Wednesday, September 4, 2013

Mótmælislist 9 - Tá grímurnar falla

Dagsins mótmælislist gjørdi Ólavur S.T. Thorsteinsson

Leygardagin var tað á Vaglinum, nú verður listabloggurin – enn einaferð – latin upp fyri okkara listafólki, við  orðum, tónum, myndum, kroppum og ond at gera vart við, at vit mugu taka Føroyar aftur – áðrenn tað verður ov seint og eingin er eftur at gera tað. Vit venda okkum til listafólkini við spurningunum: Hvar er fólkaræði? Hvør er framtíðin hjá okkum? Kunnu vit liva við at lógir verða smíðaðar og viðgjørdar í óðum verki og skrumblaðar ígjøgnum? Kunnu vit liva við, at fakkunnleikin ikki verður hoyrdur? Góðu listafólk, sendið okkum mótmælislist! Øll verk eru vælkomin og verður undirtøkan nóg góð, gera vit eina framsýning burturúr. Send til listinblog@gmail.com.

Mótmælislistin 8 - Makrelstríð

Myndina málaði Arngerð Joensen, sum heldur, at vit mugu hugsa um makrelmálið eisini

Leygardagin var tað á Vaglinum, nú verður listabloggurin – enn einaferð – latin upp fyri okkara listafólki, við  orðum, tónum, myndum, kroppum og ond at gera vart við, at vit mugu taka Føroyar aftur – áðrenn tað verður ov seint og eingin er eftur at gera tað. Vit venda okkum til listafólkini við spurningunum: Hvar er fólkaræði? Hvør er framtíðin hjá okkum? Kunnu vit liva við at lógir verða smíðaðar og viðgjørdar í óðum verki og skrumblaðar ígjøgnum? Kunnu vit liva við, at fakkunnleikin ikki verður hoyrdur? Góðu listafólk, sendið okkum mótmælislist! Øll verk eru vælkomin og verður undirtøkan nóg góð, gera vit eina framsýning burturúr. Send til listinblog@gmail.com.

Tuesday, September 3, 2013

Mótmælislist 7

Ingi Sørensen: Vitin og Merkið

Leygardagin var tað á Vaglinum, nú verður listabloggurin – enn einaferð – latin upp fyri okkara listafólki, við  orðum, tónum, myndum, kroppum og ond at gera vart við, at vit mugu taka Føroyar aftur – áðrenn tað verður ov seint og eingin er eftur at gera tað. Vit venda okkum til listafólkini við spurningunum: Hvar er fólkaræði? Hvør er framtíðin hjá okkum? Kunnu vit liva við at lógir verða smíðaðar og viðgjørdar í óðum verki og skrumblaðar ígjøgnum? Kunnu vit liva við, at fakkunnleikin ikki verður hoyrdur? Góðu listafólk, sendið okkum mótmælislist! Øll verk eru vælkomin og verður undirtøkan nóg góð, gera vit eina framsýning burturúr. Send til listinblog@gmail.com.

