pengarnar til list eru so mikið smábýttir, at nú  fílmsfólk eisini eru farin at søkja um somu fáu milliónurnar, sum hini  listafólkini søkja um, vil LISA helst ikki hava okkum um borðið.
Sum formaður í LISA vil eg staðiliga mótmæla hesum. Eg havi tosað við  filmsfólk um at skipa eitt felag fyri tey mongu, ið arbeiða við filmi  bæði í sjónvarpi, í lýsingarfyritøkum og privat. Vit í LISA vilja, at  hesi mongu dungnaligu filmslistafólk skipa eitt fakfelag, soleiðis, at  tey kunnu standa sterkari mótvegis almennu myndugleikunum, tá ið talan  er um at verja upphavsrætt, at eggja politikarum at taka filmslistina í  álvara og seta ein filmslistagrunn á stovn, at verja rættindi, bæði  viðvíkjandi sosialari trygd og øðrum. Kanska havi eg tosað við skeivu  fólkini, tí at vit hava, ið hvussu so er ikki hoyrt frá teimum enn.
Kanska nevndi Jan Berg Jørgensen skeivan felagsskap ella mistók hann  seg, tá ið hann seg so. Kanska meinti hann við Mentanargrunn landsins  ella onkran annan. Eg veit ikki, men eitt er vist, og tað er, at LISA  hevur onki ímóti, at filmsleikstjórar, ljósfólk, klipparar,  framleiðslufólk og onnur, ið arbeiða við filmi skipa eitt felag, sum  søkir um limaskap í LISA, soleiðis, at øll listafólkini kunnu standa  saman um filmslistina, ið hevur flest allar listagreinir í sær.
Formaður í LISA
