Meðan vit bíðan eftir starvslønum, kunnu vit enn einaferð frøast um seinastu ferð listafólk fingu peningarligan stuðul. Her eru myndir og røður, tá mentanarvirðislønir landsins vórðu handaðar.
Røða hjá Mikkjal Helmsdal fyri Sakarisi Stórá á Tjóðpalli Føroya 15.  januar, 2012, í sambandi við handan av “Virðisløn til ungt listarfólk”.
 Harra Landsstýrismaður, háttvirda samkoma og góði virðislønarmóttakari, Sakaris.
”Virðisløn til ungt listafólk” er ætlað ungum listafólki sum kveikjan, stimbran og stuðlan. 
Sveisiski dramatikarin Friedrich Dürrenmatt segði einaferð, tá hann á  búnum aldri tók ímóti teirri fremstu sveisisku bókmentavirðislønini, at  virðislønir er nakað ein listarmaður fær, tá hann ikki longur hevur brúk  fyri pengunum. Tað passar kanska ikki altíð í Føroyum – her kann eitt  fíggjarligt íkast koma væl við allastaðni í mentanarlívinum, eisini hjá  royndum og viðurkendum listarfólkum.  Men tað liggur tann sannroynd í  útsøgnini hjá Dürrenmatt, at vit í sambandi við mentanarvirðislønir ofta  líta aftureftir, fagna og heiðra tað, sum longu er gjørt, sum er  etablerað og góðtikið, og kanska í minni mun hyggja frameftir og royna  at hjúkla og nøra um tað, sum koma skal, og sum skal hava  endurnýggjanina við sær. Vit reisa minnisvarðar fyri fortíðarinnar list,  heldur enn at planta fræ og skapa gróðrarbotn fyri endurnýggjan og  nýbrotum.  Tí er tað eitt gott hugskot hjá landsstýrismanninum at lata  eina mentanarvirðisløn at stuðla og eggja ungum listarfólkum. Eina  virðisløn, ið ger mentanarliga íløgu í framtíðina og sum verður latin,  meðan  stuðulin enn fellur, sum tey siga í dag, á eitt turt stað.  Eg  vóni, at hendan virðislønin til ung listarfólk verður ein fastur táttur í  sambandi við mentanarvirðislønir landsins árini framyvir.
Sakaris Fríða Stórá fær hesa virðislønina fyri at hava sýnt serliga góð evni innan filmslist.
Tað hendir nógv nýtt og spennandi innan føroyskan film beint nú. At  úrslit vísa seg nú er ein samanrenning av fleiri ymiskum tættum.  Tað at  undirvísing í filmi hevur verið ein vallærugrein á miðnámsskúlunum  seinastu árini. Tað at filmsverkstaðurin Klippfisk hevur givið ungdómi  –fyri tað mesta í høvuðsstaðnum, men í seinastuni við stuðli frá  Mentamáláráðnum eisini úti um landið- atgongd til útgerð og ráðgeving.   Alt hetta hevur spakuliga økt um virksemið innan film, og vit síggja nú  alt størri og meira ambitiøsar verkætlanir frá okkara ungu  filmsskaparum. Fleiri ungir føroyingar hava  nomið sær ella eru í ferð  við at nema sær útbúgving innan fyri film.
Tí er tað eitt gott val, at landsstýrismaðurin við hesi fyrstu  virðislønini til eitt ungt, lovandi listarfólk hevur valt at seta  ljóskastaran á føroyska filmslist og tað spírandi virksemið, sum er  millum ung føroysk filmslistarfólk.
Tað, sum tørvur er á beint nú innan føroyskan film, er, at vit stuðla og  eggja talentunum og eldsálunum, sum eiga evnini og gávurnar at føra  føroyska filmslist framá. 
Og har er valið av Sakarisi Stórá sera væl rakt.  Tí í honum eigur  føroyskur filmur bæði eitt ungt filmiskt forteljaratalent og eina  eldsál, sum brennur fyri filmslistini, og sum brennur fyri at gera film í  Føroyum, á føroyskum, við støði í føroyskum søgum.
Hvør er so hesin ungi 25 ára gamli skopuningurin, sum hevur gjørt so væl vart við seg innan føroyskan film?
Sjálvur kom eg at kenna Sakaris fyri 5½ ári síðani, tá eg stóð á odda  fyri norðurlendska Filmssummarskúlanum FISK 2006, sum varð hildin í  Føroyum, og har ungdómar úr Føroyum, Noreg, Svøríki og Finlandi luttóku.  Hetta var eitt 14 daga skeið, har næmingarnir vóru býttir í tríggjar  bólkar, sum framleiddu hvør sín stutta spælifilm frá grundini av, t.v.s.  frá hugskoti, til handrit til lidnan film – undir kønari vegleiðing frá  royndum yrkisfólki innan filmslist úr øllum Norðurlondunum.
