Subterranian Homesick Blues hjá Bob Dylan, ið er byrjanin til dokumentarfilmin Dont look back um Bob Dylan og hansara turné í Bretlandi í 1965, men sum hevur fingið heiðurin at vera undangongulag innan musikkvideosjangruna. Hvussu er og ikki er hugskotið genialt og tað var Dylan, sum fekk hugskotið at hann skuldi standa við stikkorðskortunum. Tað var eisini Bob Dylan í felag við Donovan, Allen Ginsberg og Bob Neuwirth, sum skrivaði stikkorðskortini, sum Dylan stendur við meðan hann hyggur móti upptøkutólinum. Ymsar villur eru lagdar inn við vilja, har tað, sum Dylan syngur og stikkorðskortini ikki altíð er samsvarandi. Musikkvideolagið er einfalt og effektivt og hevur inspirerað óteljandi bólkar og einstaklingar. Og hvør veit, tíðin fer kanska skjótt at vera búgvin til at revitalisera tann føroyska protestsangin, men kanska kemur hetta av sær sjálvum, tá stættarmunurin av álvara fer at merkjast nú hvørja løtu...