Hetta Harrans árið 2012 hevur higartil boðið uppá upptil fleiri royndarstundir hjá undirritaðu, sum meginpartin av árinum hevur ligið brakk á sjúkrahúsum í Skejby og Havn. Nú er hetta ikki nakar sjúkrabloggur, men ein listabloggur, so eg skal royna at lata vera við at undirhalda við øllum teim sváru pínum og plágum, ið mær hava verið fyri, og heldur miðsavna meg um listina og um undirhaldið á mínum sjúkrahúsuppihaldum. Tað er á ongan hátt stuttligt at liggja á Skejby og blomstra, tá læknarnir eru farnir heim í vikuskifti, men tá skái er í pínuhelvitinum hevur man jú hug at orientera seg. Stríddi meg við bleikum kaldasveitta oman í kioskina í hvítum slobbrokki at spyrja um eg kundi fáa fatur á einum donskum sim-korti og eini wifi-kotu, so at eg kundi sleppa á netið við míni nýggju smørtu smartphone. Tann eldra kioskkonan hugdi undrandi, næstan skelkað uppá meg sum hevði eg spurt eftir onkrum óskikkiligum og segði, at nei, nei, sovorðið høvdu tey altso ikki. Tann yngra beistaktiga fríska daman hugdi meg beint upp í mítt nábleika andlit og svaraði, at tey seldu slík kort inni í býnum beint við jarnbreytarstøðina einar 2-3 bussar frá hospitalinum. Við hesum svari var eg næstan svímað niður á gólv av armóð, men fekk so biðið um bløðini, ja altso Weekendavísina og Politiken. Nei, tey høvdu ikki hesi bløðini. -Javel meðni, men so Informatión, ella Berlingske ella Jyllandspostin um ikki annað. -Nei, nei og aftur nei, tey høvdu BT og einki annað og ferdutt. Bókaúrvalið var so vánaligt, at eg ikki orki at greiða frá, men eg var noydd at keypa okkurt og endaði við at keypa eina bók hjá donsku krimidrottningini Sara Blædel.
Men har er smáligt við bláum blóði í bókini hjá Blædel, hon er vánalig, -ja, í støðum beinleiðis ósjarmerandi, men fekk meg at grunda yvir triviallitteraturhugtakið og hvussu breitt tað í grundini er, tí tað fevnir um bæði góðar bøkur og vánaligar bøkur. Í Føroyum hava vit mær vitandi, í øllum førum ikki opið, havt tað kjakið enn um dygd og dygdarmunir innan trivial- og seriøsan skaldskap. Men sjálvt um eingin tosar um nakað mark, so er tað har. Sjálv kann eg væl bekenna meg til trivialar bókmentir á tann hátt, at mín bókmentaáhugi er grundaður á grúviliga slættligar trivialbókmentir. Tá eg var lítil las eg t.d. fleiri metrar av Barbara Cartland. Vit plagdu at fara heim til vinkonuna, smurdu skipskeks við smør og putursukur og so oman í hennara kamar at lesa, themunn afturvið. Tað vóru frálíkar løtur, sum bert endaðu orsakað av óvíkjandi kravinum um at koma at eta døgura, sum móti kvøldið varð geylað oman gjøgnum allar trappur í Havn. Sum hálv- og fullvaksin havi eg lisið minst líka nógvar trivialbókmentir sum eg havi etið gummibomm og bæði við stórari fragd og sjálvt um bókmenta- og heilsufrøðingar kunnu vera ósamdir við mær, rokni eg ikki við, at hesi njótingarevni hava verið bara ósunn. Tí hvør veit um ikki tað er júst henda stuttleikalesingin av teimum sonevndu lættisoppabókmentunum, sum var gróðrarbotnur undir mínum áhuga fyri listini og fyri poesiini, sum tá tú lesur hana broytir sjálva grundinnstillingina av tínum heilakyknum meira effektivt enn allur heilivágurin á Skejby tilsamans. Kanska er tað eisini allur hesin brelluti triviallesnaðurin, sum hevur við sær, at eg á sjúkrahúsinum við vamli mátti tveita bókina hjá Blædel frá mær. Hon talar ov mikið til lægsta felagsnevnara henda bókin, ið snýr seg um ein etandi øran massamordara, sum samlar uppá deyðar konur, sum hann gevur lív aftur við glaseygum og silikoni. Tað ger mær einki um ein krimi er andstyggjulig, um plottið er spennandi og meiningsfult, men einki nyttar um orðafeingið er eins fátæksligt sum hjá Blædel. Ein høvundur uttan orð hevur ein álvarsligan trupulleika.
Tað var einki minni fantastiskt at koma heim aftur til Havnar, har vit valla fingu lent orsakað av kava á lendingarbreytini, kunnu tey ikki brúka ketur ella píkadekk? Helst ikki. Tað var forrestin í flogfarinum, eg las eina hugaliga umrøðu, sum Jóanes Nielsen hevði av nýggju bókunum hjá Annfinni í Skála og Jógvani Isaksen "Vitjan" og "Deydningar dansa á Sandi". Áhugaverd umrøða, ið t.d. nam við tekstaslag og tað óvanliga í, at krimi- og framtíðarsøgur ganga fyri seg í føroyskum umhvørvi og eg eri púra samd við tí sera positiva skoðsmáli av hesum báðum trivialbókunum, ikki minst av teirri fyrru, sum eg havi lisið og sum er merkt av ógvuliga originalum hugskotum.