Áheitan á norðurlendsk ljóslistafólk

Halgrims

Norðlýsi 

Curated Place og Reykjavik Winter Light Festival heita á norðurlendsk listafólk um at senda umsóknir til tess at menna ljóslistaverk, sum skulu framsýnast í Reykjavík, Tórshavn og Manchester. Tað ber til at søkja inntil á midnátt mánadagin 9.september. Listafólkini fáa høvið at samstarva við arkitektar, kuratorar og teknikarar til tess at fremja sínar listarligu visiónir.
Curated Place skriva: 
Three commissions are available: 
Architectural
The largest budget commission opportunity should utilize large scale lighting and work with the built environment. The piece must be of significant scale (whether through construction, illumination or projection), site responsive rather than site specific, and capable of touring numerous locations.
Social
Works that bring people together through mass-participation in a lighting performance/installation to transform areas into an attractive and social space using light. The work can involve the active participation of audience members or operate as an installation that encourages participation and social change on some level.
Guerrilla
The third commission will seek to minimize the barriers to participation by adopting a much more DIY approach to light art. Celebrating creativity and urban interventions we are seeking projects that embrace low-cost materials and hacker culture (technological/equipment support is being sought and may be available).
Existing pieces that require development and entirely new concepts are eligible and will be considered by the selection committee.
In all categories the submitted works should be site responsive and adaptable to multiple urban settings.
It is anticipated that the Social and Guerrilla lighting works will be format based allowing for localised iterations at each festival/exhibition. 
WHO CAN APPLY? 
Nordic Artists and artists resident in Nordic countries
(artists can apply individually or as part of a group – groups that contain Nordic artists may apply even if all participants are not Nordic nationals or residents)
TERMS AND CONDITIONS
By submitting your project, you agree to comply with the following terms and conditions:
- You are able to develop works between October 2013 and February 2014 with Curated Place and partners.
- You will assist in meeting all health and safety requirements for each installation and 
- You will personally present your work in Reykjavik from February 6-16 2014 and assist with its installation and wrap up to one week before and after the Reykjavik festival. 
- The work will be available to tour at least two further festivals/installations (Manchester and Torshavn);
- You or your representatives will be available to support realising the project in Torshavn and Manchester.
- You will carry out all reasonable PR and press appearances made by the project team.
FINANCIAL CONDITIONS
Indicative development budgets are: 
Architectural (€15,000)
Social (€10,000)
Guerrilla (€8,000)
Full project cost can be higher however these costs should include all artist’s fees for development and three exhibitions as well as barebones tech set-up. Artist’s will be expected to provide their own basic computing facilities and public liability insurance. We welcome financially demanding projects, however, artists must be prepared to work with Curated Place to cover their total cost or devise ways of realising the projects within set budgets. 
The selection committee may consider additional funding for projects of exceptional quality.
HOW TO APPLY
The application for must be submitted in English via the online application form before midnight on the 9th September 2013. 
KEY DATES
Reykjavik Winter Light Festival February 6-16 February 2014
Deadline for submission of application: 9th September 2013
We will get back to you with results of the assessment before end of September 2013.

Lesið meira og finnið umsóknarskjalið her:

http://www.curatedplace.com/northern-lights-commissioning-opportunity-for-artists/

Mentanargleðiboð

Á dagsins kringvarpskrá stendur skrivað, at mentanarsendingin í útvarpinum, In mente verður at hoyra í dag klokkan 17.05 og hesum gleðiboðum hava vit av sonnum bíðað eftir eina tíð. Á heimasíðuni hjá Kringvarpinum stendur, at tað er Gunnar Nolsøe, sum skipar fyri. M.a. verður ein samrøða at hoyra, sum Ivan Niclasen hevur gjørt við Bárð Oskarsson, sum sýninr fram í Listasavni Føroya í løtuni. Vælkomin aftur In mente, vit gleða okkum til sendingarnar í heyst. 

Mótmælislist 6 - If you don´t use it you´ll loose it

Her er myndlistarliga viðmerkingin hjá Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir og myndin eitur: If you don´t use you´ll loose it

Leygardagin var tað á Vaglinum, nú verður listabloggurin – enn einaferð – latin upp fyri okkara listafólki, við  orðum, tónum, myndum, kroppum og ond at gera vart við, at vit mugu taka Føroyar aftur – áðrenn tað verður ov seint og eingin er eftur at gera tað. Vit venda okkum til listafólkini við spurningunum: Hvar er fólkaræði? Hvør er framtíðin hjá okkum? Kunnu vit liva við at lógir verða smíðaðar og viðgjørdar í óðum verki og skrumblaðar ígjøgnum? Kunnu vit liva við, at fakkunnleikin ikki verður hoyrdur? Góðu listafólk, sendið okkum mótmælislist! Øll verk eru vælkomin og verður undirtøkan nóg góð, gera vit eina framsýning burturúr. Send til listinblog@gmail.com.