Sakaris tók lut og valdi sær filmsljóð sum arbeiðsøki.  Fyrsta  inntrykkið av Sakarasi var, at hetta var ein heldur stillur ungur maður  við einum nørdutum áhuga fyri tøkniligu síðuni av filmsgerðini.  Men  gjøgnum teir 14 dagarnar, ið skeiðið vardi, gekk skjótt fram, at maðurin  var ikki so afturhaldin kortini.  Hann røkti sín leiklut sum ljóðmaður í  sínum framleiðslubólki við stórum nærlagni, men tað var ikki at taka  feil av, at her var ein maður, sum dugdi og vildi annað og meira enn  tøknina, tá um filmsgerð ráddi, sum heilhugaður gav sítt íkast til at  skapa stílin og søguna í filminum, sum hann var við til at framleiða.   Og tað kom eisini skjótt til sjóndar, at hóast maðurin at byrja við  tóktist eitt sindur smæðin og egin –sum bygdamenn jú oftani gera, tá  teir skulu gera seg galdandi millum tey kulu í Havn- so hevði hann  ríkiligt av bæði vitan og humori at oysa av.
Undan Filmsummarskúlanum í 2006 hevði Sakaris gingið eitt ár á  filmslinjuni á Agder Folkehøgskole í Noreg.  Og í 2007 gekk leiðin aftur  til Noregs, har hann tók eina 2 ára filmsútbúgving á Nordland Kunst- og  Filmfagskole í Lofoten.  Filmurin Passasjeren, sum vit skulu síggja um  eina løtu, var endaligi fráfaringarfilmurin hjá Sakarasi á hesum  skúlanum.
Passasjeren vísir hvørjar styrkirnar og áhugamálini eru hjá Sakarisi sum  filmsleikstjóri.  Her sæst ein sera góður ansur fyri dramaturgi – eini  evni at skera eina søgu inn til beinið og fortelja hana við sera  einfaldum miðlum.  Her er sera góð persónsleikstjórn.  Sjónleikararnir  eru amatørar, men tað sæst ikki aftur í filminum.  Vit trúgva sum  áskoðarar upp á persónarnar, ið vit síggja.  Sakaris hevur eisini ein  forkærleika fyri sosialari realismu, sum er sjónligur í filminum, at  siga søgur um verulig menniskju í einum veruligum gerandisdegi.  Og her  er eisini eitt nærlagni í handverkinum og ein stremban eftir samsvari  millum hondverkið í filmsgerðini og søguna, sum skal forteljast. 
Tá ein so samstundis kennir inspiratiónskeldurnar til filmin, so sæst  eisini, at vit hava við ein ungan listarmann at gera, sum dugir at brúka  temu og motiv úr øðrum listarverkum og brúka tey til at skapa nakað  nýtt, sjálvstøðugt og upprunaligt.  Tvær bøkur hava sambært Sakarisi  sjálvum inspirerað søguna í Passasjeren.  Onnur er  Glansbílætasamlarararnir eftir Jóannes Nielsen.  Úr einum av  søgunum/kapitlunum í hesi bókini hevur hann fingið motivið at vera  fangaður við einum øðrum persóni í einum taksabili uttan at kunna sleppa  sær burtur frá støðuna, at ikki at kunna rýma undan eini óynsktari  samrøðu.  Hin keldan, sum hevur verið íblástur til filmin, er Bíblian og  líknilsið um tann burturvilsta sonin ... sum í viðgerðini hjá Sakarasi  fær umvent fortekn upp á allar mátar.  Hóast inspiratiónskeldurnar eru  eyðsýndar, tá ein fær at vita um tær, so er Passasjeren eitt  sjálvstøðugt listarverk, sum livir sítt egna lív leyst av upprunaligu  fyrimyndunum. Og tað er styrkin hjá einum góðum søguforteljara – at duga  at finna íblástur í umhvørvi, søgum og hendingum rundan um seg, at  finna byggisteinar til søgur í gerandisdegnum og í verkum hjá øðrum og  skapa sítt egna listarverk burtur úr teimum.
Passasjeren er frá 2009 og er seinasti filmurin hjá Sakarasi.  Men hóast  tað, so hevur hann ikki verið latur ella óproduktivur hesi seinastu 2½  árini.
