Thursday, January 26, 2012

Tíðindaskriv: Reinsaríið: Multifunksjónshús við rútmiskum spælistað



Til býráðsfundin í kvøld hava trivnaðarstjórin og mentamálaleiðarin mælt til at játta eina miljón av íløguætlanini 2012 í sambandi við arbeiðið at gera Reinsaríið til m.a. rytmiskt spælistað. Bæði mentamálanevndin og fíggjarnevndin hava mælt til at taka undir við uppskotinum.
 

Byggilistarliga hugskotið, sum Kontrast Arkitektar hava gjørt, byggir á at tvinna tað gamla saman við tí nýggja. Innan verður tað gamla varðveitt, sum er merkisvert í sær sjálvum, og við nýggjari innrætting og nútíðar sniði fæst ein meira tíðarhóskandi og nýtiligur bygningur.
 

Hugskotið byggir á at fáa ein sokallaðan polyvalentan bygning, sum við sínum mongu tiltøkum kann broyta funksjón eftir tørvi. Hetta, at hava rúmini so opin sum møguligt og funktiónirnar mobilar.
 

Mesta arbeiðið við Reinsarínum er at meta sum restaureringsarbeiði, og tí verður arbeiðið framt í smáum stigum.

Tórshavnar Kommuna