Mótmælislist 5

Nøkur túsund fólk vóru á Vaglinum leygardagin, men tey vóru heldur færri enn eg hevði væntað, tá heili 31 fakfeløg skuldu eitast at vera við. Tað tykist sum um fólk í ein vissan mun eru fongd av apati og flegma. Men tað er kanska ikki so løgið, at fólk hava hug at missa mótið. Tí nógv er mótmælt uttan at nakað er hent. Og nú sær tað eisini út til, at Hitt føroyska skjaldraveldi fær rætt í sínum pessimistiska spádómi, tá hann skrivar: "Og sí triðja dagin skal landsstýrismaðurin rísa upp til ævigt lív í heimastýrinum". Men hinvegin er tað jú soleiðis, at tann, ið tegir samtykkir og vit kunnu ikki nógv annað enn at mótmæla, tá vit verða útsett fyri mannagongdum, har myrkalegging heldur enn upplýsing tykist vera endamálið. "Rein fantasi" slapp Bill Justinesen at skýra metingar frá serfrøðini um møguligar framtíðarvánir í sambandi við Eysturoyartunnilin í útvarpinum fyrradagin og avvarðandi journalisturin, Sigmar Bláberg helt eftir øllum at døma ikki, at tað var neyðugt við kritiskum mótspurningum. Tað er í løtuni upp til hvønn einstakan av okkum at hugsa kritiskt og sjálvstøðugt og at fylgja við og mótmæla, tá vit føla, at demokratiskar, upplýstar mannagongdir verða settar til viks. Vit hava fingið nøkur listaverk frá nøkrum listafólkum, sum ikki tiga og samtykkja. 

Hanni Bjartalíð eigur myndina omanfyri, sum hann kallar: Loynisáttmálin

Leygardagin var tað á Vaglinum, nú verður listabloggurin – enn einaferð – latin upp fyri okkara listafólki, við  orðum, tónum, myndum, kroppum og ond at gera vart við, at vit mugu taka Føroyar aftur – áðrenn tað verður ov seint og eingin er eftur at gera tað. Vit venda okkum til listafólkini við spurningunum: Hvar er fólkaræði? Hvør er framtíðin hjá okkum? Kunnu vit liva við at lógir verða smíðaðar og viðgjørdar í óðum verki og skrumblaðar ígjøgnum? Kunnu vit liva við, at fakkunnleikin ikki verður hoyrdur? Góðu listafólk, sendið okkum mótmælislist! Øll verk eru vælkomin og verður undirtøkan nóg góð, gera vit eina framsýning burturúr. Send til listinblog@gmail.com.

Monday, September 2, 2013

Mótmælislist 4

Mótmælisverk nummar fýra hevur Hitt Føroyska Skjaldraveldi gjørt. Tað er mynd og uppskrift til ein ævigan landsstýrismann

Tilfar:           

  Ein landsstýrismann
                Ein rívan skamt av fákunnu/býttisskapi (frítt val)
                Fittligt av ósmædni
                Nakrar ábyrgdarleysar veljarar
                Ein lögmann, ið öll síggja, men ikki er til
                Eitt sindur av lýsingarfíggjaðari pressu
                Væl av veikari umsiting
                Passaligt av kristiligheit
                Sjónvarpsskíggja
                Nakrar lortendar, ið ikki eru í sama flokki sum landsstýrismaðurin (helst gudiligar)
                Nakað væl av spilling, sum eingin trýr uppá

Mannagongd:

  Finn viðkomandi landsstýrismanni eitt hóskandi mál og lat hann hoyggja tað til saman við síni veiku umsiting og vælsignilsi frá lögmanni, sum öll síggja, men ikki er til. Lat síðani ta lýsingarfíggjaðu pressuna øsa landsstýrismannin upp í skúm og teir ábyrgdarleysu veljararnar rópa morð og halleluja til ósmædni er so gott sum markleyst hjá öllum: landsstýrismanni, umsiting og veljarum. Lat nú spillingina, sum eingin trýr uppá, sleppa at gera sítt ein dag ella tveir og lat síðani landsstýrismannin í allari kristiligheit pína sína tign við sjálvmótsigandi yvirlýsingum  í í minsta lagi ein dag, men tá er hann búgvin at festa seg sjálvan á ein kross av  egnari fákunnu/býttisskapi, meðan lortendarnir úr hinum flokkunum gráta nökur rossatár (hetta tó mest til pynt). Lat nú alla hesa dýrdina, við endurnýggjaðum vælsignilsi frá áðurnevnda lögmanni, niðurfara á ein sjónvarpsskíggja. Og sí triðja dagin skal landsstýrismaðurin rísa upp til ævigt lív í heimastýrinum, væl skírdur politiskt av teirri spilling, sum eingin trýr uppá.

  Amen og væl gagnist

Mótmælislist 3

Leygardagin var tað á Vaglinum, nú verður listabloggurin – enn einaferð – latin upp fyri okkara listafólki, við  orðum, tónum, myndum, kroppum og ond at gera vart við, at vit mugu taka Føroyar aftur – áðrenn tað verður ov seint og eingin er eftur at gera tað. Vit venda okkum til listafólkini við spurningunum: Hvar er fólkaræði? Hvør er framtíðin hjá okkum? Kunnu vit liva við at lógir verða smíðaðar og viðgjørdar í óðum verki og skrumblaðar ígjøgnum? Kunnu vit liva við, at fakkunnleikin ikki verður hoyrdur? Góðu listafólk, sendið okkum mótmælislist! Øll verk eru vælkomin og verður undirtøkan nóg góð, gera vit eina framsýning burturúr. Send til listinblog@gmail.com.

Petur Mohr Reinert og Philip Ovenberg: Býtti

Mótmælislist 2 - Fólksins rødd

Leygardagin var tað á Vaglinum, nú verður listabloggurin – enn einaferð – latin upp fyri okkara listafólki, við  orðum, tónum, myndum, kroppum og ond at gera vart við, at vit mugu taka Føroyar aftur – áðrenn tað verður ov seint og eingin er eftur at gera tað. Vit venda okkum til listafólkini við spurningunum: Hvar er fólkaræði? Hvør er framtíðin hjá okkum? Kunnu vit liva við at lógir verða smíðaðar og viðgjørdar í óðum verki og skrumblaðar ígjøgnum? Kunnu vit liva við, at fakkunnleikin ikki verður hoyrdur? Góðu listafólk, sendið okkum mótmælislist! Øll verk eru vælkomin og verður undirtøkan nóg góð, gera vit eina framsýning burturúr. Send til listinblog@gmail.com.

Dagsins mótmælisverk er ein vatnlitamynd hjá Fríðu Matras Brekku

Sunday, September 1, 2013

Mótmælislist 1 - Fólkið í Føroyum

Leygardagin var tað á Vaglinum, nú verður listabloggurin – enn einaferð – latin upp fyri okkara listafólki, við  orðum, tónum, myndum, kroppum og ond at gera vart við, at vit mugu taka Føroyar aftur – áðrenn tað verður ov seint og eingin er eftur at gera tað. Vit venda okkum til listafólkini við spurningunum: Hvar er fólkaræði? Hvør er framtíðin hjá okkum? Kunnu vit liva við at lógir verða smíðaðar og viðgjørdar í óðum verki og skrumblaðar ígjøgnum? Kunnu vit liva við, at fakkunnleikin ikki verður hoyrdur? Góðu listafólk, sendið okkum mótmælislist! Øll verk eru vælkomin og verður undirtøkan nóg góð, gera vit eina framsýning burturúr. Send til listinblog@gmail.com.

