Friday, April 5, 2013

Jóanes Nielsen 60






"Att min diktning är poesi kann ingen förneka, att det är vers vill jag icke påstå. Jag har försökt bringa vissa motsträviga dikter under en rytm och därvid kommit underfund med att jag besitter ordets och bildens makt endast under full frihet, d.v.s. på rytmens bekostnad. Mina dikter äro at taga som vårdlösa handteckningar. Vad innehållet vidkommer, låter jag min instinkt bygga upp vad mitt intellekt i avvaktande hållning åser. Min självsäkerhet beror på att jag har upptäckt mina dimensioner. Det anstår mig icke att göra mig mindre än jag är..". Tá tann finnlandssvenski modernisturin Edith Södergran skrivaði hesi stórbæru, smædnu og sjálvvissu inngangsorðini til heroiska og visionera savnið "Septemberlyran", sum kom út við krígslok í 1918, vóru mong, ið hildu tey vera ómetaliga arrogant, eins og tey hildu yrkingarnar vera bart út svakligar. Hon doyði bert 31 ára gomul og náddi tessvegna ikki at uppliva hvussu hugburðurin mótvegis yrkingum hennara broyttist frá spottan til, at tær í dag verða mettar sum nakað av tí besta og mest originala innan norðurlendska modernismu. Onkursvegna tóktust inngangsorðini hjá Edith Södergran uppløgd til hesa lítlu føðingardagsheilsanina til eitt skald sum um nakað hevur dyrkað instinktið og frælsið, eisini tað lyriska, sum hevur provokerað og verið fúlur og bondskur, sum sjálvur sigur seg hata allar ismur uttan Leninismu, sum ongantíð hevur hildið sínar yrkingar verið ov fínar til gerandisdagin, til at brúka í stættarstríðnum ella sum salt í døguragrýtunum. – Hann introduseraði fisuna í føroyskan skaldskap verður sagt, – og endaleysar reyvríðingar, kundi verið lagt aftrat. Honum dámar ikki at parfumera og idealisera veruleikan, og fer nógv heldur í holtur við at lýsa ymiskt, sum hann hevur stykni til ella luktar illa. Jú, føroyingar flestir munu kenna proletarskaldið yviri við Strond, Jóanes Nielsen, sum fyllir seksti ár í dag. Fá yrkingarsøvn hava elvt til so stóran og breiðan áhuga millum føroyingar, sum tey hjá Jóanesi Nielsen. Eg kenni ikki nágreiniligu sølutølini, men rokni við, at tey eru óvanliga høg og nakrar virðislønir er tað blivið til eisini. Fólkaræðisliga kunnu Føroyar kanska ikki heilt roknast sum tjóð, men málið eiga vit og helst er Jóanes Nielsen frægasti kandidatur til at vera tjóðarskald føroyinga. Í 1984 og aftur í 2012 fekk hann Bókmentaheiðursløn M.A.Jacobsens fyri yrkingarsavnið Pinnabrenni til sosialismuna og fyri skaldsøguna Brahmadellarnir. Í 2001 fekk hann Norðurlendsku dramatikaraheiðurslønina fyri handritið til leikin "Eitur nakað land weekend?". Í 2011 fekk hann Mentanarviðursløn Landsins og so hevur hann verið tilnevndur norðurlendsku bókmentaheiðurslønina fimm ferðir, seinast fyri Brahmadellarnar. At liva sum listafólk í sjálvvaldum einsemi í einum fílabeinstorni hevur neyvan tann stóra áhugan hjá Jóanesi Nielsen, sum við greinum, røðum, sjónleikum og bókmentum tekur aktivt lut í tí samfelagi, sum er hansara. Nakrar av hansara bestu yrkingum eru eins og elasmáar, risastórar skaldsøgur og ævisøgur á tremur í livaðum lívi og glógvandi minnum, sum á visioneran og anakronistiskan hátt verða tvinnað saman við einføldum eygleiðingum og niðurstøðum av tilveruligum slag um deyða og kríggj og kærleika og menniskjansligan veikleika. Í bókmentasøguligum høpi verður hann ofta lýstur sum tann upprunaligi og bonski centrallyriski yrkjarin við teimum lættfatiligu bókunum og tað er sjálvandi alt ov einfalt sett upp. Hansara samanberandi myndamál er sjáldsama originalt og rørandi í setningum, sum eru fullir av menniskjansligari samkenslu og kosmiskum varhuga. Hann spyr og er kritiskur, men hann heldur við menniskjanum og við mannaættini og hann sær okkum soleiðis sum vit eru "Vit líkjast bygningum sum lýsa fagurliga tey stillu kvøldini" skrivar hann í nýggjastu bókini. Í byrjanin á hesari yrkingini "Havsins Lanternur", sum stendur í nýggjasta yrkingarsavninum "Tapet millum øldir" staðfestir eg-persónurin, at hann er hildin uppat at fylgja við hvussu gamal hann er blivin. Hann lítur at sær sjálvur í speglinum og sær, at hann er skarpleittur, at kroppurin á ymiskan hátt er merktur av lívsins stríði og strevi og at tennirnar í støðum eru ov hvítar til at vera hansara egnu. Árini eru eftir øllum at døma ikki so heilt fá í tali. Seksti er framúr góður rithøvundaaldur, tað kundi ein annar tjóðaryrkjari í hvussu so er sanna, sum í 1869 gjørdist seksti ár. Hetta árið gav enski yrkjarin Alfred Tennyson út "The Holy Grail and Other Poems" og eftir hetta komu heili tólv verk út, tað seinasta í 1892, tá var Tennyson hálvfems. Vit ynskja Jóanesi Nielsen hjartaliga til lukku, góðan byrð og góða heilsu til tess at skriva nógvar góðar bøkur aftrat.


"Eri givin at telja árini.
Tá eg raki mær
heilsi eg stillisliga uppá ta skarpleittu vangamyndina í speglinum.
Ein av niðastu ryggjageislunum er skaddur.
Bicepsurin á høgra armi slitnaði úr økslini.
Partar av yvirmunninum eru úr alt ov hvítum tilfari.
Einaferð langtsíðani krupu okkara forfedrar niðan á berligar hellur
paraðust og hampaðu um sínar gjarkløddu bróskplátur.
Tað er fyri so vítt tað sama sum vit endurtaka sunnudagar:
lata okkum í pena hvíta skjúrtu
fáa okkum ein royk og eitt glas á einum vertshúsi tætt við kaiina
har havsins hjarta hoyrist duka.
Vit líkjast bygningum sum lýsa fagurliga tey stillu kvøldini.
Vit eru meinlík kloakkunum sum flyta abortirnar út á tey djúpu vøtn.
Vit lukta av skrivstovum, prentsmiðjum og flakavirkjum
sum miðvíst tæra kropparnar.
Dreymarnir lítillátnir
minna um teir bíligu glasljósastakarnar vit fingu í jólagávu sum børn.
Onkran týsdag steðgar líkbilurin uttanfyri hjá grannanum
fer avstað við einum kólnaðum eintaki av eini djarvari skepnu..."

(Tapet millum øldir síða 15)





(KP)






Jensina Olsen og Kringvarp Føroya er millum finalistarnar til eina stóra barnamiðlaheiðursløn

Jensina Olsen 

Kringvarp Føroya og Jensina Olsen eru tilnevnd prestisjumiklu heiðurslønina frá Nordisk Barna Medie Festival fyri Ding Ding Pippting í kategoriini 0-6 ár. 

Hjartaliga til lukku við tilnevningini.

http://nbmf.dk/2013/04/05/finalists-for-0-6-fiction-tv/


Deyðsrutan 5. apríl 2013


Í dag er ein heilt serligur dagur. Ruth Smith hevði verið 100, um hon enn livdi og Jóanes Nielsen verður 60, til lukku bæði tvey. Í Vági gongur nógv fyri seg í sambandi við Ruth Smith fagnaðin, men tað er eisini ein serligur dagur í Havn, tí heili tríggjar framsýningar lata upp í høvuðstaðnum: Hommage à Ruth Smith við sjálvsmyndum hjá Torbirni Olsen í Gallarí Stephanssonhúsi, Tekningar og skitsur hjá Thomas Arge í Steinprenti og harumframt sýna Jóna Rasmussen og Guðrið Poulsen fram í Galerie Focus.

