Thursday, November 7, 2013

Hetta er (heldur) ikki list! - og nøkur klók orð frá Poul Henningsen


Poul Henningsen skrivaði í 1930 eina grein um "Kritiken som kulturfaktor" í vikublaðnum EKKO nr.8, sum er góð, serliga í okkara tíð, tá tørvurin fyri starquality og góðsku er so mikið stórur, at vit lata sum um hann er har, eisini tá hann týðiliga ikki er har sum í myndunum omanfyri, sum als einki hava við list at gera. Vit hava alt ov lítið av kritikki í dagsins samfelag og har hugsi eg um atfinningar, neiligan, negativan kritikk, sum torir og vágar og sum fær okkum at hugsa. Poul Henningsen skrivar m.a.:

"Kritikens Kunst værdsættes almindeligvis ikke højt, men værre er det, at dens gennemgribende Betydning for Kulturen næsten ikke bemærkes. Kritik, det er noget med at rakke ned paa en Teaterforestilling eller en Bog. Ingen tænker paa, at saadan speciel Kritik blot er et isoleret Eksempel paa en almindelig Aandsvirksomhed, der er lige saa uundværlig som Produktionen. I Blyanten og Vidskelæderet har vi de to Midler, der karakteriserer Produktionen og Kritiken. Hver eneste Sætning som læses, er vi Forvejen gaaet gennem en kritisk Skærsild. Arkitekten producerer maaske 20 Skitser af den samme Ting, og gennem Kritik vælger han den ene ud, der duer. Det er ganske naivt at tro, at Vidskelæderet er et tarveligere Instrument end Blyanten, selv om Blyanten er dets Forudsætning..."

(KP)

Tíðindaskriv: Framsýning í Galerie Focus



Í vikuskiftinum 8. - 10. november skipar Galerie Focus, Lambagerði 1 í Havn, fyri einari framsýning við ymiskum verkum, millum annað málningar, tekningar og litografiir.
Á framsýningini er ein málningur av Tommy Arge, Hans Jákup Glerfoss og J. Waagstein, Eyvindur Mohr og Frida Zachariasen. 2 málningar av Zacharias Heinesen og Torbjørn Olsen. 4 málningar av Steffan Danielsen. Nøkur verk av Ingálvi av Reyni, Arnold Vegghamar og øðrum listafólkum.
Nakað serligt, sum eisini er á framsýningini, eru akvarellir av danska arkitektinum Holger Jensen (1918-2004) av føroyskum kirkjum. Í Føroyum teknaði Holger Jensen, kirkjuna í Fuglafirði, sum stóð liðug í 1983.
Møguleiki er fyri at síggja verkini á heimasíðuna hjá Galerie Focus www.galeriefocus.com
Framsýningin er opin fríggjadagin kl. 16 – 18, leygardagin og sunnudagin kl. 15 - 18

Wednesday, November 6, 2013

Elmgreen og Dragset á Victoria and Albert Museum

Kenda dansk-norska listaduettin Michael Elmgreen og Ingar Dragset gera m.a.  stórar installatiónir, sum bjóða okkara fatan av viðvíkjandi hvat list er. Til Listabiennaluna í Venesia í 2009 konstrueraðu teir eini  listasamlarahús komplett við veruligum listaverkum og einum deyðum listasamlara í svimjihylinum. Í løtuni sýna teir fram installatiónina Tomorrow á The Victoria and Albert Museum í London, tað er íbúðin hjá einum fiktivum persóni, Norman, sum er fyrrverandi arkitektur. Installatiónin verður at síggja inntil 2.januar í 2014. Her verður greitt frá verkinum:








(KP)


Tuesday, November 5, 2013

Øssur Johannesen í Føroyahúsinum

Sunnudagin klokkan trý letur upp ein forkunnug framsýning í Føroyahúsinum í Keypmannahavn við myndum hjá Øssuri Johannesen. Skipað fyri hevur Føroyska Listafelagið í Danmark í samstarvi við Edmund S.Jacobsen - Bárður Dal Christiansen gjørdi ta fínu plakatina við mynd hjá Øssuri Johannesen.

Øll eru vælkomin til framsýningina.  https://www.facebook.com/events/760084884017512/

Fernisering: Søndag 10. nov. 2013 kl. 15:00 → 19:00
Udstilling: Åben frem → 30. jan. 2014.

