Thursday, March 22, 2012

Merethe Lindstrøm fekk heiðurslønina


Tíverri hendi tað heldur ikki hesa ferð, at vinnarin var føroyingur, tí tað var norska Merethe Lindstrøm ið fekk Bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins 2012 fyri skaldsøguna Dager i stillhetens historie. Hetta er aðru ferð, Merethe Lindstrøm er nominerað til norðurlandaheiðurslønina. 


Her eru brot úr nøkrum ummælum í heimlandi høvundans.


Dager i stillhetens historie

    
"Dager i stillhetens historie" er tildelt Kritikerprisen og er nominert til Nordisk Råds litteraturpris.
Var også nominert til Ungdommens kritikerpris og P2-lytternes romanpris.
Et eldre ektepar har inngått en stilltiende pakt om ikke å snakke om sin fortid. Mens han lukker seg mer og mer inne i seg selv, prøver hun å bryte ut av isolasjonen og tausheten. Hvem var hushjelpen de begge ble så sterkt knyttet til i en periode, men som de brått sa opp?
Merethe Lindstrøm skriver fram et stramt, fortettet familiedrama om fortielse og taushet. Det handler om kjærligheten mellom to mennesker som har tatt viktige valg de definerer hele sin tilværelse ut ifra, for så å oppdage at noe ikke lar seg overse. Fortiden dukker ikke bare opp igjen, den har vært der hele tiden.
"Merethe Lindstrøms sjuande, og klart beste roman ... Med utgangspunkt i konkrete situasjonar, borar Lindstrøm utretteleg ned i dei kjenslestyrte nyansane i nære relasjonar. 'Dager i stillhetens historie' har tematisk slagkraft som eit trykkluftsbor, men er like språkleg finstemt som en fjærvekt."
Nora Simonhjell, Morgenbladet

"Noe så sjeldent som en forfatter det er nødvendig å lese. (...) et av bokhøstens virkelige funn."
Vidar Kvalshaug, Aftenposten

"Merethe Lindstrøm viser den suggererende effekten av at en forfatter stoler på sitt stoff. Resultatet er et lite mesterverk av en bok. (...) Det er imponerende hvordan Lindstrøm komponerer et lite kammerspill, og speiler en eksistens så skjørt og fint uten å måtte ty til store ord. Språket er enkelt, elegant og behagelig, men stemningen så suggererende i sitt stille drama. Lindstrøm er kjent som en finslepen novellist, her viser hun til fulle at hun mestrer også et større lerret. (...) Gjennom elegant, episk klipp-teknikk skapes en tekstlig mosaikk av et liv som fortjener mange lesere."
Silje M. Stavrum Norevik, Dagbladet

"Med 'Dager i stillhetens historie' må Merethe Lindstrøm ha skrevet en av høstens beste romaner. I en lavmælt, elegant og presis prosa skriver hun fram et hverdagsdrama som kryper inn under huden på leseren. (...) Merethe Lindstrøm briljerer aldri, hun bruker ikke originale metaforer, ironi eller undertekst, men stoler fullt og fast på styrken i sin egen lavmælte, presise prosa. Derfor blir det et insisterende alvor i denne romanen som ikke unnlater å etterlate et inntrykk av stor troverdighet og autentisitet."
Turid Larsen, Dagsavisen

"Stilfull klokskap. Merethe Lindstrøm er ikkje berre ein suveren, men òg klok stilist. (...) Med 'Dager i stillhetens historie' tek ho eit stilistisk steg vidare i måten å skildra menneskelagnader på, og romanen er noko av det beste ho har skrive til no."
Margunn Vikingstad, Dag og Tid

"... en nær og intens historie om å miste seg selv gjennom å miste andre. (... ) En av årets romaner som vil bli husket."
Sindre Hovdenakk, VG (terningkast 5)

"Merethe Lindstrøms nye roman 'Dager i stillhetens historie' er en usedvanlig fin beretning om viktige ting; ting vi ikke kan tie om, skal det gå oss vel i livet. (...) Merethe Lindstrøms bok er usedvanlig velskrevet, den er klok og vakker i tilnærmingen til fortielsens problem og aldringens uomgjengelighet."
Leif Ekle, NRK P2

"Jeg håper og tror Merethe Lindstrøm får Nordisk råds litteraturpris for denne romanen. ... Dette er en roman med internasjonalt potensial. Et tett familiedrama om å tie i stykker samhørighet. Samtidig trekkes linjene utover til et episk drama som trekker inn en verden utenfor. Mellom disse ytterkantene tegner Lindstrøm portretter av mennesker du aldri glemmer. Hun viser oss en skjør kjærlighetshistorie og makter å sette ord på tausheten som rammer dem, og det i et presist og suggererende språk."
Anne Schäffer, TARA (terningkast 6)

"For dette er en perle av en tekst. Grunnen er både av språklig og mer litteraturteknisk art. Boka er et kroneksempel på hva som skiller skjønnlitteratur fra journalistikk og sakprosa, hva som skiller kunst og virkelighet. Lindstrøms tekst er nemlig begge deler, både kunst og virkelighet. Det er sjelden vare. (...) Jeg kan ikke gjøre stort annet enn å be deg lese denne romanen. Les den sakte."
Jan-Erik Østlie, Aktuell


Fylgið við í handanini av Bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins



Í dag fáa vit endiliga at vita hvør fær Bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins 2012
Fylgið við í handanini her klokkan 19 í kvøld:

http://www.norden.org/da/nordisk-raad/nordisk-raads-priser/nordisk-raads-litteraturpris

Vit halda sjálvandi við Hanusi Kamban, sum er innstillaður fyri Føroyar fyri stuttsøgusavnið Gullgentan.  http://listinblog.blogspot.com/2011/12/gullgentan-innstilla.html


Av øðrum heimligum bókmentatíðindum kunnu vit greiða frá, at Arnbjørn Dalsgarð hevur avloyst Berg D.Hansen í innstillingarnevndini. Í nevndini eru nú Ann Ellefsen, Kinna Poulsen og Arnbjørn Dalsgarð.

Tey, sum eru á facebook, kunnu vera við í gitingunum um norðurlandaheiðurslønina her
http://www.facebook.com/nrlitteraturpris

Her eru tvey ummæli av Gullgentuni:



http://www.information.dk/296558  

Forkvinnufrágreiðing


Limir

Felag okkara hevur nú 117 limir. Tveir nýggir limir eru komnir hetta seinasta árið, men tíverri er ein av limum okkara eisini farin, Jens Pauli Heinesen, ið var sera virkin sum rithøvundur og eisini í Rithøvundafelagnum, har hann gjørdi eitt megnararbeiði og var formaður í fleiri ár.

Nevndin
Nevndin hevur síðani síðsta aðalfund havt 11 fundir.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis: Malan Poulsen, forkvinna, Agnar Artúvertin næstformaður, Helle Thede Johansen, skrivari, Zakarias Wang, kassameistari og Carl Jóhan Jensen, nevndarlimur.  Tiltakslimir eru: Turið Sigurðardóttir og Jóanes Nielsen

Umboð í nevndum og grunnum 
Rithøvundafelagið hevur umboð í hesum nevndum og grunnum:
Listafólkasamband Føroya (starvsnevnd: Oddfríður M. Rasmussen og umboðsráð: Carl Jóhan Jensen)
Fjølrit (starvsnevnd: Sigmund Poulsen og umboðsráð: Gunnar Hoydal)
M.A. Jacobsen-nevndin (Vár í Ólavsstovu)
Málnevndin (Heðin M. Klein)
Norðurlendska bókmentavirðislønin (føroyska tilmælisnevndin: Ann Ellefsen, Kinna Poulsen og Arnbjørn Dalsgarð, ið júst er komin uppí nevndina fyri Bergur Hansen)
Kulturkontakt Nord týðarastuðul (nevndin, ið viðger umsóknir: Heðin M. Klein, Guðrun Gaard)
Norðurlendska barnabókarithøvundafelagsskapin Regnhlíf (Marjun S. Kjelnæs og Dánjal Hoydal)
Verkætlanin Listaleypurin (Rakel Helmsdal og Arnbjørn Dalsgarð)
Bókmentaráðið hjá Kringvarpinum (Carl Johan Jensen og Arnbjørn Dalsgarð)

Limatiltøk 
Høvundakvøld í Sirkus.
Ætlanin var at halda á við høvundakvøldunum annaðhvørt miðvikukvøld í Sirkus í Vágsbotni. Tó hevur bara eydnast at hava tvey høvundakvøld.  Annað av hesum kvøldum var týskvøldið 15. november 2011, tá ein av virknastu donsku rithøvundurin Peter Laugesen og Teitur Lassen framførdu saman. Kvøldið riggaði stak væl, Peter Laugesen er ein sera góður upplesari, og so dugir hann at spæla munnharpu eisini, og Teitur Lassen er altíð góður. Millum annað framførdu teir sangin “Syner”, har Peter Laugesen hevur skrivað tekstin, og Teitur syngur. Sangurin er við á eini fløgu, ið varð útgivin til 200 – ára føðingardagin hjá H.C. Andersen.  Nógvir áhoyrarar vóru, nógv ung og so nakrir av okkara limum. Øll sótu sum rúnabundin, har tey fingu hokið seg niðurat. Seinna kvøldið var miðvikukvøldið 29. februar 2012 og hevði heitið Vit leypa frameftir. Tiltakið var partur av rørsluni World Poetry Movement, sum skipaði fyri líknandi tiltøkum við heitinum A leap forward til frama fyri mannarættindum og umhvørvi, í nógvum londum runt í heiminum júst hendan dagin. Agnar Artúvertin og Oddfríður M. Rasmussen lósu upp. Hetta kvøldið var minni væl vitjað.
Ætlanin er at taka høvundakvøldini á Sirkus upp aftur í næstum og royna at hava tiltøk við javnari millumbili.