Heimkomin endaði eg á landssjúkrahúsinum, ið er nógva ferðir meira mentað enn Skejby sjúkrahús og sjúkrasystrarnar eru eisini fittari og útsýnið yvir á Nólsoynna er avgjørt heldur ikki at forakta. Við hesi heimligu, eksistentiellu grundmynd mínari í útsýni havi eg so ligið í ørviti av fepuri fyri síðani at fáa nokkso ring herðindi av drottningaeksemi. Men so varð mentanarheiðurslønarhandanin send beinleiðis í útvarpinum og heiðurslønirnar til Jóanes, Kristian og Sakaris vóru væl uppibornar.
Tað er heilt óluksáliga sjálvdan, at eg fái feministiskan ampa av einum og hvørjum. Eri heldur av tí slagnum, sum øvugt ørkymlist um kynskvotur og tílíkt. Eri alt ov fullvís í mínum egna kyni til, at tílíkt tykist mær neyðugt. Men okkurt var á heiðurslønahaldinum, sum fekk meg yvir í tað eitt sindur reyðsokkaliga hornið. Eitt er, at bert menn vóru millum heiðurslønarmóttakarar í ár, tað kann eg góðtaka so leingi sum tað snýr seg um kompetent listafólk og tað kunnu vit av sonnum staðfesta. Men bæði í takkarrøðuni á tjóðpallinum og í samrøðuni í útvarpinum legði Jóanes Nielsen heilt óluksáliga stóran dent á mannligar høvundar og listamenn, tó at føroyskar listakvinnur av sonnum hoyra heima millum gimsteinarnar í teirri føroysku listakrúnuni (Ruth Smith, Elinborg Lützen, Hansina Iversen, Guðrið Helmsdal, Sissal Kampmann fyri bert at nevna nakrar heilt fáar). Hetta kom seg ivaleyst av tilvild, men endaliga viðmerking høvundans, um at hann fegin vildi hava sama skoðsmál sum á sinni gleðisgentan fekk, tá Rigmor Restorff kallaði hana eina kerliga kvælaraslangu, -ja hon provokeraði meg og kanska bara av tí, at idiotiska orðið "gleðisgenta" bleiv brúkt. Har er eingin gleði fyri gentur í tílíkum yrki.
Nåh, men til virðislønarhandanina var annars alt so deilitt og rættvíst og herligt og gott, at man næstan gleðir seg til starvslønahandanina seinni í januar, sum plagar at hava væl meira kegl og kjak í kjalarvørrinum. Nú má tað pínadoyð ikki enda við, at vit bara standa í eini ævigari konsensuss í penum klæðum og rósa hvørjum øðrum ha? Júst hetta seinasta kunnu vit so ikki ákæra okkara kæra Ole Wich fyri og tí mugu vit vera góð við hann. Sum ketta burtur úr høvdatrogi stingur hann seg ferð eftir ferð fram at revsa okkum nationalegoistisku føroyingar og hesa ferð gongur tað út yvir Eivør og hennara fagnaðu framførslu til drottningakonsertina. Ole hevur skrivað eitt innlegg við eini yvirskrift, ið sipar til, at songkvinnan skal vera fjøruti og ferdi sum poppsangari. Innleggið er her: http://www.vagaportal.fo/pages/posts/ole-wich-eivor---faerdig-med-40-16552.php Eg veit ikki hvussu gomul sangarindan er, men tað man vera eitt óluksáliga gott petti frá teimum fjøruti. Innleggið tykist sum heild órættvíst og sum eitt herðindi av persónliga motiveraðum uppmerksemisáhuga við einum tvangsdissidentiskum sjónarmiði at lata eina tílíka skolu oman yvir eina púra óseka og indiskutabelt gávuríka sangkvinnu, sum eyðsýniliga er so mikið eyðmjúk, at hon gongur inn uppá ynskið hjá drottningaligu fyrireikarunum um at syngja ein sang frá Lord of the Rings í staðin fyri at blást øll diademini av teimum kongaligu høvdunum við einum av hennara egnu, kraftmiklu sangum. Tí tað hevði hon eisini dugað. Annars havi eg einki í móti illsinniglepsum í fjølmiðlunum. Tey eru alt ov fá. Ummælini, sum eg havi lisið og hoyrt higartil í 2012 hava í hvussu so er verið rættiliga semjusøkjandi og konfliktsky. Eingin grund til at halda fram hesa hampuligu leið. Sum Jóanes Nielsen segði í takkarrøðuni á tjóðpallinum, so tola rithøvundar (og tað er sjálvandi m/k) væl at verða vanvirdir og tað er kanska júst í teimum árum teir verða mest vanvirdir, at teir eru bestir.