Velkommen til fernisering, hvor vi byder på: 17 malerier, adskillige portrættegninger og mange print via linoleum udskæringer samt oplæsning og forfriskninger etc.

Digteren, maleren og musikeren Øssur Johannesen, har i årevis lidt under alvorlig mental sygdom, og overfører sine indre oplevelser over i malerier og tegninger. Oplev kunst om kompromisløse portrætter af hovedpersonens egne personlige udtryk i form af liv og død, natur, ensomhed, musik, kristendom, afsavn på kærlighed og andre tanker og følelser. Udstilleren, Øssur Johannesen, f. 1970, af færøsk afstamning og bosiddende i København. Han har tegnet, malet og spillet musik lige siden han var lille dreng. Han deltog i sin første udstilling i en ret ung alder. Øssur Johannesen er både tegner, maler, billedkunstner, digter, komponist og alsidig musiker.
Arrangør: Den Færøske Kunstforening i Danmark - i samarbejde med og PR af E.S.J. Grafik: Bárður Dal Christiansen.




Monday, November 4, 2013

Sangur í Mjørka

Meðan leikurin gekk fyri seg kom eg fleiri ferðir til at hugsa um Vesterbros Ungdomsgård frá mínum egna barndómi, sæð burtur frá, at serliga kórið – Eyð Berghamar Jacobsen, Sissal Grækarisdóttir Magnussen og Birita Adela – sungu meira enn eitt sindur reinari enn ungdómurin á Vesterbro í áttatiárunum.

Gleðin var alstór hjá tí seks ára gamla, sum eg í gjár hevði tikið við í Sjónleikarhúsið fyri at síggja Sangur í Mjørka hjá Elini á Rógvi. 

Har var flott ljós, drønandi sangur og dansur í uppsetingini hjá Maritu Dalsgaard og alt var júst so deiliga rokaligt, sum eitt seks ára gamalt dreingjahjarta kundi ynskt sær Men mest var tað kanska allíkavæl tað, sum hann kendi aftur, sum hugtók.

Tí Elin á Rógvi hevur bygt søguna upp kring barnasangirnar hjá Hans Andriasi Djurhuus og hetta ritualið av endurtøkum og afturkenningin er ein grundleggjandi styrki hjá leikinum. Tí afturkenningin ger tað ikki bara lætt hjá børnum at spegla sær og relatera persónliga til tað, sum gongur fyri seg, hon letur eisini upp fyri sannkenningum. Haldi eg. Og tað helt sjálvandi eisini Aristoteles einaferð í tíðarinnar morgni, tá hann skrivaði nøkulunda soleiðis um hugtakið Mimesis hjá Platon: “Tann gleðin, vit fáa av listini er knýtt at okkara evnum til at sannkenna: at kenna nakað aftur er bygt á sannkenning. Okkara vitan verður styrkt og víðkað av tí, sum listin avdúkar fyri okkum – í okkum. Ikki fatað sum ein naturalistiskur veruleiki, men sum ein sansauppliving við rót í veruleikanum, sum vit kenna aftur".

Rammusøgan kring sangirnar, sum vit kenna aftur, er eisini merkt av onkrum, sum vit kenna aftur. Sangur í Mjørka snýr seg um gentuna Elsu, sum eins og Alice í ævintýrlandi hvørvur inn í ein ævintýrkendan heim – ikki gjøgnum eitt gátuført kaninhol, men gjøgnum eina app á einum ipad. Her finnur hon inn til eina fatan av abba sínum, sum í veruleikans verð er í mjørkanum hjá tí minnisveika. Uttan at fornerma nakran seks ára gamlan, veit eg ikki heilt hvussu nógv varð skilt av hesum ellisproblematikkinum. Tað var kanska meira sangirnir, ljósið, ljóðið og figurarnir – kettan, lærarin, dukkan - sum upptóku sinnið. Í grundini eisini hjá mær sjálvari.

Men tað ger einki, tí sjónleikarhústúrurin var ein stór og væl eydnað uppliving bæði hjá mammu og barni, og alt var júst sum tað skuldi vera í Sjónleikarhúsinum, har professionel, semiprofessionel og amatørar skapa eitt herligt spælipláss saman og lata upp listina fyri børnunum. Takk fyri tað.

(IS)

Sunday, November 3, 2013

Regin Dahl 95 ár - Tiltak í Gamla Bókhandli 5. november.

Tiltak í Gamla Bókahandli - 5. nov. Kl. 19.30
.Regin Dahl 95 ár

Tiltak í Gamla Bókahandli - 5. nov. Kl. 19.30
Í samband við at Regin Dahl hevði havt 95 ára føðingardag 5. Nov. 2013, verður skipað fyri fyrilestri við Guðrun Gaard, upplestri av yrkingum Heðin M. Klein og kórsangi.
Úr Bó...kmentasøguni hjá Árna Dahl:

Hann varð borin í heim í Sandagerði í Tórshavn 1918, sonur Jákup Dahl, próst, og Mariu, ið var dóttir gitna tónleikalæraran, Bakar Hansen.

Aftan á barnaskúlagongd í Havn leitaði hann í 1934 niður á Sorø lærda skúla, har hann tók studentsprógv í 1937. Veturin 1937/38 var hann heima í Føroyum, fór síðani aftur til Danmarkar og tók upp lestur við lærda háskúlan í Keypmannahavn, las fagrar bókmentir og norrønt. Í 1947 tók hann við ráðgevarastarvi á bókaforlagnum hjá vinmanninum, danska yrkjaranum Ole Wivel - og seinni, tá hetta forlagið í 1953 gav seg undir Gyldendal, fylgdi Regn við og starvaðist til fyri stuttum sum handritametari og ráðgevi har.
Átjan ára gamal gav Regin út fyrsta yrkingasavn sítt »í útlegd«, og hetta hugtakið »útlegdin« man vera mest umrødda evni, tá røtt hevur verið um yrkjaran Regin Dahl. Útlegdarárini kámaðu ongan-tíð heimatúnini: 
»Gekk eg mær í skýming millum hjalla
aldudráttur váganna hoyrdist valla,
roykur av tvøsti
og gomlum køsti
lýsti meg í kall millum kalla« 
og sjálvt tá útlegdarskeiðið rundar fjórða tíggjuára skeiðið varar hann av sínum dreingjalendi, ið eina ferð var: 
»Men allir teigar eru týndir 
og fjøran burtursprongd -
hvar skalt tú vistast,
hvønn vilt tú vitja
í hesi húsatrongd? 
Her eru allar traðir taktar
og f jøran ikki longur gongd -
alt dreingjalendið,
øll heimakensla -
Tín ævigøta er betongd!«Vís meira

Í samband við at Regin Dahl hevði havt 95 ára føðingardag 5. Nov. 2013, verður skipað fyri fyrilestri við Guðrun Gaard, upplestri av yrkingum Bergljót av Skarði og kórsangi.

Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl:

Hann varð borin í heim í Sandagerði í Tórshavn 1918, sonur Jákup Dahl, próst, og Mariu, ið var dóttir gitna tónleikalæraran, Bakar Hansen.

Aftan á barnaskúlagongd í Havn leitaði hann í 1934 niður á Sorø lærda skúla, har hann tók studentsprógv í 1937. Veturin 1937/38 var hann heima í Føroyum, fór síðani aftur til Danmarkar og tók upp lestur við lærda háskúlan í Keypmannahavn, las fagrar bókmentir og norrønt. Í 1947 tók hann við ráðgevarastarvi á bókaforlagnum hjá vinmanninum, danska yrkjaranum Ole Wivel - og seinni, tá hetta forlagið í 1953 gav seg undir Gyldendal, fylgdi Regn við og starvaðist til fyri stuttum sum handritametari og ráðgevi har.
Átjan ára gamal gav Regin út fyrsta yrkingasavn sítt »í útlegd«, og hetta hugtakið »útlegdin« man vera mest umrødda evni, tá røtt hevur verið um yrkjaran Regin Dahl. Útlegdarárini kámaðu ongan-tíð heimatúnini:


»Gekk eg mær í skýming millum hjalla
aldudráttur váganna hoyrdist valla,
roykur av tvøsti
og gomlum køsti
lýsti meg í kall millum kalla«



og sjálvt tá útlegdarskeiðið rundar fjórða tíggjuára skeiðið varar hann av sínum dreingjalendi, ið eina ferð var:


»Men allir teigar eru týndir
og fjøran burtursprongd -
hvar skalt tú vistast,
hvønn vilt tú vitja
í hesi húsatrongd?
Her eru allar traðir taktar
og f jøran ikki longur gongd -
alt dreingjalendið,
øll heimakensla -
Tín ævigøta er betongd!«

Saturday, November 2, 2013

Myndir úr Flensburg




Fernisering í Flensburg

Sangur í mjørka



Frumsýningin av nýskrivaða leikinum Sangur í mjørka, eftir Elina á Rógvi, verður leygardagin 2. novembur kl. 20.00.

Atgongumerkir til sýningarnar fáast til keyps, í Visit Tórshavn, í Gamla Bókhandli á Vaglinum.

Leikurin sigur frá síni egnu søgu, sum er knýtt at samtíð áskoðarans, men samstundis nýtir sangirnar hjá Hans Andriasi Djurhuus á ein hátt, sum bæði undirbyggir persónarnar og verurnar í leikinum og sjálva søgugongdina í honum. Leikurin tekur upp eitt viðkomandi evni í nútíðini – tað at missa sambandið við okkara eldri dementu næstringar – og flytur tað yvir í ein hugaheim, har sangir og søguverur og søguheimurin hjá Hans Andriasi natúrliga knýta seg til persónar og hendingar í leikinum.

Friday, November 1, 2013

Hamskifti – Gastronomi & Performance Art


Nýstovnaða Eventmálaráðið bjóðar tær eitt serstakt kvøld, har tú og tíni fáa eina leskiliga uppliving saman við gourmetkokkinum Gutta Winther sjónvarpsverti og kokki. Hartil ger sjónleikarin, Kjartan Hansen stovnari av listaliðnum DetFeröscheCompagnie, eina framførslu, sum Heðin Mortensen borgarstjóri kallar, “ein fantastiska original framførsla!” og Niels Christian Nolsøe Stjóri í Elektron “eitt unikt upplivilsi!”.


Latið tykkum undirhalda til Hamskifti í hugfarsligum hølum í Öström við Skálatrøð, har hvør løta er løgd til rættis til at geva tykkum eina felagsuppliving, sum tølir allar sansir. Gutti leggur síðstu hond á matin framman fyri gestunum og borðreiðir, afturvið tónleiki, við 5 rættum og útvaldari vínskrá. Harafturat ger Kjartan eina margháttliga og sjáldsama framførslu, sum Jens L. Thomsen, tónasniðgevi úr bólkinum ORKA hevur gjørt ljóð til.
Í stuttum er hetta eitt høvi at bjóða góðum gestum, leiðslu ella útvaldum arbeiðsfeløgum til nakað forkunnugt. Eitt serstakt kvøld, har heimligt huglag møtir hamskifti.



Vit eru errin av at bjóða vælkomin til 15 kvøld í 2013
Mikukvøld 13. november kl 19:00
Hóskvøld 14. november kl 19:00
Fríggjakvøld 15. november kl 19:00
Leygarkvøld 16. november kl 19:00
Sunnukvøld 17. november kl 19:00
Mikukvøld 20. november kl 19:00
Hóskvøld 21. november kl 19:00
Fríggjakvøld 22. november kl 19:00
Leygarkvøld 23. november kl 19:00
Sunnukvøld 24. november kl 19:00
Mikukvøld 27. november kl 19:00
Hóskvøld 28. november kl 19:00
Fríggjakvøld 29. november kl 19:00
Leygarkvøld 30. novembur kl 19:00
Sunnukvøld 1. desember kl 19:00


Rúm er fyri 12-20 gestum hvørt kvøldið og prísur fyri hvønn er 1.740,- u/mvg.
Samlaður kostnaður fyri eitt kvøld 30.000,- u/mvg.
Ring 50 90 60 og bílegg Hamskifti.


EVENTMÁLARÁÐIÐ

Nýstovnaða Eventmálaráðið bjóðar eina røð av upplivingum við listarligum dámi. Tað er við íblástri frá tjóðarhetju okkara, Súsannu Helenu Patursson (1864-1916) – sum skrivaði fyrsta sjónleikin á føroyskum – at vit hava valt ta altfevnandi listina sum miðil. Súsanna Helena ‘Sannulena‘ Patursson slóðaði eina leið, ið gav samtíðini møguleikan at síggja samfelagið við nýggjum eygum. Handan ítakið EMR stendur Kjartan Hansen sjónleikari og íverksetari og saman við bestu kreativu kreftunum fer EMR at uppfinna upplivingar í andanum hjá Sannulenu. Í øðrum orðum at gera tiltøk, sum ikki hava sæð sín líka her á landi.

Myndir úr Flensburg

Thursday, October 31, 2013

Janus Kamban

 

Í sambandi við, at tað í ár eru 100 ár síðani Janus Kamban varð føddur, seta vit her ein lítlan tekst inn um hansara grafikk, sum er úr bókini Livandi List. (2008)


Janus Kamban hevur verið partur av allari føroyskari listasøgu, og hevur yvirhøvur borið føroyska list fram á leið. Sjálvandi er tað ófólkaligt at tosa um aldur, men Janus Kamban er føddur sama ár sum Ruth Smith. Hann er eldri enn Ingálvur av Reyni, eldri enn Jack Kampmann, eldri enn Hans Hansen og Steffan Danielsen, og hann er trý og tjúgu ár eldri enn Zacharias Heinesen, sum er næstelstur í hesi bók.

Tá eg nú kortini havi verið so framlig at rógva fram undir, at Janus Kamban er vorðin ein gamal maður, so fari eg ikki, við míni fátæksligu vitan um myndhøggaralist, at viðgera høggmyndir hansara við míni lummafilosofi. Mín niðurstøða er stutt tann, at hansara høggmyndir eru at meta sum týdningarmikil verk í heimslistarligum høpi, og at vit í teimum kunnu finna óteljandi listarligar sannkenningar í upprunaligum skapi.

Annars fari eg í holt við grafisku verkini hjá Janusi Kamban. Tey, meti eg, hava fingið alt ov lítla viðgerð.

 Eg eri ikki tann fyrsta, ið havi lagt til merkis, at í grafisku verkunum hjá Janusi Kamban er ein greidleiki og tignarligur friður, sum minnir um tann japanska meistaran Katsushika Hokusai (1760-1849). Eg fari kortini at halda fram í tí hugsanini. Tí tað tykist sum um sokallaðu ukiyo-e myndirnar hjá Hokusai, ”myndir í tí flótandi heiminum”, kunnu geva okkum eitt hugasamband til verkini hjá Janusi Kamban, sum eru meira grundfest enn líkleikin millum hesar báðar stóru listamenninar tykist at vera við fyrsta eygnabrá.

Hugtakið ukiyo-e er knýtt at tí heimspekiligu hugsanini, at alt er stokkut. Í grafisku verkunum hjá Janusi Kamban er tann stokkuta løtan ein týdningarmikil partur. Tað, sum er ótrúligt, og tað einasta, sum skilir verkini hjá Janusi Kamban frá løtulýsingunum hjá teimum fronsku impressionistunum, er, at løtan hjá Janusi Kamban samstundis eisini hevur ein serligan frið. Tað stokkuta tykist at vera ævinliga galdandi. Tað stokkuta er bylgjan, ið ferðast inn móti landi, fuglurin, ið flýgur framvið í luftini, ella skýggini, ið ferðast fram við fjallinum. Men hjá Janusi Kamban fær tað, ið hendir her og nú, ein størri týdning.

Tað gerst til nakað støðugt, okkurt sum er, okkurt varandi. Eg haldi, at evnini at kunna gera tað stokkuta til nakað, sum er ævinliga galdandi, hava samband við ta sannkenning, at lívið alt er samansett av løtum.

Løtan verður upphevjað til ein sannleika um okkara tilveru. Hon verður upphevjað til ein trúgv ella eina filosofi. Tí tann ’flótandi heimurin’, har okkara lív verður livað, er einasti veruleikin, vit kunnu samanbera okkum við, og tí er tað í tí stokkutu løtuni, vit skulu finna vísdóm um okkum sjálvi.

Janus Kamban hevur evnað at víst okkum, at løtan hevur ein sannleika. Hann hevur evnað at geva ta stokkutu løtuna víðari á so friðarligan og friðsælan hátt, at vit skilja ein part av tí, ið hann hevur skilt. Orsøkin til, at hann kann geva okkum løtuna og gera hana til ein sannleika í okkara lívi, er sjálvandi tann, at Janus Kamban hevur eitt so sjáldsama gott forstáilsi fyri teimum ymsu eginleikunum. Hann hevur eygleitt og granskað alt væl og virðiliga, mannakroppin, djórið og náttúruna, í síni leitan eftir tí innasta í øllum og ger tað til eina sannleika í okkara lívi.

 (IS)