Hetta tíðarskeiðið hevur hann arbeitt við filmsverkætlanum hjá øðrum sum  upptøku- og ljóðmaður.  Hann hevur verið ein íðin undirvísari fyri  Klippfisk – á filmssummarskúlum fyri ung, á skeiðum fyri nýbyrjarar og á  skeiðum, sum Klippfisk hevur hildið fyri skúlaungdómi kring landið.  Og  tað hevur hann gjørt við einum smittandi eldhuga og ídni, sum hevur  fingið næmingarnar at luttaka av fullum huga.  Hann hevur sagt, at hann  kennir tað sum eitt kall at undirvísa og at bera kunnleika sín víðari  til tey yngru
Sakaris hevur eisini skrivað fleiri filmshandrit hesi seinastu trý  árini. Eitt av teimum verður gjørt til veruleika í summar. Hetta er ein  stuttfilmur, sum skal takast upp í Føroyum.  Hann verður sambært  Sakarisi  øðrvísi enn teir, ið hann hevur gjørt áður.  Ikki so  sosialrealistiskur. “Meira happy ...sum ein poppsangur”, hevur hann  sagt.
Hóast Sakaris býr og arbeiðir í Føroyum og hevur røturnar væl festar í  heimbygdini Skopun, so er hann ikki nakar heimføðingur, tá tað kemur til  tað fakliga og listarliga arbeiðið.  Hann samstarvar t.d. við ein  norskan høvund um leikrit síni og til stuttfilmin, ið hann fer at gera í  summar, hevur hann fingið ein belgiskan, altjóða viðurkendan fotograf  at standa fyri upptøkunum.
Í løtuni er hann í ferð við at gera ein dokumentarfilm um ein av okkara  kendastu rokkbólkum, sum júst hevur spælt eina nýggja fløgu inn.
Upp á longri sikt hevur hann eitt næstan liðugt spælifilmshandrit á  goymslu, og vónar, at fáa møguleika at gera hendan filmin til veruleika  eina ferð ikki alt ov langt úti í framtíðini.
Sakaris er ein ungur maður, ið brennur fyri filmi og hevur ofrað nógv  fyri at kunna arbeiða burturav við filmi hesi seinastu árini.  Tað hevur  kravt nógv frával, og hann hevur givið avkall upp á nógv av tí  materialla lívinum, ið javnaldrar hansara liva. 
Sakaris hevur lýst sína starvsleið soleiðis, at hann er komin til eitt  point of no return.  Hann hevur valt filmin fram um alt annað og kennir  at hann er komin hartil, at hann má halda fram.  Tað er ov seint at  saðla um nú og velja nakað annað.
Sakaris hevur sagt, at hann vil helst arbeiða í Føroyum.  Pengarnir og  møguleikarnir eru helst fleiri uttanlands. Men her er tann mentanin og  tað jørðildið, ið hann kennir best.  Tó so – hann vil heldur gera filmar  á norskum, donskum ella enskum enn slættis ikki at gera film.
Tað at gera film í Føroyum er øðrvísi, sigur hann.  Tað er ”eitt sindur  løgnari”, ”sum at berjast við vindmyllur”.  Og tað er nokk tann  hugburðin, ið ein skal hava, um ein skal trúgva upp á tað og blíva við  at satsa upp á at gera film í Føroyum.
Góði Sakaris.
Eg haldi, at tað er eitt gott val at geva tær hesa virðislønina.  Eg  veit, at tú ert glaður fyri og virðismetir tað heraklappið, ið tú fært  her í kvøld.
Og tú hevur avgjørt uppiborið tað.
Eg trúgvi uppá, at tú eigur nógvar søgur í tær og at tú fert at gera  nógvar góðar filmar afturat.  Og eg gleði meg til at síggja teir.   Hjartaliga tillukku við heiðrinum. 
Kvøða til Kristian 
Fyrst var tað súlan, sum fleyg vestan fyri Mykines, og har vóru szlangan  HansZole og Kolbein og Ólavur Øster og Sharon og Ingolf Patursson og  Birita og Maggi og Marita Dalsgaard og Eskil Romme og Jesper Thorup og  Karsten Vogel og Ole Wich og fleiri onnur.
LP plátan varð tikin upp frá 1.august til 6.september 1977 hjá Milson  Zachariasen, og nótar og tekstir kundu fáast hjá einum, sum skrivaði seg  Kristian Blak, Husby 6990 Ulfborg.
