Thursday, January 12, 2012

Summarlongsul á hávetri




Enn ein stuttur dagur, myrkari enn ljósur gevur kensluna av, at veturin ongantíð ætlar at halda uppat aftur. Tá kemur ein regla fram fyri meg, sum vit plaga at syngja á Tinganesi á Ólavsøku. Ein ordiliga summarromantiskur sangur, sum Waagstein hevur gjørt til  yrking hjá H.A.Djurhuus. 



Sum tað er fjálgt og lýtt í nátt
Orð: H. A. Djurhuus · Lag: J. Waagstein

Sum tað er fjálgt og lýtt í nátt,
fjørðurin allur í toku fjaldur,
hoyri um strendurnar alduslátt -
kína um skerini smáar aldur -
letur í nándini tjaldur.

Hetta er grøði- og gróðrarstund,
droparnir hanga sum perlur á stráum,
sirmar so mjúkt yvir grøna grund,
alt er í døkkum litum og gráum -
sílið svevur í áum.

Sokkin í frið allur heimurin er,
tó nú er ongum eftir at bíða;
tími kemur og tími fer,
merkist ikki at løtur líða -
Hugurin ferðast so víða.

Sirmar og sirmar úr mjørkakógv,
uppi í urðini lirkar og gongur,
snípan spinnur og svarar lógv,
pískar eitt nev og rørist ein vongur -
mjørkin í homrunum hongur.