Bókadagurin 2012 
Bókadagurin var í Norðurlandahúsinum 13. November. Byrjað varð við kvæðatiltaki hjá forlagnum Fróðskapur, har Eivindur Weyhe og Andrea Susanne Opielka greiddu frá sínum nýggju útgávum um kvæði. Aftaná framførdu dansifeløg úr Nólsoy, av Sandi og úr Vágum dansispøl og endað varð við felagsdansi, har áhoyrararnir fingu høvi at dansa við.
Síðani var barnabókatiltak í Dansistovuni, har Rakel Helmsdal, Oddvør Johansen, Eyð Matras (fyri Edvard Fuglø) og Helle Thede Johansen lósu úr nýggjum bókum.
Eftir hetta var rithøvundasamrøða í Forhøllini, har Jóanes Nielsen og Peter Laugesen, ið var boðin higar í samband við bókadagin, tosaðu saman. Teir tosaðu um yrkingasavnið “Smukke Fejltagelser”, ið er eitt vakurt savn við yrkingum bæði á føroyskum og donskum, sum teir góvu út í 2011. Súni Merkisstein leiddi samrøðuna og áhugavert var at hoyra um samstarvið teirra millum, íblásturin til yrkingarnar, mostrar teirra o.m.a.
Hildið varð á við yrkingaupplestri í Forhøllini, har Katrin Reinert, Vagnur Streymoy, Oddfríður M. Rasmussen og Carl Jóhan Jensen (fyri Tórodd Poulsen) lósu nýggjar yrkingar, og Peter Laugesen las úr verkum sínum.
Lisið var síðani úr nýggjum skaldsøgum og stuttsøgum í Forhøllini. Tey, ið lósu vóru: Jóanes Nielsen, Sólrun Michelsen, Firouz Gaini og Agnar Artúvertin.
Rit & Rák hevði bókasølu undir tiltakinum, men eingin kortmaskina var, og bøkur hjá fleiri av høvundunum, ið lósu upp, vóru als ikki við, tí var lítið selt.
Hóast ein sólfyltan heystardag møtti nógv fólk serliga til tiltakið hjá Fróðskapi. Fitt av fólki var eisini til rithøvundasamrøðuna, men tað tyntist út sum frá leið. Seinni endi av tiltakinum var eisini nakað tungur við í so nógvum upplestri. Ljóð- og ljósviðurskiftini vóru heldur ikki av teimum bestu. Hetta má gerast øðrvísi eina aðru ferð. Barnatiltakið var ikki so væl vitjað, óivað tí veðrið var so gott.
Avtala er longu gjørd við NLH, um at Bókadagurin 2012 verður har sunnudagin 25. November. 

William Heinesen hátíðarhald 
 Sunnudagin 15/1 var skipað fyri hátíðarhaldi, ið Plátufelagið Tutl tók stig til, á 112 ára-føðingardegnum hjá William Heinesen. Á skránni var tónleikaframførsla við upplestri av yrkingunum á plátuni: Den yderste Ø (Ytsta oyggin) frá 1981, ið Kristian Blak gjørdi løg til. Gunnar Hoydal hevði føroyskað yrkingarnar og Hans Tórgarð las yrkingarnar upp í hesi týðing. Yggdrasil stóð fyri tónleikinum.
Harafturat  framførdi Ólavur Jacobsen guitartónleik, sum hann sjálvur hevði lagt til rættis til tónleikaverkið ”Vaagn op og slaa på dine Strenge” hjá William Heinesen.
Upplestur av stuttsøgu hjá William Heinesen var eisini á skránni. Hans Tórgarð las.
Kvøldið eydnaðist sera væl, og hóskaði væl til at Kristian Blak seinni sama kvøld fekk mentanarvirðisløn landsins fyri sítt tónlistarliga avrik.

Kringvarpssáttmálin 
Sáttmálin millum Rithøvundafelagið og Kringvarpið var endurskoðaður og longdur í mai seinasta ár. Tillagingarnar, sum vóru framdar tá vóru: ískoyti til grein 1, at Rithøvundafelagið hevur bert ábyrgdina av at býta gjald fyri rættindi millum føroyskar høvundar. Rithøvundafelagið hevur  onga ábyrgd av rættindum millum týðara og upprunahøvund. Harafturat var ein grein skotin uppí, grein 6, um at ein tekstur kann ikki liggja úti á heimasíðu Kringvarpsins longri enn 1 mánað eftir at hann er lisin, ella – um talan er um skaldsøgu – so leingi skaldsøgan verður send. Á fundi við Barbaru Samuelsen frá Kringvarpinum í samband við leingjan av sáttmálanum, átalaðu vit, at brot vóru framd á grein 4, um at høvundur/útgevari skal spyrjast áðrenn tilfar verður varpað út, og lovað var at hetta ikki skuldi henda aftur. Eisini vístu vit á, at grein 3, um at miðast skal ímóti at 50% er upprunatilfar og 50 % er umsett, 60% er nýinnlisið tilfar og 40% eru endursendingar, ikki var hildin; heldur var tað nærum øvugt, at nógv meira var týtt tilfar enn upprunaføroyskt tilfar (hetta sæst í útrokning í formannsfrágreiðingini frá 2011). Vit vita ikki um støðan er betur í dag, tí vit hava ikki havt tíð at gera útrokningar hesum viðvíkjandi. Eisini átalaðu vit, viðvíkjandi grein 5, um bókmentaráð, við 2 limum frá Kringvarpinum og 2 úr Rithøvundafelagnum, ið skuldi gjøgnumganga og gera tilmæli um sendingar, at bókmentaráðið bert hevði havt ein innleiðandi fund. Støðan er ikki broytt nú eitt ár seinni, hóast lovað varð at kalla bókmentaráðið til fundar sum skjótast. Bókmentaráðið má sostatt sigast at vera óvirkið.
Ein annar trupulleiki, ið vit vístu á á fundinum við Kringvarpið var, at tað letur til at sáttmálin hevur torført við at fáa fleiri føroyskar bókmentir í Kringvarpið, serstakliga tá tað kemur til upplestur av yrkingum. Krav eigur, enn einaferð, at verða sett um at bøta um hetta, tá komandi nevnd fer undir nýggjar samráðingar við Kringvarpið um leingjan av sáttmálanum.
LISA tók sær í fjør av at avgreiða samsýningarnar, sum Kringvarpið rindar høvundunum, hvørs tekstir verða lisnir upp. Í tí sambandi vóru høvundarættindi eisini skrásett. Nógvir høvundar vóru als ikki skrásettir ella skrivaðu seg ikki undir dópsnavninum. Harafturat hevur tað verið ringt hjá LISA  at finna fram til, hvør eigur rættindini hjá teimum ymsu høvundunum, sum eru deyðir. LISA hevur latið Rithøvundafelagnum sína skráseting, og rithøvundafelagið hevur átikið sær at rinda samsýningarnar fyri tað, sum verður lisið upp í Kringvarpinum. Talan er um eina fasta upphædd á 250.00 krónur, sum verður býtt út til høvundar, hvørs tekstir verða lisnir upp.
Leggjast má aftrat her, at orsøkin til at vit gjørdu av at átaka okkum at umsita útgjaldið var, at fleiri fólk klagaðu um ikki at hava fingið útgjald fyri í fjør, og at LISA enn manglaði at gjalda ein fittan part av upphæddini fyri upplestur í 2010. Í fleiri førum var orsøkin, at ikki var funnið fram til hvør skuldi hava gjaldið hjá deyðu høvundunum. Kassameistari okkara, Zakarias Wang, hevur átikið sær at fáa alt hetta í rættlag, og heldur tað vera eina fragd at meyla og ringja runt til fólk. Samsýningarnar eru sostatt júst útgoldnar. Vónandi skuldi hesin trupulleikin so ikki víst seg aftur næsta ár.

Heimasíðan 
Heimasíða okkara er nú virkin aftur. Skrivari okkara, Helle Thede Johansen, hevur fingið nýggja heimasíðuskipan at virka, og alt tilfar av týdningi er flytt av gomlu skipanini og yvir í ta nýggju. Til dømis eru høvundalýsingarnar hjá limunum í felagnum fluttar yvir og dagførdar út frá upplýsingum, ið nógv hava nýtt høvi at senda okkum. Tað ber sjálvandi enn til at broyta ella leggja nýtt aftrat síni høvundalýsing. Tíðindi og ymisk kunning av týdningi verða nú javnan løgd á heimasíðuna.
Til ber altíð at seta seg í samband við okkum umvegis heimasíðuna og koma við ráðum, uppskotum, fyrispurningum og øðrum.

Annað nevndararbeiði 
Biskops Arnø
Einki debutantskeið var á Biskops Arnø í fjør summar vegna ætlanir um at niðurleggja debutantskeiðini, m.a. tí hildið varð at annað virksemi heldur átti at stuðlast. Ingmar Lemhagen frá Biskops Arnø kunnaði okkum um trupulleikan, og at hann var keddur um støðuna.
Vit hildu týdningin av tílíkum skeiðum fyri smá norðurlendsk máløki vera alstóran og sendu tí klagubræv til Kulturkontakt Nord, Nordisk Kulturfond og Nordisk Ministerråd, har vit vístu á týdningin av skeiðinum. Vit vístu eisini á, at teir áttu at stuðla hesi verkætlan, sum ígjøgnum langa tíð hevur víst sína dygd heldur enn at stuðla tilvildarligum ‘popputum’ ætlanum.
Ingmar Lemhagen sendi seinni takkarbræv, tí klaguskriv og onnur umrøða, sum okkara bræv var partur av, høvdu viðført at Norðurlandaráðið fór at taka málið uppaftur, og hann væntaði at tað fór at fáa ávirkan.
Í fjør heyst var so debutantskeiðið álíkavæl. Fíggjan var fingin til vega og skjótt mátti berast at at finna luttakarar. Sissal Kampmann luttók úr Føroyum. Hon sigur seg vera væl nøgda og hava fingið nógv burturúr.
Í ár kann so Biskops Arnø hátíðarhalda 30 - ára dagin fyri debutantskeiðini, ið byrjaðu í 1962. Skeið verður aftur í summar 10. – 14. juni,  og vit skulu finna ein luttakara innan 25. Apríl.

Norðurlendsk barnabókavirðisløn
Í løtuni verður arbeitt við at seta á stovn eina norðurlendska barnabókavirðisløn eftir sama leisti sum bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, har upphæddin skal verða tann sama, 350.000
Nevndin í Norske barne og ungdomsforfattere hevur tikið stig til hetta arbeiðið, sum rithøvundafeløg í øllum norðurlondum eru við í.
Hildið verður at barna- og ungdómsbókmentir verða ósjónliggjørdar og lítið virdar í norðanlondum, tær verða sjáldan ummældar og viðgjørdar í miðlunum. Hetta kann ávirka góðskuna, soleiðis at góðir rithøvundar t.d. ikki tíma at skriva barnabøkur. At Norðurlandaráðið letur eina barnabókmentavirðisløn kann mótvirka hesi gongdini.
Hjá okkum fara Helle Thede Johansen og Turið Sigurðardóttir á seminar í Oslo í hesum sambandi 25. og 26. apríl. Ætlanin við seminariinum er at savna tveir til tríggjar rithøvundar og fakpersónar úr hvørjum einstøkum norðanlandi til felags kjak um, hvussu barna- og ungdómsbókmentirnar í økinum kunnu lyftast. Millum annað skal ein felags grundgeving fyri barnabókavirðislønini finnast. Tað sum kemur burturúr skal so leggjast fyri Norðurlendska Ráðharraráðið, ið hevur fund í Oslo 26. apríl 2012.
Helle og Turið hava kunnað seg um støðuna innan barna- og ungdómsbókmentir í Føroyum og sett eina frágreiðing saman. Tær hava sent kunnandi skriv til Bjørn Kalsø mentamálaráðharra, við vón um at fáa hansara vælvild, og biðið um fund við hann. Av viðlagda skjali sæst, at flestu barnabøkur í Føroyum eru týddar, av 88 barnabókum eru sostatt bara 12 upprunaføroyskar.

Ráðgevingartænasta til rithøvundar (mentortímar)
Tørvin á ritstjórnan og ráðgeving er nakað flestu rithøvundar kenna til og sum kunnugt er tað bara Bókadeild Føroya Lærarafelags, ið veitir rithøvundum hesa tænastu.
Vit eru tí farin at arbeiða fyri, at ein mentorskipan verður sett á stovn undir Mentunargrunni Landsins, har persónar, ið hava neyðugu fakligu førleikarnar og hug at viðgera handrit, verða settir at ráðgeva og/ ella ritstjórna handrit um rithøvundurin ynskir hesa tænastu. Tá hetta er arbeiðið, ið tekur tíð skal tað sjálvandi verða lønt.
Hóskandi hevði í hesum sambandi verið, at ein partur av játtanini hjá Mentanargrunni Landsins var oyramerktur til ráðgeving/ritstjórnan. Vit kundu hugsa okkum at møguleiki var at søkja um ráðgeving, svarandi til eina ávísa upphædd og tímatal, alt eftir støddini á handritinum. Bræv er sent til Mentunargrunn Landsins við fyrispurningi um at samstarva um hetta mál, og vit hava fingið svar, har teir boða til fundar í mai, so vónandi spyrst okkurt gott burturúr tá.

Sáttmálaviðurskifti
Vit eru byrjað at hyggja eftir og umseta burturúr sáttmálum, ið onnur norðurlendsk rithøvundafeløg hava við forløg, við tí ætlan at snikka ein sáttmála til, ið svarar til okkara tørv. Agnar Artúvertin hevur átikið sær at umseta.

Gamlar gerðabøkur
Gomlu gerðabøkurnar hava verið afturvendandi samtaluevni á nevndarfundunum. Nógv tos hevur verið um at finna onkran at skriva tær av, so tær kunnu gerast teldutøkar. Enn er eingin loysn funnin, men vónandi verður tað í næstum.

Malan Poulsen

Vatnlitavár í Steinprenti


Bárður Jákupsson
Leygardagin 24.mars býðst høvið hjá øllum áhugaðum at uppliva eina ljósa og várliga framsýning í Steinprenti við spildurnýggjum vatnlitamyndum hjá Bárði Jákupsson. Ferniseringin klokkan seks um kvøldið er samskipað við framførsluna hjá Aldubáruni, sum byrjar seinni, klokkan 19.30 við síðuna av í nýumbygdu, stásiligu hølunum hjá Østrøm. Seinastu árini hevur Bárður Jákupsson havt fleiri stórar og fagnaðar framsýningar bæði innan- og uttanlands, ið allar hava verið merktar av einum øgiligum yvirskoti og skapanarmegi, og vit tora alt fyri eitt at lova, at henda skapanarmegin er púra óviknað.

Bárður Jákupsson er royndur listamaður. Hansara stílur er eyðkendur við dekorativum, ekspressivt abstraktum náttúrulýsingum við pensilsstrokum, ið ganga fýrisliga á skák niður eftir myndaflatanum, sum var listamaðurin ein náttúrunnar hjartamátari. Tær nýggju vatnlitamyndirnar bera boð um ein listamann, sum kennir akvareltøknið innanífrá, men sum framhaldandi roynir nýggjar leiðir í síni rannsakan av hesum tøkni. Í fleiri av hansara myndum síggjast flótandi, frí vatnlitastrok saman við neyvari blýants- og tusjstrikum og fleiri staðni eksperimenterar listamaðurin við at spræna vatnlitirnar á pappírið í fleiri løgum og í ymsum strukturum. Á henda hátt sýnist dýpdin í myndunum meira samansett og samanumtikið tykjast myndirnar rættiliga fjølbroyttar.

Litavalið í vatnlitamyndunum breiðir seg frá teimum hóligu jarðlitunum til bjartlitt reytt, gult og blátt. Í barnagarðinum hava børn í einum ávísum aldri eina rættiliga greiða, og heldur avmarkaða fatan av hvat gentu- og dreingjalitir er fyri nakað. Tá verður ljósareytt í serligan mun mettur sum gentulitur, meðan blátt hoyrir dreingjunum til. Nú ætla vit okkum á ongan hátt undir eina kynsspesifikka greining av litavalinum hjá Bárði Jákupsson, men gleðiligt er allíkavæl at kunna staðfesta, at hansara nýggju myndir ýa í gentulitum. Yvirhøvur eru hesar myndirnar tysjandi fullar av lívi og rørslu á ein hátt, sum hóskar lívsjáttandi árstíðini til.  




Wednesday, March 21, 2012

Aftursvar til Hanus Kamban frá Agnari Artúvertin

Aftursvar til Hanus Kamban - viðvíkjandi ummæli hansara av bókini ”Smettihjartað og fleiri søgur” - í In Mente 14. mars 2012

 Mær dámar sera væl negativ ummæli, og stundum skrivi eg slík sjálvur. Men ummælið hjá Hanusi Kamban av mínum endurskoðaðu Poe-týðingum var ikki bara negativt (hevði tað verið tað, so skuldi eg verið væl nøgdur) men tað var tað versta og mest irriterandi, sum eitt ummæli kann vera: tað var smáligt.

Og ikki bara tað, at tað var smáligt, men Hanus dømir mínar týðingar við støði í sínum egnu ideellu fyrimyndum av Poe og hansara skaldskapi. Hanus er eitt barn av, ikki sínari tíð, men mínari tíð.

Hetta vil siga, at honum tykist dáma sera neyvar týðingar, sum vit síggja so nógvar av í dag, har hvør hjámerking av hvørjum komma og hvørjari bindistriku fyri alt í verðini má sleppa við í týðingina. Er alt ikki komið við, ja so verður týðingin høgd niður, líka mikið, hvussu poetisk restin annars er og hvussu væl hon er flutt yvir í føroyskt og føroyskar umstøður.

Eg havi altíð verið ímóti nevrotiskt ovurhonds neyvum týðingum. Mær dámar væl leysligar týðingar - og leysligar týðingar er tað, sum eg havi lagt meg eftir at avrika hesi seinastu 10 árini, eftir at eg so nøkulunda hevði funnið mítt pláss í týðarastarvinum og funnið út av, hvat tað var fyri nakað og at mær dámdi tað sera væl, tí tað snýr seg um at endurgeva við egnum orðum.

Ein fín føroysk týðing av ”Niður í meldurstreymin” stóð í Dimmalætting einaferð í 30’unum - týðarin dulnevndur. Hanus nevnir ta týðingina í ævisøgu síni um Janus Djurhuus og tykist dáma hana væl. Mær dámar hana eisini sera væl - og tað má sigast vera ein leys týðing. Hon er ein fragd at lesa, tí týðarin dugir so væl at broyta og tillaga tað, sum hendir, til føroysk viðurskiftir. Hann var ikki ein, sum legði alstóran dent á hvørt einasta orð.

Eg leggi ongan sum helst dent á, at enska orðið ”impulsive” hevur fingið føroyska sniðið ”viðkvæmur.” Gamaní merkja orðini ikki akkurát tað sama í orðabókini, men í samanhanginum hevur hetta als ongan týdning, tí tað ávísa sinnalagið í søguni er impulsivt av tí, at tað letur umstøðurnar bera seg út um mark, soleiðis at sinnalagið at enda elvir til, at vinmaður tess blívur svakur av sorg og druknar seg.

Orðabókin sigur um ”impulsive”:

”Motivated by or resulting from impulse.”

Og hetta merkir í roynd og veru presis tað sama sum at vera ”viðkvæmur.” Ger tað ikki tað?

Tað er sjálvandi lætt nokk hjá Hanus at smekka upp á s. 661 í orðabókini hjá Sprotanum út fyri ”impulsive” og síggja, at har stendur ”bráður, bráðsnúgvin” og so fara í útvarpið at siga tað. Tað kann ein og hvør gera. Eg helt bara, at tað riggaði betur at siga ”viðkvæmur,” tí tað føroyska orðið inniheldur fleiri hjámerkingar, sum rigga til søguna.

Eg haldi tað vera syrgiligt, at føroysk mentafólk eru so mikið smálig, at tey hefta seg við eitt orð og orðabókamerkingina av tí.

Tað at ganga so høgt upp í orðaneyva týðing er ein samtíðarsjúka, sum Hanus Kamban tíverri liggur lágt við. Tað er eitt lyndi, har hvørt orð skal við og grundgevast skal fyri hvørjari hjá- og fluttari merking.

Í gamla Fraklandi varð úrslitið av slíkum, óneyðugum, ópoetiskum og dyntilspilkandi týðarastarvi nevnt: ”Ad Usum Delphini.” - Til delfinina at nýta.

Delfinin var franskur kongssonur, sum fekk allan tekst litnan upp í hendi, har hvørt orð hevði eina langa fótnotu, sum serfrøðingarnir hjá pápa delfinini høvdu skrivað, soleiðis at delfin-sonurin ikki skuldi fáa hug at hugsa sjálvur.

At gera eina delfin-týðing er at koyra skaldskap ígjøgnum eitt pedagogiskt og orðabókafiltur, sum tekur burtur alt tað, sum er ringt at skilja, og alt tað, sum kann loypa vaml á.

Poe sjálvur stóð fyri presis tí mótsetta av hesum. Og tað geri eg eisini - men tað ger Hanus Kamban ikki. Eg skal til eina og hvørja tíð heldur gera eina ”óneyva” og ”skeiva” týðing, enn eina pedagogiskt tannleysa við fínpussaðum flata, so øll kunnu vera við.

Tað krevur nakað at lesa Poe, og tað sama við týðingunum av hansara tekstum.

Og tað sama er galdandi, tá Hanus ákærir meg fyri ikki at duga nóg væl føroyskt. Eg eri sikkur í, at eg dugi minst líka væl sum Hanus, og mestur betur. Tað at tvey orð vórðu skeivt bend í mínari týðing, merkir ikki, at eg ikki dugi føroyskt, men at eg sjuskaði har í týðingini.

Og tað er í grundini einki at siga til, tí Poe-týðingarnar hava ligið tungt á mínum herðum og riðið mær sum ein marra í 16 ár.

At lúka kleyvarskap og skeivar bendingar úr einari týðing er uppgávan hjá rættlesaranum, ikki hjá týðaranum. Tað veit Hanus eisini sjálvur. Smettihjartað og fleiri søgur varð útgivin uttan rættlestur av teirri orsøk, at eg fekk ov lítið av pengum. Soleiðis er tað. Tá teir, sum eiga pengar, ikki vilja betala, so verður bókin givin út uttan rættlestur og bara við tí sindri av rættlestri, sum eg eri førur fyri og havi nóg góða frástøðu til at gera sjálvur. Og tað er ikki serliga nógv, tá man hevur sitið uppi yvir hesum somu søgunum meginpartin av lívinum.

So er tað yrkingin ”Ulalume.”

Hanus tykist leggja trýstið á fyrsta stavilsi, har eg meini, at tað skal leggjast á síðsta stavilsi. Bara við hesum muni millum Hanus og meg er støðið longu lagt undir alskyns kegli um stevið í yrkingini.

Eg síggi einki galið við stevinum í míni týðing. Hanus nevnir, at upprunatýðingin er í daktýlum, meðan mín týðing er í anapestum. Men tað at tosa um daktýlar kontra anapestar er bert galdandi fyri yrkingar við strongum ørindisfóti, ið ongum frávikum loyvir.

Men yrkingarnar hjá Poe loyva sera nógvum frávikum, bæði frá ørindislagi, ørindisfóti og øllum øðrum aspektum av metrikkini. Hetta veit Hanus eisini væl, tí hann hevur sjálvur skrivað um tað í ævisøgu síni um Janus Djurhuus.

Tað ber ikki til at hefta spjaldrið ”daktýlar” ella ”anapestar” á yrkingar Poes. Heldur eigur ein at taka reglurnar og bera tær saman.

Lat okkum taka fyrstu reglu í ”Ulalume”:

”The skies they were ashen and sober”

Henda regla kann vera: óherd, daktýlos, daktýlos, troka, ella hon kann vera: jamba, anapest, anapest, óherd.

Men í staðin fyri at sita og trætast um ørindisfótar, lat okkum so heldur siga reglurnar hart og vita, um tær ljóða líka. Tað fari eg at lata lesaran gera fyri sær sjálvum. Mín regla ljóðar soleiðis:

”Øskugrá luftin, og døpur”

Eg haldi, tær ljóða líka. Mín manglar eitt óhert stavilsi í byrjanini, men tað tekur einki av stevinum.

Hanus er rímiliga bersøgin, tá hann sigur, at stevið ikki er endurskapt í týðingini. Eg fari at heita á Hanus um at nevna mær eitt dømi, sum ger mun, tá yrkingin verður lisin upp.

Hanus Kamban hevur sjálvur skrivað, hvussu hann hámetir ”orðamusikkin” hjá Poe. Hví hann so fer at sápla meg niður, tá eg sjálvur royni at endurskapa henda orðamusikk, tað skilji eg ikki ordiliga.

Hanus nevnir, at eg geri ánna Lethe til kallkyn. Tað geri eg, og tað var eitt offur á orðamusikksins altari, vanliga nevnt ”týðarafrælsi.”

Hann finst eisini at, at eg brúki orðið ”darta” sum sambært honum hevur ein heldur láturligari dám enn tað enska orðið ”roam.” Men tað brúkti eg, tí tað skuldi ríma við ”hjarta,” og tað var tí, at eg meti rímið hava týdning fyri heildarljóðið og tí eisini orðamusikkin.

Haraftrat merkja tey bæði orðini tað sama, so talan er ikki um skeiva týðing, men heldur um tulking, at endurgeva við egnum orðum og at raðfesta ljóð og samanhang fram um orðabókamerkingar, soleiðis sum ein týðari eftir mínari meining og meiningini hjá fleiri øðrum við mær, eigur at gera.

Tað at pilka orð sum ”opið,” ”mannleyst” og ”lava” burtur úr ”Ulalume” er láturliga smáligt. ”Opið” brúki eg bara einaferð, nevniliga tá tað skuldi ríma við ”oktobur.” Eg haldi sjálvur, eg eri komin rímiliga væl frá rímunum. Tað er ikki so, at eg konstant umseti ”sober” til ”opið.” ”Mannleyst” ljóðar sera væl og veitir døpur hugasambond og riggar tí sera væl at brúka í slíkari yrking.

Nú nevndi Hanus sjálvur svensku týðingina hjá Fröding, sum umsetir ”sober” til ”fräter,” ið merkir ”etjar” ella ”tærir.” Tað er skeiv týðing. Og ikki nokk við tí, tí Fröding sigur eisini:

”och himlen ett askhölje bär.”

Hölje” merkir ”hylki,” so har kann Fröding kritiserast fyri at brúka eitt orð, sum ikki kemur fyri í amerikanska tekstinum sum ”capsule” ella okkurt sovorðið.

Tað er sjálvandi lætt at taka hvørt orð í einari týðing og umseta tað til okkurt annað mál. Men tað verður ongantíð til skaldskap, uttan til turrar, geldar yrkingar (tað, sum eg plagi at kalla ”akademiskar yrkingar”).

Til tess at stuðla upp undir hesa áskoðan á, hvussu ein góður týðari arbeiðir, skal eg vísa til týðingina hjá Janus Djurhuus av ”Gorpinum,” har Janus týðir regluna:

”Surely,” said I, ”surely that is something at my window lattice;

til:

”Ivaleyst ímóti glugga eitt man uttanfyri rugga, -

Her verður hugmyndin hjá Poe av onkrum gátuførum, sum pikkar upp á gluggan, til eina ordiliga serføroyska hugmynd av einari gamlari konu í sjáli, sum hevur raggað sær inn í túnið hjá høvuðspersóninum í yrkingini og vil sleppa at selja honum bundnar hosur ella klippfisk ella okkurt tílíkt.

Her kann sigast, at Janus hevur flutt yrkingina yvir í føroyskar umstøður.

Tað kann eisini sigast, at hann hevur oyðilagt myndina hjá Poe. Men gev mær eina týdda yrking, har ørindislag og orðamusikkur og allar myndir eru við. Tann týðingin eksisterar ikki og fer ongantíð at eksistera. Tíbetur, tí munur er á máli.

Nú veit eg ikki, hvat delfinin sigur til hetta aftursvarið?


Agnar Artúvertin

Tíðindaskriv: Vakurt og meistarlig​t - konsertir við Michalu Petri og Ólavi Jakobsen


 "Eg havi ikki orð fyri hvussu frálík Ólavur og Michala eru, men sum við øllum fantastiskum tónleikarum, so virka tey eitt við síni ljóðføri.”
Soleiðis tók ummælarin Niels Uni Dam til, tá ið tey framførdu á Mentanardegnum á Sandi í fjør summar. Hetta var fyrstu ferð tey bæði, Michala Petri og Ólavur Jakobsen, spældu saman. Nú vera tey so aftur at hoyra í Norðurlandahúsinum og í Fuglafjørð.
Vit eru so heppin, at vit hava fylgt heimskenda floytuleikaranum Michalu Petri, síðani hon blaðung framførdi á fyrsta sinni her á landi. Síðan hevur hon vitjað javnan. Alt meðan hon hevur vunnið sær frama sum hin fremsti tónleikarin á ljóðføri sínum, blokkfloytuni, ið hon hevur lyft upp á eitt støði, ið ongantíð er sæð fyrr. Hon hevur vunnið allan tann altjóða heiður, ið ein tónleikari yvirhøvur kann og hevur framført við mætastu dirigentum og orkestrum kring allan knøttin.
At framføra við sær hesuferð, hevur hon valt fremsta, føroyska gittarleikaran Ólav Jakobsen, ið hevur drúgvar royndir sum solistur, kamartónleikari og eisini kendur sum frásøgumaður á Nýggjárskonsertini.

Tey bæði hava sett saman eina sera fjølbroytta skrá, har ið vælljómandi, virtuosur og spennandi tónleikur verður spældur. Alt bundið saman við lættleika í spæli og nærveru við lurtaran við frágreiðingum um tónleikin.
Tónleikurin spennir sera víða í tíð. Tónleikur frá Bach og Haendel til Piazzolla, úr Kina til Føroyar, frá aldargomlum løgum til forkunnugt og nýtt, sum í teirra hondum fær lætt flog.
Ella sum Niels Uni Dam í áðurnevnda ummæli eisini tók til: “Tey eru so góð hvør sær, men saman rann tónleikurin upp í eina hægri eind, tað var vakurt og meistarligt.”

Konsertirnar eru hesar:
Sunnudagin 25. mars kl. 16.00 í Norðurlandahúsinum (kostn. 170,- kr / Skúlaungdómar ókeypis) keyp atg. á  www.nlh.fo
Týskvøldið  27. mars kl. 19.30 í Fuglafjarðar kirkju (ókeypis)
Øll eru hjartaliga vælkomin á konsert

Aldubáran konsert 24.mars

Forvitnislig konsert verður við Aldubáruni í nýumvældu stásuligu hølunum hjá Østrøm leygarkvøldið 24.mars klokkan 19.30. Á skránni verða verk eftir Andreas Olsen og Tróndur Bogason Hansen. 

Tuesday, March 20, 2012

Eitt sindur um kritikk og Wich

Eg las eitt avbera fínt ummæli í Weekendavisen í gjár, og ikki fyrr enn eg hevði lisið fleiri greinar legði eg til merkis, at blaðið var frá síðsta mánaða. Men tað ger einki, bóka- og mentanarsektiónin í Weekendavisen eru líka væl lesandi eisini tá tær ikki eru spildurnýggjar. Ummælið var sera atfinningarsamt ella í grundini negativt. Lars Bukdahl ummældi nýggju bókina hjá unga danska bókmentaliga stjørnuskotinum Josefine Klougart, hvørs allarfyrsta bók "Stigninger og fald" heilt óvanligt fekk stóra heiðurin at vera í uppskoti til Bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins. Ummælið er gott tí tað gevur lesaranum hóming av hvat fyri bók talan er um, hvussu hon er skrivað og so argumenterar ummælarin væl fyri síni støðutakan. Hann endar við at skriva: "For det er jo ikke sådan, at det er forbudt at skrive lyriske, humorforladte slowmotion-romaner om unge kvinders skrøbelige følelsesliv. Eller det er det måske, men jeg ville så gerne overbevises til at udstede en særlicens af den poetiske prosas klare og vilde syner og introspektive (nok så langsomme) energi. Det er bare ikke muligt, når øjenlågene bliver så forbandet tunge på både læseren og forfatteren.". Altso er bókin keðilig, ella er hon tað? 

Mær dámar sum heild negativ ummæli, tí negativ ummæli og kritiskar útsøgnir provokera til eftirhugsan og úr eftirhugsan kunnu spretta spildurnýggir tankar og menning. Í Føroyum síggja vit enn æviga lyndið til at dyrka tað óseriøsa herðaklapparíið heldur enn tað seriøsa ummæli, og tí er tað ikki ofta, at útsagnir í fjølmiðlum um mentan og list fáa meg at steðga á og lurta. Hetta er tó hent fleiri ferð seinastu tíðina t.d. tá Hanus Kamban ummældi týðingina hjá Agnari Artúvertin av Edgar Allan Poe "Smettuhjarta og aðrar søgur" í In mente mikudagin. Hann rósar týðaranum fyri at royna at taka í egnan barm, men sigur samstundis, at hann ikki er nøgdur við bókina og hann er rættiliga avgjørdur, tá hann staðfestir, at Agnar Artúvertin ikki dugir nóg væl føroyskt og at hann heldur ikki dugir nóg væl enskt, tá hann t.d. týðir enska orðið impulsive til at merkja viðkvæmur. Týðingina av kendu yrkingini Ulalume heldur Hanus Kamban vera ómusikalska, óneyva, ørindislagið er ikki endurskapt og fleiri av orðunum í yrkingini eru ikki nær í námind av upprunayrkingini. Soleiðis er tað og tað hevði kanska verið hugnaligari um Hanus Kamban helt bókina vera góða, rósti henni osfr. men spurningurin er hvussu nógv nakar hevði fingið burtur úr slíkum fittligum rósi. Tað er yvirhøvur ikki lætt at finnast at í okkara lítla samfelagi, og eg haldi, at vit skulu øll somul vera fegin, tá tað hendir. Hattin av fyri djarvum og vitandi ummælarum sum Hanusi Kamban, Carl Jóhan Jensen, Høgna Djurhuus, Bergi D.Hansen, Turið Sigurðardóttir, Inger Smærup Sørensen og øllum hinum, sum tora at finnast at listini og kervinum kring listina og at argumentera fyri teirra kritikki alment í Føroyum.

 –Um mær dámar negativ ummæli, átti eg at verið ovfarakát, tá Ole Wich mest sum av handahógvi fer undir at húðfleingja onkran part av føroyska samfelagnum. Og av tí, at hansara kritikkur hesa ferð er vendur móti listablogginum, var tað eisini við áhuga, eg setti meg at lesa hesa nýggjastu skoluna, men hon er ómetaliga drúgv m.a. av tí, at Ole Wich nýtir høvið at greiða frá ymsum av sínum egnu verkum, sum hann heldur, at Inger Smærup Sørensen skuldi havt tikið við í fyrilestri, sum hon helt, tá Anton Petersen fekk ársins Gávugóðs frá Torvald Poulsen av Steinum.

Er lesarin nú ørkymlaður, so haldið okkum til góðar, vit taka samanum. Altso innleggið hjá Ole Wich snýr seg um, at Inger Smærup Sørensen ikki hevur sýnt hansara verkum nóg stóran ans í sínum fyrilestri um modernaðan estetikk, har hon í staðin fyri miðsavnaði seg um Hitt føroyska skjaldraveldi og Tórodd Poulsen, ið sambært Ole Wich eru meira ómodernaðir enn hann sjálvur. Hartil er bert at siga, at verkini hjá Ole Wich tíverri sakna kvalitet til tess at fullfíggja tann modernitet, sum hann sjálvur heldur verk mugu vera merkt av, um tey eru gjørd við teldu ella fartelefon. Eg giti bara, at raðfestingin hjá Inger Smærup Sørensen er grundað í listarligari dygd ella mangul uppá sama. Fleiri av verkunum hjá Ole Wich tæna gamaní sympatiskum endamálum, t.d. homoFObiaflaggið, sum er endurgivið í bókini Livandi list (s.246-250) hjá Inger Smærup Sørensen, men stór listaverk eru tey ikki. Tað er annars áhugavert, tá Ole Wich og onnur við honum finnast at yrkisførleikanum hjá okkum á listablogginum út frá eini at síggja til álvarsligari stúran fyri felagsstandinum í samfelagnum. Serliga tá hugsað verður um, at okkara arbeiði er fullkomiliga sjálvboðið og at vit higartil ikki hava fingið eina krónu fyri okkara arbeiði. Vit gera hetta við gleði og av áhuga, men eisini orsakað av eini indignatión yvir ta líkasælu, sum merkir listaviðgerðina í okkara landi, bæði tá tað kemur til fjølmiðlarnar, politisku skipanina og stuðulsskipanina, ikki minst. Eg dugi til dømis illa at fata tað sum annað enn eina gølu, at Ole Wich fekk eitt hálvt ár av stuðli frá Mentanargrunni Landsins til at gera eitt so mikið vánaligt og einkisigandi verk sum hugA. http://listinblog.blogspot.com/2011/08/olavskuframsyningin-2011.html
(KP)

Vár við lýggjari samtíðarlist 3


Sum øll einføld menniskju
eri eg samansettur.
Sum alt samansett
eri eg á markinum til syndran.
Havi sæð sólina hvønn morgun í hálva øld
í einum kloyvdum sekundi
hómað føgru býirnar, sum sveima gjøgnum náttina.
Døkk orð reika gjøgnum bókmentirnar.
Tað, sum eg ikki megnaði
kleprar seg móti ørkunum.



Mynd: Jóhan Martin Christiansen: Sarah Lucas turned into a Large Scale Dildo and a Flamingo 
Yrking: Jóanes Nielsen í savninum Tey eru, sum taka mánalýsi í álvara

Monday, March 19, 2012

Ein góður politikari brúkar oyruni dupult so nógv sum munnin


Eftir heili 11 ár sum formaður í LISA hevur Oddfríður Marni Rasmussen lagt frá sær. Hetta hevur verið eitt spennandi tíðarskeið, sum hevur givið honum eitt einastandandi innlit í hvussu føroyska listaumhvørvið virkar. Tí hava vit nýtt høvið at spyrja hann nakrar spurningar. Vit takka Oddfríði fyri hansara stóra avrik til frama fyri listina.

Hvønn leiklut heldur tú, at LISA hevur fyri føroyaska list?
Føroysk list skal sleppa at menna seg. Ein slík menning merkir, at listafólk hava møguleikar at liva av sínum skapanarevnum. Vit liva í einum samfelag, har heimamarknaðurin verri enn so er nóg stórur til, at hesi somu og tó lutfallsligu nógvu, dugnaligu, føroysku listafólkini kunnu liva av heimamarknaðinum. Tí noyðist tað almenna (og fyri so vítt tað privata eisini) at stuðla hesi listafólkini við pengum. Tað er her LISA kemur inn. LISA eigur at streingja á, og plága embætisfólk og politikarar, eigur at gera lobbyarbeiði, soleiðis at tey, sum kunnu játta almennar pengar, førka seg frá einum konservativum og snævurskygdum mentanarsýni til eitt opið sinn og ein progressivan mentanarpolitikk, ið stuðlar og er við til at menna listafólkini og harvið føroyska list. Tað er uppgávan hjá LISA at hjálpa og fáa politikarar til at gera karmarnar so mikið góðar, at gjørligt er at koma út um 200 fjórðingamarkið og harvið koma inn á ein størri marknað.

Tað er eisini uppgávan hjá LISA, at vísa Føroya fólki á, at list hevur alstóran týdning fyri eina tjóð. Ein skuldi trúð, at slíkt ikki varð neyðugt, men tað er neyðugt alla somlu tíðina at sannføra fólk um, at tjóðin doyr við ongari list.

Henda leiklut hevur LISA. Hann skal gerast betri og eg vóni at LISA gerst eitt sjónligt felag, ið flytir hugburð fólksins og politikarans.
 
 
Í tey 12 árini, tú hevur verið í LISA er nógv hent við føroyskari list. Hvat heldur tú hevur størstan týdning?
Mentan hevur eitt dragandi punkt við sær. Vit verða drigin onkursegna at tí mentanarliga, tí, sum vit dyrka millum menniskju, tí, sum skapar ella ber listina fram.
Tað hevur verið ein stór framgongd á mentanarliga økinum tey seinastu nógvu árini, men tað er ikki politikarum at takka, hóast politikkarar hava tað fyri at breggja sær sjálvum av, at vit eru so nógv góð listafólk í Føroyum. At skapa list er ein lívstreyt. Tú doyrt, um tú ikki fært pengar fyri títt arbeiði við list, og tú doyrt um tú ikki arbeiðir við list. Hetta er tvíeggjaða svørðið er allýsingin av einum góðum listafólki, og vit royna sum frægast at arbeiða innan hesar karmar. Tað er ikki lætt, men tað gongur kortini.

Tey seinastu mongu árini hava vit fingið nógv listafólk, sum ikki bara eru dugnalig innan eina listagrein, men sum eru fjøllistafólk. Tey bæði fáast við at mála og gera tónleik og gera film. Hesi fjøllistafólk hava verið ógvuliga sjónlig, og hava gingið á listaskúlum uttanlands, og tí hava hesi fjøllistafólkini (tíbetur) ikki givið sær stórvegis far um, at vit hava eina listaliga siðvenju í Føroyum. Tey eru farin egnar leiðir – hava gjørt sínar egnu siðvenjur, ávirkaðar av altjóða listarákum.
Tað hevur stóran týdning at listin er fullkomiliga fræls. At ongin stýrir, hvussu listaliga arbeiði hjá listafólkunum skal gerast og hvørji evni skulu viðgerast í listini. Í norðurlendskum og evropiskum stuðulskipanum er talan um, at umsøkjarin skal halda seg til eitt evni, ið politikarar áseta. Tað er í mínari verð púrasta burturvið, og við til at skeikla ta listaligu tilgongdina. Vit eiga at birta uppundir og stuðla peningaliga frá verkætlan til verkætlan. Ikki stýra listini politikskt.

At so nógvir tónleikarar hava staðið seg væl uttanlands (og tá tosi eg ikki um danskar kareokikappingar, hóast tær gera sítt til), og at teir ikki klára seg væl bara tí, at teir eru føroyingar, men tí at teir eru føroyingar, ið duga væl sítt listaliga arbeiði. Eg haldi, vit hava fingið nógv spennandi og góð listafólk, og tey eru við til at flyta gerhardistiska hugburðin, vit ofta hava fyri tí avantgardistiska.

Tú hevur sæð nógvar mentamálaráðharrar koma og fara. Kann tú peika á ein, tú heldur hevur gjørt serliga nógv gott?

Í mínari tíð sum formaður í LISA, havi eg sæð 12 mentamálaráðharrar koma og fara. Allir hava ikki verið eins dugnaligir. Tað skal líka sigast fyrst, at tað at gerast mentamálaráðharri, mann ikki vera eitt starv, ein politikari ynskir sær. Eg havi ikki hoyrt nakran politikara fara upp í politikk við tí fyri eyga at gerast mentamálaráðharri. Nakrir hava dugað betur sítt starv enn aðrir, og tað hevur nakað við, hvussu tú er innrættaður sum menniskja og ikki so nógv, hvønn politiskan lit, tú hevur. Ein góður politikari hevur tvey oyru og ein munn – hann lurtar dupult so nógv sum hann tosar. Hesin eginleikin er ikki til staðar hjá nógvum politikarum, og tí gera teir bara sum teimum lystir og spyrja seg ikki fyri, har serkunnleikin er. Tað er munur á serkunnleika og áhugamálum.

Mær hevur dámað serliga væl at arbeitt saman við Kristinu Háfoss og Helenu Dam á Neystabø. Tórbjørn Jacobsen hevði nógv at siga fyri, at Mentanargrunnur landsins varð hækkaður. Jógvan á Lakjuni gjørdi ikki so lítið fyri tónleikaumhvørvið. Annars var hann rættiliga tvørur, men tú vista altíð, hvar tú hevði hann. Kristina Háfoss gjørdi ótrúliga nógv, teir fáu mánaðarnar, hon sat sum mentamálaráðharri. Eisini setti hon nógv í verk, sum enn verður arbeitt við. Her kann eg nevna umskipanina av Mentanargrunni landsins til Listaráð. Hetta arbeiðið var klárt at bera niðan í løgtingið, men so varð val. Vónandi er Bjørn Kalsø so mikið politiskt vaksin, at hann gjøgnumførir hesa nýskipan.

Hvørjar uppgávur heldur tú hava størstan týdning fyri LISA í framtíðini?
Eg haldi, at tað hevur stóran týdning at arbeiða víðari við málum sum hava týdning fyri, hvussu karmar og arbeiðsumstøður skulu síggja út. Skatta- og tryggingarmál hava altíð ein stóran týdning. Har er ymiskt, sum skal gerast. Hóast vit hava lagt út á heimasíðuna hjá LISA, hvussu listafólk frægast kunnu skipa síni skatta- og tryggingarviðurskifti. Listafólk detta altíð niður ímillum stóla, tá ið talan er um stívar og krakkaveldiskendar lógarreiðmenn, ið skulu gera lógir. Summi listafólk eru sjálvstøðug vinnurekandi, men kortini passa tey ikki inn í allar vinnulógir. Tey kunnu heldur ikki tryggjast vanliga, tí at tey ikki passa inn í ein tryggingarfrymil. Ofta skuldi ein trú, at í Føroyum búðu 10 milliónir menniskju, har øll vóru listafólk. Listafólkini eru so mikið fá, og hava so stóran týdning fyri tjóðarbygging, líka frá einum skúlaverki við føroyskum undirvísingartilfari til listaverkini í stovunum hjá Føroya fólki.

Samansettar starvsetanir hava nógv at siga. Um tónleikararnir, ið undirvísa í Musikskúlaskipanini kunnu fáa slíkar starvsetanir, og vit vita frá londunum rundan um okkum, at tær rigga væl, tá kundi tað verið spennandi at fingið slíkar samansettar starvsetanir at virka í øðrum listaøkjum, har møguleiki er fyri teimum.

Eisini haldi eg, at tað er nú, at vit mugu fáa eina dagførda upphavsrættarlóg í Føroyum.
Størstan týdning haldi eg, at tað hevur, at Mentanargrunnur landsins verður umskipaður til eitt Listaráð.

Sunday, March 18, 2012

Formansins frágreiðing


Aftur eitt ár er farið afturum, og vit eru farin inn í eitt nýtt kalendaraár og eisini eru vit farin inn í eitt nýtt politisk valskeið. Nýggjur mentamálaráðharri er settur, og eitt nýtt samgonguskjal er undirskrivað, sum á mentanarøkinum er tynri enn vatn. Men, sum mentamálaráðharrin sjálvur segði tá ið hann vardi samgonguskjalið: "Tá ið onki stendur, so ber alt til at gera."

Livst so spyrst.

Mentanargrunnur landsins umskipast
Áðrenn henda samgongan fór til verka, høvdu vit fleiri fundir við Mentamálaráðið og táverandi mentamálaráðharran, Helenu Dam á Neystabø, um, at mentanarpolitikkurin átti at verið endurskoður og umskipaður. Serliga varð tosað um umskipanin av Mentanargrunni landsins og teimum kontum, sum eru í Mentamálaráðnum, og sum eru til at stuðla ymiskum mentanarligum og listarligum virksemi. Vit meta, at hetta skal liggja undir Mentanargrunni landsins. Komið var so mikið langt við hesum arbeiði, ið byrjaði í 2008, at klárt var at bera uppskotið fram fyri Tingið, tá ið val varð útskrivað. Hetta málið hevur verið umrøtt fyrr og limafeløgini eru kunnað. Nú vita vit ikki rættiliga, hvussu leikur fer. Á fundi við landsstýrismannin, Bjørn Kalsø, 2. mars 2012 segði hann, at onkur úr samgonguni ikki heilt vildi, at allar konturnar skuldu takast úr MMR og latast eini sjálvstøðugari eind at taka sær av. Her var serliga talan um veddingarpengarnar, sum er ein konta til børn og ungdóm. Men landsstýrismaðurin skuldi royna at bera uppskotið niðan í Tingið, áðrenn summarfrítðina.

Samsýningar og skrásetingar
Í sambandi við, at LISA í fjør tók sær av at avgreiða samsýningarnar, sum Kringvarpið plagdi at gjalda høvundum, hvørs tekstir vórðu lisnir upp har, gjørdu vit av eisini at skráseta høvundarættindini. Nógvir høvundar eru als ikki skrásettir og skriva seg ikki undir dópsnavninum, samstundis sum tað er ringt at finna fram til, hvør hevur rættindi til teir ymisku høvundarnir, sum eru deyðir. Ein slík skráseting er góð at hava. Rithøvundafelagið hevur fingið listan, og skuldi hetta tí verið lættari at umsitið. Rithøvundafelagið rindar nú eisini samsýningarnar fyri tað, sum verður lisið upp í Kringvarpinum. Talan er um eina fasta upphædd á 250.00 krónur, sum verður býtt út til høvundar, ið verða lisnir upp í Kringvarpinum.

Sendipolitikkur í Kringvarpinum
Í apríl í fjør, spurdu vit leiðsluna í Kringvarpinum um, hvønn sendipolitikk tey hava viðvíkjandi senditilfarið við mentanar- og listatilfari. Vit hava ikki fingið nakað svar, vit kunnu brúka. Eisini skrivaði formaðurin eitt bræv beinleiðis til stjóran í Kringvarpinum um, hví sendingarnar, ið viðgera list eru tiknar av skránni. Mentanartíðindi eru tikin av skránni í SVF og í ÚF er ongin nevniverd sending, ið viðger list, og tá meini eg ikki við In Mente, ið mestsum er ein brúkarasending um list, har vit fáa at vita, hvat hendir og viðhvørt er eitt hendinga bókaummæli. Tað hevði verið ynskiligt, at Kringvarpið menti henda partin av publik service sáttmálanum. Tað kundi verið gjørt soleiðis, at LISA Kringvarpið menti sendingar, ið siga hvat kemur av listaligum tiltøkum, sendingar, ið eru á staðnum, tá ið listaligar hendingar eru og sendingar, ið tosa um listaligar hendingar, ið hava verið.

Saltsiloin
Í mai mánað í 2011 vórðu vit kallað inn til fundar í fíggjarnevndini, har vit skuldu svara spurningum viðvíkjandi byggiætlanini um Saltsiloina. Vit vístu á, at teknisku kanningarnar og fíggjarvánirnar fyri verkætlanini ikki vóru nøktandi og heldur ógreiðar. Nakrir stovnar kendu seg ikki aftur í teimum skrivum í fylgdu við verkætlanini. Men lítið bagdi, tí at ætlanin varð atkvødd gjøgnum á Tingi. Ilt er at siga, nær hon fer í gongd.

Norðurlendskur fundur
Í juni var fundur í Helsinki í sambandi við at Norðurlendska Ráðharraráðið hevði fund har. Øll listafeløgini í norðurlondum vóru við á fundinum. Á skránni var meginreglan um armslongd, korini hjá listafólkum í norðurlondum og at fáa meira samanhang í samstarvinum millum norðurlond.

Tosað hevur verið um at seta á stovn eitt norðurlendskt listafólkasamband. Hetta skal ikki hava egna skrivstovu, men eina heimasíðu, har felags áhugamál verður viðgjørd og varpað út. Hetta norðurlendska listafólkasambandið skal eisini styrkja um norðurlendska mentanarpolitikkin mótvegis mentanarpolitikkinum í ES, sum etur seg inn á okkum.

Nýtt felag
Í november fingu vit eina umsókn frá Designarafelagnum um at gerast limur í LISA. Allar reglur og lógir í felagnum eru rættar, so eg slái upp, at vit fara at bjóða teimum vælkomnum.

Tryggingar
Myndlistafelagið hevði ein fyrispurning um vanlukkutryggingar og hvørjar treytir skulu til. Listafólk eru aftur her í einari serstøðu, og tí er ringt at seta trygginar saman til listafólk, og hartil er tað dýrt at tekna eina trygging. Vegleiðingar eru lagdar út á heimasíðuna hjá LISA, har tryggingarnar verða einklaðar og har sagt verður hvørjar tryggingarnar eru.

Samansettar starvssetanir
Í fleiri ár hava tónleikalærarar roynt at fingið samansettar starvssetanir. Hetta merkir, at lærarar undirvísa í ein part av tíðini og spæla ella venja ein part. Hetta kemur bæði rútmisku og klassisku tónleikarunum til góðar, tí verður venjingin ikki hildin við líka, fúnar dugnaskapurin.

Henda skipanin er roynd aðrastaðni og við góðum úrslitum. Her skal hon sum so bara setast í verk. Tað kostar ikki tað stóra.

Ein bólkur innan tónleikaøkini fer at samskipa eina ætlan viðvíkjandi hesum. Hetta er eitt ógvuliga spennandi mál, tí at fáa tónleikararnir hetta at rigga, so er ikki ómøguligt, at onnur listfaklig øki kunnu royna henda leistin eisini.


Leigusáttmálin er uppsagdur
So kom sendandi skriv frá Tórshavnar kommunu um, at vit frá 1. januar 2013 eru uppsøgd, og at leigusáttmálin við LISA er uppsagdur. Vit noyðast at finna nýtt høli til LISA. Talan hevur verið um at fáa húsini á Lützenstrøð, har Skúlabókagrunnurin helt til og ein partur av Nám heldur til í dag. Fyrrverandi landstýrismaðurin, Helena Dam á Neystabø, hevði ætlanir um, at LISA og feløgini undir LISA skuldu hava skrivstovur har soleiðis, at eitt veruligt umhvørvi kundi koma burturúr.

Á fundi hin 2. mars 2012 við núverandi landsstýrismann, Bjørn Kalsø, varð sagt okkum, at onnur eisin vóru um boðið, og at hann mátti fara at hyggja eftir húsunum. Tað ljóðar ikki sum landsstýrismaðurin og Mentamálaráiðið brennir fyri, at LISA skal hava sína skrivstovu har, men vónandi síggja teir, at her er ein møguleiki at fáa eitt blómandi mentanarpolitiskt umhvørvi.


Frankfurt
Eitt øki, sum er farið avstað við nógvari orku, er Bókamessan í Frankfurt.

Tá ið vit meta samlað um Frankfurt bókamessuna 2011, so er ymiskt, sum var væl eydnað og ymiskt, sum kundi verið betri skipað. Eitt eru vit øll samd um og tað er, at tað var ein týdningarmikil og røtt avgerð at taka av tilboðnum frá íslendingum og spenna okkum meira út enn áður. Vit eiga avgjørt at halda fram við at luttaka við so stórum bási og eini felags fyriskipan. Forarbeiðið til Frankfurt komandi ár byrjaði av álvara í Frankfurt í ár. Vit lærdu, hvat vit avgjørt eiga at gera aftur og hvat vit skulu gera øðrvísi komandi ár.

Á nevndarfundi í LISA hin 31.10.2011, komu vit til ta niðurstøðu, at LISA ikki er rætti stovnurin at samskipa eitt slíkt tiltak. Í LISA eru 11 limafeløg, og tí er ikki gott, at LISA brúkar so nógva orku bara til eitt limafelag.

Á felags eftirmetingarfundi 2. november 2011 samdust vit um, at ein lítil stýrisbólkur átti at verið skipaður at hava ábyrgd av tiltakinum. Hann kundi verið mannaður við einum umboði frá Námi, einum frá BFL, og einum felags umboði fyri Sprotan, Mentunargrunn Studentafelagsins og Fróðskap. Helst átti eitt umboð at verið fyri Mentamálaráðið eisini. Ein størri sparringsbólkur kundi hitst nakrar ferðir og verið kunnaður leypandi um fyrireikingarnar.

Høvuðsniðurstøðan er, at ein samskipari átti at verið settur at taka sær av øllum fyrireikingararbeiðinum til Frankfurt og kunning um føroyskar bókmentir yvirhøvur. Samskiparin eigur at hava sæti á Bókamiðsøluni, sum er savningarstaðið fyri allar bøkur og harvið bróðurpartin av forløgunum, ið hava sína gerandisgongd í BMS. Hann eigur at verða fíggjaður úr Mentamálaráðnum, úr Norðurlandahúsinum, úr bókaumhvørvinum og við at søkja privatan stuðul. Arbeiðið skal umfata at útbyggja og reka heimasíðurnar, at gera kunningartilfar um føroyskar bókmentir, gera avtalur við forløg, skaffa vitan um royndirnar og sambondini hjá íslendingum, dønum, norðmonnum o.s.fr., stutt sagt at vera umboðsfólk og praktiski grísur fyri føroyska bókmentaútrás.

Samskiparin fer at hava alstóran týdning fyri, hvussu bókamessan í Frankfurt verður fyriskipað. Bókadeild Føroya lærarafelags og Nám eru forløg, ið verða professionelt rikin. Sprotin, Mentunargrunnur studentafelagsins og Fróðskapur eru ikki professionell forløg í siðbundnari merking og hava tí onga arbeiðs- og/ella fíggjarorku til slíkt arbeiði, ið krevst til at gera frammanundanavtalur og til at gera tað arbeiðið, ið skal til eftir at bókamessan er liðug. Tað eru nettupp útgávurnar hjá hesum forløgum, sum eru tær, vit royna at fáa útflutt.

Enn er ov tíðliga at siga endaliga, hvat og hvussu nógv fekst burturúr bókamessuni 2011. Tað er greitt, at fleiri sambond vóru knýtt, sum kunnu kasta avtalur av sær, um vit duga at fylgja upp og um tingini fella rætta vegin.
Fyri at nevna onkrar møguleikar, so fekk Gunnar Hoydal samband við eitt italskt forlag, Bárður Oskarsson og BFL fingu m.a. samband við ein italskt/enskt forlag, Sólrún Michelsen hevði samband við tvey fólk, sum bæði eru áhugaði í at týða hennara bøkur til týskt og Carl Jóhan Jensen hevði samband við fleiri áhugað forløg, m.a. var møguleikin at týða Ó til týskt umrøddur. Fleiri fyrispurningar vóru um at týða krimisøgurnar hjá Jógvani Isaksen til týskt og Hanus Kamban var í sambandi við fleiri áhugaðar týskar forleggjarar.

BFL og Nám hava verið á Frankfurt bókamessuni nógvar ferðir og teirra arbeiðið gekk sera væl í ár, ikki minst takkað verið tí økta áhuganum fyri okkara bási. Fleiri góðar avtalur eru komnar í hús, í onkrum føri til munandi betri prís enn áður, samanumtikið verður mett, at teirra úrslit í ár er millum tey best nakrantíð.

Vit, sum vóru í Frankfurt, meta, at hetta er eitt sera gott grundarlag at byggja víðari á. Vit eru sannførd um, at hetta er ein íløga, sum fæst fleirfalt aftur bæði í sølu av føroyskum bókmentum og øktum áhuga fyri Føroyum sum heild, ikki minst á ferðavinnuøkinum.

Á fundi við landsstýrismannin, hin 2. mars 2012, segði hann, og aðalstjórin tók undir við honum, at tey skuldu spara 600.000 krónur í MMR, og tí vóru ikki nógvir pengar. Eg haldi, at tá ið íslendarnar hava boðið okkum við, so eigur MMR at satsa í tvey ár afturat og gjalda einar 200.000 krónur árliga til Bókamessuna í Frankfurt. Norðurlandahúsið er eisini sinnað at gjalda fyri bókamessuna, men so skal MMR eisin gjalda. Signalið frá landsstýrismanninum var tíanverri heldur ullint og onki varð lovað viðvíkjandi Bókamessuni í Frankfurt.


Farvæl og takk
Hetta er seinasta formansfrágreiðingin hjá mær. Eg taki meg aftur, og ikki ber til at fáa meg talaðan yvir til at sita tvey ár afturat. Ikki í hesi verð. Eg havi sitið í samfull 11 ár í formanssessinum og haldi, at onkur annar nú eigur at koma framat. Í tey 11 árini havi eg fundast við 12 mentamálaráðharrar, og tveir teirra hava enntá sitið valskeiðið út.

Tað manglar ein samanhangandi mentanarpolitikkur í hesum landinum, har tey, sum eru í listaumhvørvinum verða tikin upp á ráð. Politikarar arbeiða ikki FYRI listafólkini. Nógv teirra lurta ikki eftir, hvat listafólkini hava at siga. Tó eru undantøk.

Tað finnast trý sløg av politikarum:

Politikarar, ið hava tvey oyru og ein munn – sum lurta dupult so nógv sum teir tosa.

Politikarar, ið hava tveir munnar og eitt oyra – sum tosa dupult so nógv sum teir lurta.

Og politikarar, ið hvørki lurta ella tosa, har onki rínur við og tað, sum hesir siga, er lítið og onki vert.

Tá ið væl stóð til í Føroyum, og henda sokallaða kreppan ikki var komin enn, og tá ið ongin forðing var fyri, at ein milliard kundi finnast til at grava ein undirsjóvartunnil undir Raktanga, tá kundi mentanin og listin ikki fáa hægri játtan og betri karmar, tí at so nógvar týdningarmiklar (les kostnaðarmiklar) verkætlanir fyrst skuldu setast í verk. Nú kassin er slunkin og ikki so nógvur peningur er, nú ber heldur ikki til. Fáur politikari vil arbeiða bara við at geva listini og mentanini nakað gott. Teir brúka listina til at breggja sær av, at vit eiga so dugnalig listafólk, men hesi dugnaligu listafólkini eru ikki vorðin dugnalig, tí at
politikarar hava skapað teimum karmar, tey eru vorðin dugnalig, tí at tey ikki kunnu lata vera við at skapa, óansæð umhvørvi, karmar ella løn.

Tá ið talan er um at menna og stuðla listaliga umhvørvið í Føroyum, tá ber onki til. Vit verða roknað sum grenjutir nassarar og av tignaligasta staðið í Føroyum, tingsins røðarapalli, háa og spotta politikarar landsins listafólk og fáa onga ábreiðsla frá politiskum leiðarum fyri sínar spillandi tungur, ið fjala seg handan talufrælsi uttan ábyrgd.

Tað kann væl vera, at onkur politikari og onkur embætismaður vil listini og mentanini góðar sømdir og góð kor, men hesi tandur sleppa aldri framat. Tað er ógvuliga sjáldan, ja, nærum óhoyrt, at ein nýnevndur landsstýrismaður í mentamálum sigur, at hetta var tað hann altíð hevði ynskt sær – at verða landsstýrismaður í menta- og skúlamálum.


Samskiftið við feløgini
Tað hevur verið ógvuliga ringt at fingið eitt javnt og gott samskifti við limafeløgini í LISA. Feløgini hava onga orku til tað stóra felagsarbeiði. Sjálvandi eru summi, sum hava betri orku enn onnur, men sum heild er samskiftið ringt. Vit vóna at fáa húsini í Lützenstrøð, og harvið skapa eitt umhvørvi saman við feløgunum. Sum er, so fylgja skrivstovurnar hjá feløgunum formonnunum, og tá ið ein nýggjur formaður verður valdur, fylgja ringbindini við í ein annan kjallara. Fáa vit eini trý rúm í Lützenstrøð, har feløgini eisini kundu húsast, gerst tað lættari hjá LISA at samskifta og hjálpa teimum ymisku feløgunum og limunum.

Eg vóni so inniliga, at eftirmaður mín ikki fellur í fátt av hesum glepsið, men fer í hetta ógvuliga spennandi arbeiðið við fattari bringu og ikki letur seg kúga og tøla av politiskum dugnaloysi.

Eg ivist ikki í, at einaferð fara politikarar at síggja, hvussu stóran búskaparligan týdning listin hevur fyri eitt samfelag sum okkara. Longu nú spáa búskaparfrøðingar í ES, at skapandi listin fer at standa fyri einum 15% av BTÚ.

Við hesum fátæku orðum fari eg at takka fyri meg. Nú fari eg at geva mær sjálvum stundir at skriva og gera annað enn at hugsa um og arbeiða við mentanarpolitikki.

Eg takki øllum, sum virka í mentanarlívinum í Føroyum fyri eitt gott samstarv. Drívið á listini at frama.


Formaður: Oddfríður Marni Rasmussen