Grundarlag skuldi sostatt verið fyri eini veritablari deyðsrutu. Vit skjóta upp, at byrjað verður á Kongabrúnni klokkan fýra og haðani spáka vit oman á Skálatrøð og so kunnu vit altíð deila ein taxabil út til Lambagerði 1 við øðrum fegnum ferniseringsgestum. Nú kann tað vera, at eitt sindur av ferniseringsreyðvíni eftirhondini er farið niðurum, og tí fer ein gongutúrur oman í býin heilt vist at vera góður. Men hetta er hinvegin ikki tvingandi neyðugt og vit lova ikki at háa tey, sum velja taxaloysnina. Fyri tey, sum eru so heppin, at tey eru boðin í føðingardag hjá einum av føðingardagsbørninum er ikki langt at ganga yvir við strond og annars siglir Smyril klokkan 18.30. Fyri hini er Mimir altíð ein møguleiki.

Havið ein herligan fríggjadag.


Thursday, April 4, 2013

Teitur í danskari deyðsmessu


Sambært heimasíðuni hjá Danmarks Radio verður ein forkunnug konsert á skránni í næstum. Fríggjadagin 5.apríl klokkan 18.20 verður høvi at hoyra Teitur Lassen í eini serstakari konsert á P2, tá eitt spildurnýtt requiem hjá John Frandsen við tekstum hjá Simon Grotrian verður frumframført. Lesið meira um hetta her:

http://www.dr.dk/P2/P2%20Koncerten/Aktuelt/requiem.htm



Tóroddur Poulsen í amerikanskum tíðarriti


Ein stór grein (38 síður) um Tórodd Poulsen er í háttvirda amerikanska bókmenta-tíðarritinum The Bitter Oleander Press, sum júst er givið út. Tað er Randi Ward, ið umframt at hava týtt yrkingar hjá Tóroddi Poulsen eisini hevur skrivað greinina, sum snýr seg um lív og yrkingar/list hjá føroyska yrkjaranum og listamanninum. Vit gleða okkum at fáa fatur á ritinum og fara at greiða meira frá hesum seinni. 

Tóroddur Poulsen



Randi Ward


Our 37th issue features the work of the multi-talented Faroese poet and artist Tóroddur Poulsen, all selected, translated, introduced and formatted by Randi Ward. Accompanied by a bilingual selection of his current poems, are reflections on his writing and the impact of Faroese society on his work. Although a must read for anyone interested in Nordic literature, those who may not be so familiar will easily find it to be a penetrating statement on this gleaming aspect of such a rich heritage. Complimenting this feature are translations from the poetry of Karl Krolow (Germany) by Stuart Friebert, Lorenzo Calogero (Italy) by John Taylor, Ernst Halter (Switzerland) by Marc Vincenz, Eugenia Toledo (Chile) by Susan Sosa and Anne Greeott, Sara Uribe (Mexico) by Toshiya Kamei, Carmen Váscones (Ecuador) by Alexis Levitin and Yang Chian (China) by Ye Chun and Gillian Parrish. Original poetry by Alan Britt, Rob Cook, Sean Thomas Dougherty, Rich Ives, Shannon Salter, Anthony Seidman, Patty Dickson Pieczka and new short fiction by Nicole Bell, John Robinson, Brandi Wells as well as the Mexican writer Donají Olmedo translated from the Spanish by Toshiya Kamei.

Available from The Bitter Oleander Press
www.bitteroleander.com







(KP)










Tekningar og skitsur eftir Thomas Arge




Í framsýningarhølinum hjá STEINPRENTI letur upp framsýning av blýants-, tussj, litkrita- og vatnlitatekningum eftir Thomas Arge (1942-78)

Fríggjadagin 5. Apríl kl. 17

Sum myndlistamaður gekk Tummas Arge sínar egnu leiðir og grundaði sín egna sera persónliga stíl. Hóast hann doyði ungur, einans 35 ára gamal, náddi hann at skapa eina røð av stórfingnum oljumálningum, ið umboða eitt nýtt frambrot, áður ósæð í føroyskari list. Tummas leitaði inn í bjørgini og skorarnar og upp á tindarnar, Hann vísti eitt áður... ósætt dirvi, og kom at gera myndlist okkara ríkari og fjølbroyttari.

Allar tær stívliga hálvthundrað myndirnar eru til sølu.

S T E I N P R E N T - Grafiski verkstaður Føroya – Skálatrøð 14, Tórshavn

Tíðindaskriv: Jóna Rasmussen og Guðrið Poulsen í Galerie Focus.


Fríggjadagin 5 .apríl kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Jónu Rasmussen og Guðrið Poulsen upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.
Framsýningin er opin til 18. apríl: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu.
Jóna Rasmussen er grafikari og listamálari og hevur síðan 1991 sýnt fram í Føroyum, Danmark og aðra staðni. Fyrstu serframsýningina hevði hon í Listaskálanum í 1999. Íblásturin til myndirnar fær hon millum annað úr náttúruni, frá sjómanslívinum og frá tónleiki. Elementið er ofta vatn og hon ger eisini abstraktar myndir. Tann svart/hvíti grafikkurin stendur sterkur, men eisini grafikkur og málningar í litum, ofta í bláum og turkis, standa sterkir við hennara sermerktu strokum.
Guðrið Poulsen er keramikari og hevur síðan 1986 sýnt fram í Føroyum, Týsklandi, Norðurlondum, USA og aðra staðni Hon er tann fyrsti føroyingurin sum arbeiðir professionelt við keramikk. Hennara verk fevna um gagnlist til listaverk á høgum støði. Hennara skulpturar eru, í formi og liti, hugmyndir av náttúruni.
Framsýningin er opin til 18. apríl: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu.

Veiða vind í Reykjavík


11. mai verður Veiða vind, tónleikaævintýr eftir Rakel Helmsdal og Kára Bæk, framførd í Hørpu í Reykjavík av íslendska symfoniorkestrinum við íslendskum upplesara og um somu tíð kemur bókin, við myndir eftir Janus á Húsagarði, á íslendskum! Ein apríldag, har veðrið skiftir millum allar fýra árstíðirnar, vil lítlibeiggi út at spæla. Systir hevur ikki stundir, hon teknar og stóribeiggi lesur uppá kvæðaørindi. Hann kvøður um Ólav Riddararós, sum fer at veiða vind. Lítlibeiggi misskilur og fer út at veiða vind.Hann ferðast eina longri ferð millum álvagentur, bjarnir, ørnir og drekar, sum øll onkursvegna minna nokkso nógv um systir og at enda kemur stóribeiggi út at leita eftir teimum báðum rýmingunum, sum hann skuldi ansa, meðan foreldrini vóru úti.
 
 

Wednesday, April 3, 2013

Hommage à Ruth Smith



Fríggjadagin 5.apríl hevði listamálarin Ruth Smith verið 100 ár. Hetta verður feirað við Ruth Smith fagnaði í Vági, men eisini í Havn verður dagurin hildin. Torbjørn Olsen letur upp henda sama dagin eina framsýning í Gallarí Stephanssonshús, sum hann kallar Hommage à Ruth Smith eins og ein fagnaður frá einum stórum málara til ein annan. Framsýningin í Gallarí Stephanssonshús er myndað av sjálvsmyndum, sum Torbjørn Olsen hevur málað og teknað millum 1972 og 2013. Men tað er ikki bert áhugin fyri sjálvsmyndum, sum Torbjørn Olsen og Ruth Smith hava til felags, tey skjótu strokini, eldhugin fyri ljósrørslum og litspæli, tann neyva eygleiðingin og stóra kenslusemi sambindir tey tvey listafólkini.
Framsýningin letur upp klokkan 16. Øll eru vælkomin.

http://listinblog.blogspot.com/2013/03/sjalvsmynd.html


(IS)

Tuesday, April 2, 2013

Frá Tjóðpalli Føroya


Mynd: "Blómuborðið" hjá Tjóðpalli Føroya

Dario Fo:
Boðskapurin á Veraldarteaturdegnum 2013.

"Í gomlum døgum, tá ið valdsharrarnir ikki vildu viðurkenna commedia dell¢arte sjónleikararnar, so loystu teir trupulleikan við at jagstra teir úr landinum. Í okkara døgum er trupult hjá sjónleikarum og sjónleikabólkum at finna spælistøð, sjónleikarhús og áskoðarar, orsakað av kreppuni. Tí hava tey ráðandi ikki longur trupulleikar av at ansa eftir teimum, ið orðbera seg við ironi og sarkasmu, tí sjónleikararnir hava hvørki pallar at spæla á, ella áskoðarar at spæla fyri. Øðrvísi var í Italia í Renesansuni, tá ið valdsharrarnir veruliga noyddust at gera sær ómak fyri halda fast í herðatoppin á komikarunum, sum høvdu ovmikið av áskoðarum.

Tað er ein kend søk, at tann stóra fráflytanin av commedia dell¢arte sjónleikarum fór fram í tí øldini, tá Mót-reformatiónin fyriskipaði afturlating av øllum sjónleikarhúsum. Serliga í Róm, hvar sjónleikarhúsini blivu ákærd fyri at vanhalga býarinnar halgidóm. Eftir staðiligari áheitan frá tí mest afturhaldssinnaða borgaraskapinum og tí ovastu prestastættini gav Innocens 12., pávi í 1697 boð um, at Tordinona leikhúsið skuldi rívast niður, tí tað sambært moralistunum, hevði lagt pall til ta mestu ósømiligheitina.

Undir Mót-reformatiónini gjørdi tann norðuritalski kardinalurin Carlo Borromeo seg til talsmann fyri einum blómandi átaki fyri at frelsa síni "milanesisku børn", við at at útinna ein greiðan skilna millum list, skilt sum tann hægsti formurin fyri andaliga uppaling, og sjónleik, at skilja sum málgagn fyri ógudiliga fáfongd. Í einum brævi til ein av sínum starvsfelagum, her endurgivið eftir minninum, málber hann seg stórt sæð soleiðis:

"Í okkara ídni at ríva tann ónda vøksturin upp við rót, hava vit strembað eftir at ríva rit við ósømiligari talu úr tí menniskjansliga minninum, við at tveita tey á bálið, eins og at forfylgja teimum, ið breiða slík rit út á prenti. Men nú er sjónligt, at meðan vit svóvu, hevur Djevulin verið upp á spæl við endurnýggjaðum  frekleika. Hvussu nógv sterkari fyllist ikki sálin av tí, eyguni síggja, enn av tí, ið kann lesast í slíkum bókum! Hvussu nógv sterkari særist ikki sinni hjá unglingum og ungum gentum av tí livandi orðinum, við tilhoyrandi rørslum, enn av deyðum orðum, prentað í bókum. Tí er avgjørt neyðugt at reinsa býir okkara fyri leikhúsfólkum, eins og vit eisini reinsa teir fyri óynsktum sálum."

Tann einasta loysnin á kreppuni er tí at vóna, at tað verður sett ein máttmikil útreinsan av okkum, og serliga av teimum ungu, ið ynskja at læra seg teaturlistina, í verk: ein nýggj burturvísing av komediuspælarunum, ein revsiatgerð, ið uttan iva fer at verða eitt einastandandi høvi at spæla og framføra sjónleik upp á ein annan máta.

Dario Fo 
Milano 29.1.2013.
Laura Joensen týddi úr danskari týðing hjá Bent Holm.


Dario Fo er uttan iva mest spældi leikritaleikhøvundur í Føroyum í nýggjari tíð. Dario Fo fekk Bókmentavirðisløn Nobels í 1997.



Tíðarritið Varðin komið út




Tíðindaskriv: Nú er tann stórhending, at fyrsta hefti av tíðarritinum Varðanum við nýggjari manning er komið út og fæst í landsins bókabúðum fyri 95,- krónur.

Varðin hevur nú í nøkur ár verið eitt ársrit, men er nú blivið eitt veruligt tíðarrit, sum kemur út fýra ferðir um árið. Hetta er gjørt fyri at kunna ajourføra innihaldið í hvørjum hefti, tí vit á Varðanum eru nú farin at fylgja við í tí, sum fyriferst á mentanarpalli samfelagsins.

Í hesum fyrsta hefti av fýra í 2013 er skaldsligt tilfar eftir teir skrivandi og yrkjandi føroyingar, sum fyri tíðina trilva seg fram í skaldskapsins junglu, umframt meiri sobert prosa, viðmerkingar og áskoðanir frá okkum, ið langt síðani hava slitið okkara poetisku barnaskógvar. Og blaðstjórin hevur sjálvur tikið permumyndina.

Eisini hava vit nakrar føroyskar umsetingar av nýggjum yrkingum, summar komu út í fjør og hinar eru ikki komnar út enn, og til endans hava vit leistin, sum vit fara at halda okkum til framyvir, og okkara miklu stórverksdreymar.
Hetta er sanniliga ikki ein Varði, sum hevur verið at sæð seinastu 70 árini. Øllum verður viðmælt at keypa hann. Ella enn betur: at gerast haldari. Hetta kostar bert 200 kr árliga. Skriva navn og adressu til: vardin@mail.fo, so verður tú addaður.
Men tímir tú ikki at keypa ella halda Varðan, so verður altíð onkur annar sum tímir - tí føroysk mentan fevnir sólina, og vit fylgja við!

Monday, April 1, 2013

Eitt stórt framstig fyri javnstøðu í Føroyum



Í vikuni fyri páskir var rokan í tinginum og eitt ótal av lógaruppskotum vórðu viðgjørd. Eitt av lógaruppskotunum var uppskot hjá Kristionnu Winther Poulsen frá Sjálvstýrisflokkinum, tingmál nr. 147/2012 Uppskot til løgtingslóg um kynskvotering innar mentanarøkið. Í uppskotinum stendur m.a: ”Tað er torført at klára seg sum listafólk í einum lítlum landi, marknaðurin er avmarkaður og serliga fyri kvinnur er tað næstan ómøguligt at yvirliva. Við miðvísum arbeiði fyri javnstøðu fara fleiri listakvinnur at kunna lívbjarga sær, men hetta fer eisini at skapa vøkstur innan føroyska list og fer væntandi at økja um talið av ferðamannavitjanum í Føroyum." Eisini var avgjørt at geva Listasavni Føroya eina eykajáttan til tess at fremja javnstøðu í Listasavninum.

Orsakað av hesum og av avgerðini í løgtinginum um kynskvotering innan mentanarøkið hevur Listasavn Føroya avgjørt at innføra kynskvotering: "Listasavnið eigur 1847 verk hjá listamonnum og bert 479 verk, sum listakvinnur hava skapað" greiðir Martin Næs, stýrisformaður í Listasavni Føroya frá ”Hetta merkir tað sama sum, at okkum vantar 1368 verk hjá listakvinnum fyri at fáa javnstøðu í Listasavni Føroya."

Listasavn Føroya fer tessvegna at hava opið í dag, annan páskadag, so at kvinnur úr øllum landinum kunnu koma við teirra verkum. "Vit rokna við, at okkara eykajáttan hevur við sær, at vit fáa keypt um 1000 listaverk hjá føroyskum listakvinnum, men í fall, at vit ikki hava nóg mikið av pengum ætla vit at býta um við verk hjá ymiskum listamonnum, sum eru í savnsins ogn. Vit vóna at síggja nógvar kvinnur í Listasavninum í dag, allar kvinnur eru vælkomnar at koma við teirra verkum", sigur stýrisformaðurin.

Landstýrismaður í mentamálum, Bjørn Kalsø, fegnast um, at uppskotið er samtykt. ”Vit hava ótrúliga nógvar dugnaligar kreativar kvinnur her á landi og bara á Kalsoynni kenni eg nógvar konur, hvørs listarligu gávur higartil ikki hava verið lagdar til merkis. Tað er ein stór gleði, at tað nú fer at bera til at síggja teirra verk á listasavninum í Havn”.

Kinna Poulsen, listaummælari, metir hinvegin, at hetta er ein serstakliga ivingarsom avgerð. "Eg eri ikki mannsjauvinist, men øll sum hava eygu munu duga at síggja, at flestar listakvinnur eru amatørar og hatta slagið av kvinnuamatørskrambli hoyrir heilt einfalt ikki heima á okkara tjóðsavni" sigur hon. Men bæði hon og hin ritstjórin á listablogginum, Inger Smærup Sørensen hava í fleiri ár arbeitt við ávikavíst ljós- og ljóðinstallatiónum og blómumálningum og ætla báðar niðan í Listasavnið við nøkrum verkum, tá Listasavn Føroya letur upp klokkan 11.00 í dag.