Oddfríður Marni Rasmussen eigur fyrsta íkastið, sum er ein yrking:

Fólkið í Føroyum

Eg síggi Nelson Mandela fyri mær
Har hann stendur á einum
Fullsettum leikvølli og summir áskoðarar
Tveita bananir eftir honum tá ið hann ger seg kláran
At halda sína røðu ið byrjar við orðunum:
We the people of South Africa.
Eg síggi hann fyri mær
Stoltur og fastur í orðum sínum
Tá ið eg hugsi um hetta
Gerist eg keddur
Og einsemi kemur sum ein
Sandstormur og kvalir meg.
Hví tosar ongin í mínum landi um
Okkum fólkið í Føroyum?
Hví tosar ongin við virðing um okkum
Fólkið í Føroyum?
Vit sum hava ofrað lívið
Hava grátið og bløtt
Av líkasælu
Hava lagt tíðina á hillina
Og tankarnar inn í sjónvarpið
Har undirhaldið sissar okkum
Í óskaparligan tjóðarsvøvn.
Hví tosar ongin um okkum?
Fólkið í Føroyum?
Hví eru vit onki annað
enn ein lýsing fjórða hvørt ár?
Vit, fólkið í Føroyum?

Oddfríður Marni Rasmussen

Nú mugu vit taka Føroyar aftur!

Nú mugu vit taka Føroyar aftur!
Nú mugu fólkið og fólkaræðið setast fremst!

Nú má líkasælan ikki køva teir neistar, sum kyknaðu á Vaglinum leygardagin. Í gerandisdegnum mugu vit hvør í sínum lagi gera vart við ta skeivu kós, sum verður stungin úr í kortið. A arbeiðsplássum, í køkinum og á gøtuni skulu vit halda fast við, at Føroyar skulu ikki sorlast fyri løtuvinning, hjá nøkrum fáum. Fólkaræðið og vitan skal verða grundarlagið undir menningin, so eisini næstu ættarlið fara at kenna seg heima og verða errin av, hvussu væl vit fóru við hesum landinum. 

Leygardagin var tað á Vaglinum, nú verður listabloggurin – enn einaferð – latin upp fyri okkara listafólki, við  orðum, tónum, myndum, kroppum og ond at gera vart við, at vit mugu taka Føroyar aftur – áðrenn tað verður ov seint og eingin er eftur at gera tað. 

Mótmælistiltakið á vaglinum í gjár var gott, men vit halda sjálvandi, at tað hevði verið enn betri um listin eisini var umboðað. Ein sangur ella ein lítil leikur hevði gjørt undirverk halda vit. Tá vit á blogginum hjá Niels Una Dam sóu staðfestingina frá Kaj Leo Holm Johannesen - sum er eitt verjurit til frama fyri landsstýrimannin í Innlendismálum, to at hann m.a. hevur roynt at goyma ávaringar frá serfrøðingum fyri løgtinginum - gjørdist okkum greitt, at mótmælið ikki kann vera av við mótmælistiltakinum í gjár, tí enn er einki gjørt til tess at venda skeivu gongdini. 

Vit venda okkum til listafólkini við spurningunum: Hvar er fólkaræði? Hvør er framtíðin hjá okkum? Kunnu vit liva við at lógir verða smíðaðar og viðgjørdar í óðum verki og skrumblaðar ígjøgnum? Kunnu vit liva við, at fakkunnleikin ikki verður hoyrdur? 

Góðu listafólk, sendið okkum mótmælislist! Øll verk eru vælkomin og verður undirtøkan nóg góð, gera vit eina framsýning burturúr. Send til listinblog@gmail.com.

Vit byrja við einum listaverki úr veruleikanum, úr Degi og Viku. Tað er tann satiriski Føroyaportalurin, sum hevur latið upp eygu okkara fyri hesari perluni av pínligheit. Teir kreativu skemtararnir hava sett inn tónleikin til sjónvarpsrøðina Klovn, men tónleikurin tykist púra óneyðugur, tíverri, hyggið bara her: