Monday, April 21, 2014

Tónaskald í listarligum undanvindi talar at...



Sunleif Rasmussen, tónaskald og musikkskúlalærari hevur ongar vónir um, at farið verður undir at byggja ein nýggjan musikkskúla í næstum, hann ivast í, um Tórshavnar Kommuna veruliga hevur ætlanir um at byggja nýggjan musikkskúla. Musikkskúlaskipanin er sum kunnugt ein long successøga, um vit hyggja at tí árini, sum skúlin hevur havt á tónleikastøðið her á landi. Tey, sum ikki brúka musikkundirvísingina í eini tónleikaligari karrieru, gerast jú hollir áhoyrarar og hetta er eisini við til at hækka um støðið á tónleikinum sum heild. Í útvarpinum hjá Kringvarpinum segði Sunleif Rasmussen í gjár, at hann ikki ætlar sær til arbeiðis í Musikkskúlanum undir teim vánaligu umstøðum, sum bæði húsini á Frúutrøð og Yviri við Strond í løtuni eru merkt av við m.a. manglandi plássi og ljóðisolering, sum hevur við sær, at musikkfrálæran verður órógvað av gangi. Og meðan støðan stendur við og versnar tykist Tórshavnar Kommuna ignorera teir mongu borgarar, sum standa á bíðilista at sleppa í musikkskúla, hesin bíðilistin er enn longri enn bíðilistin at sleppa á eitt ellisheim í kommununi. Vónast má, at okkurt verður gjørt við hetta mál í stundini, tí vit hava longu bíða alt ov leingi. 

Sunleif Rasmussen fer neyvan at keða seg, um hann ikki undirvísir í Musikkskúlanum eina tíð, hann hevur úr at gera við tónasmíð. Fløgan við tónleiki hjá Sunleif Rasmussen “Motion/Emotion” hevur eisini fingið sera positiv ummæli uttanlands. Ummælarin hjá audaud.com, Daniel Coombs er tildømis hugtikin av tónleikinum, sum hann heldur vera kompleksan og sum skyggir eins og norðlýsi. Stóra bretska tíðarritið Gramophone hevur eisini umrøtt Sunleif Rasmussen og tað hevur Seismograf eisini - tað æt einaferð Dansk Musiktidsskrift í eini grein, sum er eitt estetiskt kjakinnlegg og ummæli í einum. Sunleif Rasmussen heldur serliga tað seinasta vera áhugavert: - "Tað er týðiligt, at ummælarin, ein ungur starvsfelagi ikki er samdur við mínari estetisku støðu anno 2014. Hetta er næstan sum at lesa kjakið í "Neue Zeitung fur musik" millum Shumann/Brahms á einu síðuni og Liszt/Wagner á hinari. Stuttligt at slíkt kjak er ein verandi stødd." heldur Sunleif Rasmussen. (sí greinina í leinkinum niðast á blogginum)

Sunleif Rasmussen er í løtuni í gongd við at skriva sína Symfoni nr 2, sum skal latast forlagnum í mars komandi ár. Symfoniin er umbiðin av Helsinki Filharmonikarunum til 150 ára jubileið hjá Sibelius. Konsertirnar verða 9. og 10. septembur í 2015. Sunleif greiðir frá: "Symfoniin verður fyri stórt orkestur, mannskór og tveir sangsolistar. Ein baryton og ein koloratursopran. Barytonsangarin verður tann víðagitni Bo Boje Skovhus og kendi koloratursopranurin Cyndia Sieden, ið syngur á Metropolitan operuni í New York. Havi verið so heppin, at fáa fríar hendur at velja solistar. Teksturin er úr Vøluspá og Gylfaginning, og eru tekstir um "Lívsins træ" nevnt Yggdrasill. Træið, ið røkkur til himmals og niður í Ásagarð, Jotunheim og Helheim, og fara hesir heimir at lýsa teir 4 satsirnar í symfoniini. Eg eri í holt við fyrsta sats í løtuni. Komi stórt sæð bert at skriva symfoniina í ár.  Tó eri eg eisini í gongd við at skriva eitt  minni verk fyri blokkfloytu og strúkiorkestur, til Michala Petri og Lappland Chamber Orchestra. - Og nú vit tosa um fløgur hevur Dacapo-records avgjørt at gevar út eina live upptøku av symfoniini á frumframførslunum í Helsinki" leggur Sunleif Rasmussen aftrat. Vit  ynskja honum góðan arbeiðshug og eydnu og vóna, at gongd kemur á ein ítøkiligan nýggjan musikkskúlabygning, so at bæði Sunleif og vit øll kunnu njóta gott av teimum mongu positivu ringárinum, sum ein góður musikkskúli hevur fyri landið og høvuðsstaðin.