Haðani var hann komin, tí nýggir fransklærarar vóru arbeiðsleysir í  Danmark. Tíbetur fyri okkum, sum tað seinni vísti seg. Ikki tí: Hetta  franska mundi vera so sum so at skilja hjá næmingunum, tí tað var  blandað við einum málføri, sum heilt týðiliga mundi vera komið úr  Jútlandi, heilt har vesturi, har sum aldurnar bróta inn á sandstrendur  og sævarvaksnar mølheyggjar. Sjálvur var hann hárfagur um skalla og  vangar, og tá hann tosaði, høvdu orðini hug at villast inn í tann  prýðiliga skeggvøksturin og koma frá honum aftur meira sum suð og tónar,  heldur enn sum franskar máliskur og bendingar.
Men eitt annað var, sum hann dugdi og sum hoyrdist væl. Hann dugdi at  spæla uppá. Rokkurin var farin at hoyrast úr kjallarum og bilhúsum, men  tað vóru mest gittarar og trummur. Kristian spældi klaver, sum ikki var  so vanligt tá. So hann var biðin til nógv ymiskt, og hann var ikki pírin  við slagnum av tónleiki, bara tað kom úr huga og hjarta.
Perlan var eitt hús við nógvari søgu. Tað stóð niðri á trýkantinum  millum Bryggjubakka og Mylnugøtu. Áðrenn húsið fekk sítt vónríka navn,  hevði tað verið pakkhús hjá Z. Heinesen, tá ið hann hevði tikið við  Restorffshandlinum í Vágsbotni. Seinni hevði tað verið matstova, ein av  teimum heilt fáu í Havnini. 
Húsið stóð á grund, sum var skeiklað allar vegir, bæði aftur og fram og  upp og niður, ein skjøldur var breiður og høgur, ein annar smalur og  lágur, og síðurnar gleivaðu í hvør sína ætt. Nú stóð húsið tómt uttan  uppi á loftinum, har sum William eina tíð hevði havt sína málarastovu.  Takið lak, rukkupláturnar rustaðu, eitt skrímsl var húsið at síggja til  og so mishátt, at tað hevði fingið tann dulda vakurleikan, sum roynd og  láturmild fólk kunnu fáa, tá ið tey eldast. Kommunan átti húsið, men  visti ikki, hvat hon skuldi gera við tað. Tað var so latið jazzfelagnum  upp á leyst, ímóti at felagið stóð til svars fyri rakstrinum og ansaði  eftir, at alt fór siðiliga fram.  
Úr hesum gamla húsi fóru nú at hoyrast sjáldsamir tónar, fólkatónleikur,  rokkur, men mest jazzur og frítt samanspæl í størri og minni bólkum.  Nýggjur sangur hoyrdist út gjøgnum vindeyguni, og viðhvørt fóru eisini  ungir yrkjarar, meira og minni fyrireikaðir, meira og minni smædnir,  fram á gólv at lesa upp ella siga fram úr sínum egna, meðan ein saksofon  ella ein bassur royndi sum frægast at fylgja við. Húsið gjørdist eitt  friðskjól hjá teimum, sum vildu finna inn í tónleikin, sín egna og tann  sum tók seg upp í samanspæli við onnur, og oftast var tað hesin nýggi  fransklærarin, sum sat og sló niður í klaverið, og altíð var tað hann,  sum fekk tað í lag, sum í fyrstani bara var ein leysligt hugskot ella  ein óveruligur dreymur.
Tað bleiv minni og minni franskt og meira og meira tónar, at enda so  nógv, at Kristian gavst í Hoydølum og fór undir heilt í tónleiki. Tað  átti ikki at borið til, tí tey fyrstu mongu árini var nógv meira møði  enn føði. Men har var eisini grøði, so sum sæst á útgávunum, sum hann og  Havnar Jazzfelag (eisini hann) og Tutl (eisini hann), stílaðu fyri.  Plátan við Spælimonnunum í Hoydølum kom í 1977, Vælferðarvísurnar hjá  Kára p. í 1978, ein minniligur varði í føroyskari sangskriving, Jazz í  Føroyum 1978 við tveimum útgávum aftrat seinni, Veðurløg við Karsten  Vogel 1980, meira og meira í einum fjølbroyttum samanspæli millum  føroyskar og útlendskar tónleikarar.
At skipa fyri øllum hesum og samstundis fáa stundir til sítt arbeiði sum  tónaskald, tað hevur verið eitt ódnartak, men eisini tað bar til. Í  1979 kom fyrsta LP plátan Snjóuglan við hansara egna tónleiki, í 1982  tann stórfingna útgávan Ravnating við ljósmyndum hjá Philippe Carré,  eitt stórverk í føroyskari list, tori eg at siga, sjálvt um tónaskaldið  er jútskt og myndlistamaðurin er franskur (minnist til, at tey sum gera  gott verk í Føroyum eru góðir føroyingar). í 1984 Concerto Grotto, við  tónleiki skrivaðum til at framføra í hellinum við Líðargjógv á  Sandoynni, meðan havið skolar niðaní, og bládúgvur flúgva inn og út, og  framført við so mætum tónleikarum sum John Tchicai, Anders Hagberg,  Anders Jormin, Lelle Kullgren og Karin Korpalainen saman við Sharon og  Kristiani.
Heygar og Dreygar, Kingoløg, Svita yvir 15 føroysk fólkaløg, Brøytingar:  Kristian gjørdist tann stóri samanbindarin millum lond og tónleikasløg,  altíð opin fyri nýggjum møguleikum, altíð fúsur at finna ein gongda  leið, so ella so.  Umframt alt hetta hevur hann verið oddamaður í  tiltakinum Summartónar, sum skipar fyri framførslum um alt landið á  hvørjum sumri. Aftrat kemur hansara drúgva starv øll árini fyri  rættindum hjá tónleikarum og listafólki.
Og so eru tað allar ferðirnar út í heim at spæla fyri øðrum og læra av  øðrum. Kom sjálvur fyri nøkrum árum síðani eitt myrkt kvøld í februar  til sveitsiska býin St. Gallen at lesa upp, og hvør sat har i  kirkjukjallaranum og spældi upp á lívið: Kristian saman við Sharon og  Ívar Bærentsen og Janne Danielsson og øðrum gomlum spælimonnum. Verðin  var lítil og samstundis ómetaliga stór, og tað var skjótt at sangurin  ”Aldan” brimaði, til sveitsararnir høvdu lært at syngja ”øs meg, tá eg  biðji um frið”.
Ein óttaleysur íbirtari, netverksmiður, íverksetari ella hvat sovorðið  annars sigst um hetjurnar í dagsins framkomna samfelagi. Nýggj tøkni og  skjótari samskifti hevur gjørt tað lættari at koma frá ætlan til liðugt  verk. Í seinastuni eru komnar umleið hálvhundrað útgávur á hvørjum ári,  og talið av útgávum, plátum, bondum og fløgum og talgildum fílum,  Kristian hevur verið uppií, er nú umleið 500, harav ein tíggindapartur  ella 50 útgávur við hansara egna tónleiki. Ivaleyst kann hvør av hesum  útgávum metast saman við eitt vanligt yrkingasavn, men hvat føroyskt  skald kann vísa á eitt avrik sum hetta?
Súlan fleyg, bládúgvurnar við, og ravnarnir Hugin og Munin koma heim og  siga frá tí, sum í verðini gerst. Tað er sum við hesum spælimanninum, ið  ongantíð troyttast: Kristian hevur hugin og hann ger munin.  Ósjálvsøkin, hugsunarsamur, hugsunarsamur, góður í ráðum og altíð  beinasamur. 
Hann er sum áin, ið tutlar undir heilum, ferðin er endaleys, og her er  hansara seinasta fløga, har hann spælir egnan tónleik saman við bólkinum  Yggdrasil, sum eitur eftir heimstrænum, ið hevur greinar, sum breiða  seg upp og út um allan himmalin. Á húsanum er listaverk úr Nunavut í  Kanada og kallast ”Shamanur á náttarflogi”. Shamanur er eitt fólk, sum  hevur beinleiðis samband við duldar og grøðandi máttir. Hagar er hann nú  komin. Hann er hjá fuglinum, hann flýgur um lond, og hann lýsir. Hatta  er hann!
Kristian í Boyggjastovu á Reyni, FO 100, er okkara shamanur.
 Røða hjá Maluni Marnersdóttir fyri Jóanes Nielsen, tá hann fekk handað Mentanarvirðisløn Landsins 2011
Háttvirdu Bjørn Kalsø, landsstýrismaður
Jóanes Nielsen, skald.
kæru virðislønar- og heiðurslønarmóttakarar og kæra samkoma
Takk fyri heiðurin at røða hesa løtu. At tala um og við Jóanes Nielsen, sum nú hevur fingið Mentanarvirðisløn landsins.
1.
Í yrkingasavninum Naglar í jarðarinnar hús sigur yrkjara-egið:
Tí hangi eg um skaldskapin
sum fyllibyttan um fløskuna.
Mínar mentaðu lastir
góvu mær M. A. Jacobsens bókmentavirðisløn í 1984.
Naglar 21.
Eg loyvi mær at halda, at hetta yrkjara-egið stendur tær nokk so nær, tí  tú, Jóanes fekst M. A. Jacobsens júst í 1984. Síðani hevur tú verið í  uppskoti til Norðurlendsku bókmentavirðislønina, fleiri bøkur tínar eru  týddar og givnar út í Danmark og Noregi og hava fingið frálík ummæli  har. Og tú hevur fingið starvsløn bæði frá danska og føroyska  mentanargrunninum.
Og nú stendur tú fyri skotum her. Mentaðu lastir tínar hava enn eina  ferð fingið teg aftur. Onkur kundi kanska spurt, um tú ikki hevur ein  trupulleika og vilt sleppa í viðgerð, eitt nú til avvenjingar! 
Nei, hatta er skemt sjálvandi, men tú fært valla fínari føroyska  virðisløn enn hesa, Mentanarvirðisløn landsins. Eina útlendska hevur tú  eisini fingið, eg hugsi um Norðurlendsku Dramavirðislønina. Eg haldi, at  vit øll unna tær so hjartaliga at fáa fleiri bæði innlendskar og  útlendskar virðisløn afturat, men lat okkum nú frøast um, at  mentanarvirðislønarnevndin hjá Mentamálaráðnum í sínum vísdómi hevur  gjørt av at lata tær virðislønina.
Hinvegin kunnu vit venda hesum við. Eg haldi eisini, at tað er í tínum  anda at siga, at henda virðislønin er fjøður, sum land okkara prýðir seg  við – eitt nú fyri at kunna teljast millum mentaðu tjóðir heimsins. Og  tað er gott. Annars er tað ikki gilt av peningi at forvinna tíansheldur  at fáa hjá tykkum, sum skapa hetta, sum í okkara mentan er tað fínasta  vit eiga – mentan og list.
2.
Við ansi fyri dagfestingum, hevur Mentamálaráðið gjørt føðingardag  Williams Heinesens til mentanarvirðislønardag. Og hann er ein av  yrkjarunum, sum tú og aðrir yrkjarar hava tykkara stríð við. Skulu tit  elska hann og læra okkurt av honum, ella skulu tit hata hann og kveistra  hann burtur. Jóanes, tú telist tíbetur millum tey, sum hava víst  skaldskapi hansara ans. Tú hevur skrivað ta retoriskt spyrjandi  yrkingina “Hvat skulu vit gera við William Heinesen”, sum Hans Tórgarð  fer at lesa um eina løtu. Ein onnur yrking um William Heinesen eitur  “Hin vakri njósnarin” – og tað var júst tað, William Heinesen var – og  tú við fyri alt tað.  Ein munur er, at tú njósnast millum onnur fólk og í  aðrari tíð enn William. Uppaftur ein onnur yrking tín lýsir eitt par,  ið fer at fáa sær hummarar at eta. Hon minnir um yrkingina “Olympia”  eftir William Heinesen, ið lýsir eina einkju, sum m.a. fær sær hummara  saman við nýggjum elskara.
Nógvir aðrir yrkjarar og rithøvundar eru við virðing nevndir í yrkingum  og bókum tínum, mest menn, men eisini onkrar konur. Stundum fremur tú  kortini satt skaldsligt faðir-morð. Tað kemur fyri í leikinum Eitur  nakað land weekend? har Jóannes Patursson, bóndin, yrkjarin og  tjóðskaparpolitikarin verður líkskorin á pallinum. Tað er hvørki nasvíst  ella óvirðiligt; tað er neyðugt at gera upp við listaligar fyrimyndir  fyri at skapa sínar egnu og føra orðlistina víðari – tú, Jóanes Nielsen,  ger tað á tín viðhvørt bonska hátt. Penheit hava vit ovmikið av – tað  yrkir tú eisini um. Fyri alt tað, tað ber til at elska yrkingarnar eftir  Jóannes Patursson hóast skaldsligu atfinningarnar. Tær hoyrdu til sína  tíð; nú er onnur tíð og aðrar yrkingar.
3.
Tú verður nógv lisin – tað sigst, at yrkingasøvn tíni liggja uppslitin í lugarunum. 
Lat meg við einum av tínum orðum siga, at verk tíni hava “bunkrað” í  Nonnuskúlanum, á skipsdekkum og á Havnarkai og lýsa ofta hvar virðini,  sum hetta landið livir av, verða skapað. Atfinningarsamur ert tú eisini.  Eina mest finst tú at kraddarum; “samfelagsins Djengis Khanar” kallar  tú teir viðhvørt, og tjóðskaparrørslan sleppur heldur ikki undan. 
Tað, sum tú hevur givið okkum, er:
Royk(ur)in av nýggjum orðum
Øðrvísi trúgv
Av motorum ið syndraðu gamalt huglag 
Brúgvar 36
Stundum er yrkingakynstrið lýst sum “fepurin (...) gjøgnum  bokstavaraðið” (Brúgvar 15), og stundum verða yrkingarnar óhugnaligar:
Dreygar ið eiga at kenna sítt pláss handan gyrðingarnar í ørskapinum
Eggja vælútbúnum fólki at fella vónleysar dómar yvir førleikan hjá orðinum at endurspegla heimin.
Tómar kumpassir fara avstað við hægstu bókmentaligu viðurkenningunum  
Brúgvar 15
Gátuførur dómur, yrkingin fellur. Tað er ilt at vita, hvussu hesar  reglur skulu týðast. Eru tær eitt nú um tiltøk sum hetta, har tú sjálvur  ert tóma kumpassin, sum fer avstað við hægstu bókmentaligu  viðurkenningini? Tí eg veit ikki, um spritt er eftir í kumpassini hjá  tær – um tú framvegis fert at vera líka skrappur. Men eg veit, at  kumpassin hevur víst ávísa kós, og misvísingin er kend: tú hevur  ongantíð krógvað, hvar tú hoyrdi heima politiskt. Hesi seinnu árini  hevur sosialistiska hellingin kanska ikki ligið so frammarlaga í tí, sum  tú yrkir, men bersøgni globaliseringskritiski tónin er har – væl  blandaður við sera ítøkiligan kærleika og eymleika, seksualitet og  listaligt kynstur. Birita Mohr fer seinni at lesa yrkingar upp, sum vísa  tað.
4.
Tú hevur næstan altíð yrkt órímað og sjáldan í púra regluligum ørindum.  Afturfyri skapar tú myndir. Tað eru orðini, myndevnini í teimum og  endurtøkur, sum hugtaka. Yrkingarnar hava eisini javnan verið um  yrkingakynstrið sjálvt – tær eru viðhvørt poetikkir, stundum í brotum og  stundum meira útgreinaðar lýsingar av yrkingahátti. Ein sigur:
Yrkingar eru rekar.
Viðarbular riknir inn á grýtutar strendur.
Heilivágur hjá sorgini.
Spreingiknøttar mót maktini.
Saltið í rúkandi døgurðapottum.  
Tjøraðu plankarnir 5
Her hava vit fýra myndburðir ella metaforar ella orðmyndir, rekan úr  bóndasamfelagnum, viðarbulin úr skógarídnaðinum, heilivágin úr  heilsuverkinum, spreingiknøttin úr krígsmáli og so tað einfalda, men  týdningarmikla saltið úr gerandisligari matgerð. Eina aðra staðni sigur  yrkjara-egið:
Eg vil til tann reina skaldskapin sum dukar í dieselmotorinum
sum brennir í kjøtinum á svíktari [sic] kvinnu
sum nývaknað spyr postboðið hvat tað er fyri øld sum larmar úti á vegnum
Kirkjurnar 32
Myndirnar eru fullar av mótsetningum. Eitt nú samansetingin av reinum  skaldskapi (hvat er rein list? –  men lat tað fara í kvøld) og  dieselmotori. Tað reina og tað oljudálkaða og oljudálkandi; hetta vísir  hvussu skaldskapur kann vera, nýtir málið á óvanligan hátt, setur  øðrvísi saman enn gerandismálið, og tað eggjar hugin. Henda yrkingin  viðger, hvaðani yrkingar koma, hvat tær eru og kunnu. Eitt nú: “Yrkingin  eigur eina styrki sum er sterkari enn skaldið sjálvt”, og tað er so  satt sum tað er sagt. Mangan býr meira í yrkingunum, enn skaldini geva  sær fær um og tað er til frama fyri lesararnar. 
Hinvegin eru eisini yrkingar, sum siga, at orð eru ikki vandaleys. Einastaðni stendur:
Eg ræðist hesi ógvisligu orð
sum fløða úr mínum penni.
Gævi eg var ein silvurklokka
til pynt á einum aldurdómsheimi.
Tjøraðu plankarnir 29
Tað fremur fatan¬ina at gera av, og tað gert tú Jóanes – báðar vegir.  Longsulin eftir at krógva seg í tí meinaleysa lýsir kanska eina almenna  kenslu hjá fólki, sum viðhvørt seta nøsina nakað langt fram.  Yrkjara-egið hjá tær, Jóanes, fellur kortini ikki fyri freistingini at  gerast pyntiligur.
5.
Fyrsta skaldsøgan hjá tær hevur heiti, sum er ein heila søga.  Gummistivlarnir eru tær einastu tempulsúlurnar, sum vit eiga í Føroyum. 
Tempulsúlur ljóma av egyptiskari, grikskari og rómverskari byggilist. Í  skaldsøguheitinum eru súlurnar tvær, og tað liggur beint fyri at hugsa  um fyrsta templið í Jerusalem, Sálomontemplið. Báðu megin dyrnar stóðu  tvær súlur, sum kallaðust Bóas og Jakin ímyndandi kongarnar Dávid og  Sálomon. Hetta snið varð fyrimynd í kirkjubygging í miðøld, og seinni  tóku frímúraralosjurnar tað til sín. 
Í miðdepli í skaldsøguni stendur útróðrarverkfallið í 1975, sum bókin  halgar. Hon ger gummistivlarnar til symbol fyri tann berandi leiklutin  sum útróðrarmenn og arbeiðsfólk hava í samfelagnum.
Næsta skaldsøgan var Páskaódnin. Hon fer fram í Havn og fyri ein part í  kloakkleiðingunum. Triðja skaldsøgan, Glansbílætasamlararnir kom í 2005,  og hon er heilskaptari enn hinar báðar, kanska tí at tilfarið nemur við  lívssøguna hjá høvundinum: Skúlatíðin í nonnuskúlanum, grannalagið við  Landavegin og vinmenninir haðani. Hon er eins og fleiri yrkingar týdd  til danskt og varð sera væl fagnað í donsku pressuni.
Og so komu nøkur yrkingasøvn aftur við myndaríkum heitum sum ørsmáar  søgur. Brúgvar av svongum orðum ljómar av meginpartinum av  sjálvljóðaskipanini og kann benda hugin á yrkingina “Brúgvar” eftir  Karsten Hoydal. Heitið á nýggjasta yrkingasavninum, Tey eru sum taka  mánalýsi í álvara, er skemtiligt og heilsar kanska yrkingini um mánan og  jørðina eftir Róa Patursson.
Longu í fjør kom triðja skaldsøgan, sum er enn meira umfatandi enn tær  undanfarnu bæði formliga og innihaldsliga. Heitið á henni klingar av  fremmandum londum og er merkiliga samansett. Brahmadellarnir. Brahma  [bra.hma] – er hindu skapanargudur. Hann er settur saman við italska  diminutiv/minkandi eftirskoytinum “-tella”, sum í ”frittatella” =  frikadella, lítið kjøtknetti, so tað verður kanska Brahma-petti –  skapanargudapetti ella smáir skapanar-gudar? Ja hví ikki. Tað eru vit  kanska øll.
Brahmadellarnir er søgulig skaldsøga. Hon byrjar í august í 1980 á gamla  kirkjugarði í Havn, har høvuðspersónurin Eigil Tvibur heldur 185 ára  føðingardagsveitslu fyri Napoleon Nolsøe. Hann var lækni í  1850-60-árunum og sonur Jákup Nolsøe og tískil bróðursonur  Nólsoyar-Páll. Hesin Eigil, sum heldur føðingardag fyri Pola, er  skaldsligur persónur, býráðspolitikari og rithøvundur og ger heldur nógv  av tí váta slagnum (358). Politiskt er hann vist  Gamla-sjálvstýrismaður, anti-tjóðveldismaður og bókmentasøgukritiskur.
Føðingardagshaldið endar í næstseinasta kapitli í bókini. Tá verður  Eigil handtikin á kirkjugarðinum fyri nakað frammanundan at hava gjørt  seg inn á og meinslað ein mann, ið hevði skrivað eitt lesarabræv  sum  beindi fyri politiska andliti hansara. 
Millum alt hetta faldar ein samansett og spennandi søga seg út. Tað  langa tíðarskeiðið í 19. øld er ikki fyri viðkvæmar sálir. Hvørki  mentanarliga ella kensluliga. Harafturat endavendir skaldsøgan  fastgrónum fatanum um søguligar menn og tilburðir. 
Eitt nú er Løbner kommandantur lýstur sum erotikari, ið dárar unnustu  sína við sápu og lappa, sum hann kínir henni við um allan kroppin; hesin  kommandantur, ið vit halda okkum kenna úr søgubókunum sum harðligan og  ódámligan.
Ritverkið eftir Jóanes Nielsen er fjølbroytt og ríkt. Myndirnar eru  ramligar. Yrkingarnar bera saman og gera myndburðir, sum smella og  standa fram í tekstunum. Eisini skaldsøgurnar taka stundum dýran til,  men stundum eru tær eins og yrkingarnar sárar og varligar – hvørt um  annað og púra óvæntað.
Hjartaliga til lukku, Jóanes.
Takk fyri hesar mentanarligu lastir. 
Um tær tørvar spritt á kumpassina, so kann Mentanarvirðisløn Landsins vónandi fáa tær ein dropa at lata á hana.

 
